hósdagur 31. januar 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 13
25
Komandi partur
Komandi partur verður ein frásøgn um
føroyingar við italienskum trolarum seinast í
1930-árunum.
Tað er alt sum bendir á, at hesin
fundur, sum Petur umrøður,
var hildin 5. juni 1921, tá ið Petur
var knappliga 7 ára gamal. Tann
norðmaður, sum hann umrøður
blandar hann vist við ein fund í
1924, tá ein norðmaður var røðari.
So hann hevur verið við tá eisini.
Kristin í Geil var í hvussu er við
til fundin í 1921. Sum tað sæst var
Petur hugtikin av Kristini. Teir
vóru eisini skyldmenn. Mamma
Petur, Malla, og Kristin vóru
systkinabørn.
Kristin skrivar um hendan
fólkafundin í Tingakrossi 8. juni.
Hann skrivar m.a.
Fundurin í Reynsmúlalág
sunnudagin var so væl fyrireikað
ur sum nakar í allar mátar. Náttin
frammanundan boðaði um ein
fagran dag. Fólk komu alla staðni
frá til fundar. Og fundarplássið
er frálíkt. Men so díkti mjørkin á
við drivi og kalligum vestanloti,
einki hómaðist av vakurleikanum
uttanum og heldur ófýsið var at
sita stillur leingi. Tað var Sólar
magn, ungmannafelagið á Velba
stað, sum skipaði fyri fundinum.
Fundarskráin, sum Petur
nevndir, var henda:
Próstur Dahl prædikar
N. Winther Lützen:
Jarðarbrúkið í Føroyum
J. Patursson: Kvæðini
Símun av Skarði: Menniskja
og náttúran
Mikkjal á Ryggi: Poesiurin í
føroyskum vinnulívi.
R. Rasmussen: Lívið og
hugsjónirnar
Tingakrossur endurgav í fyrsta
umfari tvær av røðunum. Onnur
var tann hjá N. Winther Lützen.
Hann greiddi millum annað frá, at
virðið av føroyskum jarðarbrúki
tá var 4 mill.kr. árliga. Hetta var
ikki lítið fyri nærum 100 árum
síðani.
Hann hevur eisini eina áhuga
verdu útrokning av virðinum á
jørðini: “Líkna vit saman tað virði,
seyðabrúkið gevur av eini ásettari
vídd móti tí, sum neytabrúkið og
tí sum eplaveltingin gevur, síggja
vit, at hetta virði er ógvuliga ym
iskt. Meðan vit kunnu rokna, at
seyðabrúkið gevur eitt skurðlamb
av einum hektara av meðal haga
jørð, føðir henda sama víddin eina
kúgv, tá jørðin er dyrkað. Tað sum
kúgvin gevur, kann roknast at
vera 10 ferðir so nógv vert sum
lambið. Á somu vídd kunnu vit
við meðal ávøkstri av eplum fáa
virði, ið er um 10 ferðir størri enn
tað kúgvin gevur.
Hin greinin er talan hjá Sím
uni á Skarði. Í einum seinni Tinga
krossi er røðan hjá Jóannes Pat
ursson.
Merkið skipaði eisini í síni tíð
fyri fólkafundum.
Fundarfólkið hildið aftur á Toftum
P
oul Johs. Lindberg var
ein tann hollasti stuðul
in hjá ungmannafelagn
um Merkið í mong ár.
Hann hevði eisini nakrar
greinir í Neistanum. Tann 15.
oktober 1942 hevði eina grein
um ein fólkafund í Klaksvík.
Her skal brot verða tikin úr
henni:
Til hesar fólkafundir var sum
oftast farið úr Havn við eim
skipum, ið aloftast vóru stúgv
andi full av kátum fólki, bæði
ungt og gamalt. Men tað var
fyrst á heimleiðini, at hýrurin
var rættiliga góður, tá gekk
dansurin lystiliga á dekkinum.
Tað var heldur ikki sjáldsamt,
at tvey funnu saman á slíkum
ferðum.
Hesin fundur í Klaksvík var
lýstur at vera 5. Juni 1942.
Poul Johs hevur eina drúgva
frásøgn um um ferðina til
Klaksvíkar, har teir fóru við
mjólkarbátinum inn á Skála
fjørðin, síðan við bilum til
Fuglafjarðar. Haðani var farið
við útróðrarbátinum Alma til
Klaksvíkar.
Komnir til Klaksvíkar tók
Robert Joensen ímóti okkum og
ansaði eftir, at øll kundu koma
undir tak og fáa mat drekka.
Nakað væl av fólkinum tók hann
heim til sín sjálvs, har tey fingu
ein óføra góðan døgurða.
Veðrið var ov vánaligt at hava
fundin uttandura, so hann var
settur í dansistovuni, sum skjótt
var stappandi full av fólki.
Røðarar vóru Sverri Fon, Sig
vald Djurhuus, Petur Háberg og
Robert Joensen. Richard Long
leiddi fundin. Allar røðurnar
vóru stak góðar og manandi.
Umrøðuevnini vóru væl vald og
frálíka tíðarhóskandi. Røðurnar
áttu at komið upp á prent.
Tá ið røðurnar vóru lidnar
og høvdu fingið tann fagna sum
teimum til kom, segði Andreas
Seyðberg nøkur orð um hin
føroyska dansin í samband við
kjak, sum var farið fram í bløð
unum. Tó at hann tosaði nakað
uppí saman, so var høpi í tí hann
segði, hann hevði góða grein
í sínum máli. So var fundurin
endaður og hvør fór til sítt. Men
tað kann sigast, at fólkið hevði
fingið nakað nógv av andaligari
føði og barlast.
Dramatiska ferðin
til Havnar
Síðani varð farið avstað aftur
við bátinum Alma til Fuglafjarð
ar. Her varð ringt til eingilsk
menninar um siglingarloyvi av
Skálafirði. Men hetta vísti seg
at vera meira trupult, enn vit
høvdu roknað við. At enda fingu
vit ordrar til at leggja at landi á
Toftum á ferðini úr Søldarfirði.
Komin út hagar fór Long niðan á
“Head Kvarter” hjá bretska her
valdinum. Hann kom oman aft
ur við einum manni, sum skuldi
hyggja at nummar og navna
brettinum á bátunum hjá okkum,
men har var hvørki nummar ella
navn at finna.
Vit fingu so loyvi at fara
fyri egna ábyrgd. So varð hildið
avstað og siglt var fram við landi.
Tá vit komu út fyri Neshamar og
gjørdu okkum klár at seta kós
suðureftir, tá var tað at hetta
hendi. Eitt skot varð loyst av
landi og ein eldkúla sveimaði yvir
høvdinum á okkum. Báðir bátar
nir løgdu stilt beinanvegin. Ein
hermaður kom oman á bakkan
og rópti: “Go back to Toftir.” Long
bað Sigfred Skaale um at rópa og
siga, at vit høvdu siglingarloyvi.
Hann so gjørdi, men somu boðini
komu aftur. Her var skilligt, at
her var einki annað at gera.
Tá vit løgdu at landi á Toftum
komu tveir soldátar við byrsu at
taka ímóti okkum. Hesir gingu
alla náttina at ansa eftir bátun
um. Men vit neyðars menniskju,
høvdu ongan mat og ikki tak yvir
høvdið.
Long og nakrar aðrir fóru nú
niðanaftur í Head Kvarter, men
teir vóru ikki at vika. Teir royndu
at fáa fatur á Skansanum í Havn,
men hann svaraði ikki, helst vóru
teir sovnaðir. Vit fingu so at vita,
at fyrr enn kl. 7 á morgni kundu
vit ongan veg sleppa. Klokkan
leið nú móti 2 um náttina.
Blíðskapur hjá
Andreas í Túni
Vit fóru so inn á telefonstøðina.
Long ringdi fleiri ferðir til sítt
egna telefonnummar, eing
in svaraði. Síðan royndi hann
Mogens Lützen, bretska kons
ulin, og fleiri aðrar menn í Havn,
sum vit væntaði at fáa hendur á.
Nei, ikki batti.
Langt um leingi fekk sonur
Tórgarð fatur á pápa sín, sum liv
andi boðaði frá at vit vóru settir
í konsentratiónslegu.
Vit fingu so lykilin til skúlan
og sluppu at gista har. Men lítið
bar til at sova. Nakrir okkara fóru
ein túr oman móti lendingini.
Har hittu vit Andreas Hansen,
eigaranum av Mjóvanesi. Hann
hevði verið og sett sildagørn og
var so makaleysur, at hann bjóð
aði øllum fangunum heim til
kaffi. Hetta kom væl við, tí eingin
okkara hevði fingið vátt ella turt.
Heima hjá Andreasi var alt
farið til songar, klokkan var um
trý. Konan og døtur av songini at
kóka kaffi og borðreiða. Summi
okkara vóru so illa svøvnt, at tey
sovnaðu, sum tey sótu við kaffi
koppinum í hondini.
Fyri henda blíðskap skylda vit
Andreasi stóra tøkk og ynskja,
at hetta verður afturlønt á ein
ella annan hátt. Tá øll høvdu
fingið kaffi var farið oman aftur
í skúlan at royna at sova.
Morgunin eftir varð farið nið
an í Head Kvarter og so at ringja
til Havnar. Teir ringdu til Ihlen,
norska konsulin, so nú kom ylur
í Havnina. Eisini ringdu teir til
fútan, ella Niels (Westerby), sum
teir róptu hann. Hann royndi tað
hann kundi, mest tí at báðir kon
tórmenninir hjá honum vóru við
á ferðini. Tað gav tó einki úrslit.
Langt um leingi fingu vit at
vita, at vit kundu sleppa til Havn
ar við ferðamannaskipinum
Tróndi, og bátarnir við einum
manni í hvørjum báti sum stýri
menn kundu fáa loyvi til at
hanga aftur úr Tróndi.
Tróndur kom so um 11 tíðina,
og í hesum skili komu vit suður
aftur til Havnar. Hetta hevði
verið ein sjáldsom og drúgv ferð,
men vit høvdu upplivað nógv, og
enntá í fremstu røð í eldlinjuni.
Petur var á báðum
fólkafundunum, sum eru umrøddir
í hesi grein. Á tí seinna fundinum
var hann ein av røðarunum.
Fólkafundir eru framvegis populerir. Hesin var hildin á Lítlu Dímun
Klaksvíksferðin: