Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. november 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 229 - 30. november 2004 UTTAN ÚR HEIMI Ferðavinnan størri týdning enn fiskurin Tey seinastu árini er ferðavinnan vaksin so nógv í Norðurnoregi, at í dag gevur hon fleiri arbeiðspláss enn fiskivinnan. Sambært einari uppgerð løgdu ferðafólkini meiri enn átta milliardir norskar krónur eftir seg, tá tey vitjaðu í Norðurnoregi í fjør, og tað er tað mesta nakrantíð. Ym- isk tiltøk, sum vórðu fyriskipað í sambandi við ferða- vinnuna, góvu 40 prosent meiri enn fyri fimm árum síðani, og hjá gistingarhúsvinnuni var vøkasturin um tvey prosent, skirivar Aftenposten. Nógv ferðafólk vilja sleppa at hyggja eftir hvali, onnur vilja sleppa niðan í fjøllini at aka á hundasleðu, og uppaftur onnur koma at hyggja eftir fugli. Haraftur- at eru ferðir við gummibáti vorðnar sera væl umtóktar, og um veturin dregur norðlýsið nógv ferðafólk norður- eftir. Nordkapp og Lofoten eru tey best umtóktu ferðamálini í Norðurnoregi. Umleið 200.000 ferðafólk vóru við Nordkapp seinasta summar, og sambært Aftenposten hava meiri enn 21.000 fólk í Norðurnoregi nú ferðavinnuna sum vinnuveg. Nógv stór ferðamannaskip leggja leiðina til Norður- noregs um summarið. Í fjør vitjaðu hesi skipini 88 frðir í Norðurnoregi, og í ár var talið 112, og ferðafólkatalið vakis úr 51.000 í 66.500. Eisini í Tromsø siga tey frá fleiri ferðamannaskipum í ár enn undanfarin ár. Samstarva ímóti broytingum Kanningar hjá vísindafólki hava víst, at tað arktiska økið og tær tropisku oyggjarnar verða fyri teimum størstu broytingunum, sum standast av broytingum í veðurlagnum, og tað hevur fingið fólk í hsum økjunum at finna saman. Sheila Watt-Clothier, sum er formaður í inuittafel- agsskapinum ICC, sigur, at tað er skilagott av fólkinum í økjunum at tosa um tað, sum kann henda. ICC um- boðar umleið 155.000 fólk í Kanada, Alaska, Grøn- landi og Russlandi, og felagsskapurin hevur havt sam- band við fólk í oyggjaríkjunum Samoa og Vanuato í Kyrrahavinum og Jamaica í Karibiska Havinum. Í næsta mánað verður ein veðurlagsráðstevna í Buenos Aires, og tá ætlar ICC at seta seg í samband við fleiri onnur tropisk oyggjasamfeløg. Fyri fjúrtan døgum síðani vísti ein frágreiðing, at veðurlagsbroytingarnar gera mest um seg í tí arktiska økinum, samstundis sum vandin fyri vatnflóð veksur á láglentum oyggjum sum teimum í tí tropiska økinum. Sheila Watt-Clothier sigur við Reuters, at ICC og myndugleikarnir á teimum tropisku oyggjunum fara at herða trýstið á ídnaðarlondini fyri at fáa tey at avmarka tað dálkandi útlátið, sum elvir til veðurlagsbroyting- arnar. Hava kosið vakrasta enska orðið Flestu fólk uttan fyri Bretland halda, at orðið "mother" er tað vakrasta orðið í tí enska málinum. Mentanarstovnurin British Council hevur spurt 40.000 fólk í øðrum londum, hvat orð tey halda vera tað vakrasta í tí enska málinum. Nógv tey flestu svar- aðu, at "mother" er tað vakrasta enska orðið. Á øðrum plássi kom orðið "passion". Millum onnur væl umtókt ensk orð kunnu nevnast "lollipop", "butter- fly", "bumblebee", "smile" og "love". Í ár eru 70 ár liðin, síðani British Council varð sett á stovn, og í tí sambandi setti felagsskapurin sær fyri at finna tey 70 best umtóktu ensku orðini. Stovnurin hevur 220 skrivstovur í 110 londum kring allan heimin. Meiri enn hundrað hvalir og delfinir gjørdu landgongd á avstralsku oynni King Island um vikuskiftið LADGONGD Árni Joensen fartekst@mail.dk Fólk, sum komu oman á strondina á suðuravstralsku oynni King Island sunnu- dagin, fingu ein skelk, tí har lógu næstan 150 hvalir og delfinir, sum høvdu gjørt landgongd. Sambært sjónvarpinum CNN vóru 72 hvalir og 30 delfinir deyðar, og tað eydnaðist bjargingarfólkum at fáa meiri enn 40 aðrar hvalir og delfinir aftur á sjógv, áðrenn tey doyðu. Hetta er aðru ferð í ár, at hvalir og delfinir í stórum tali hava gjørt landgongd har suðuri í Avstralia. Fyri einum ári síðani gjørdu 110 hvalir og 10 delfinir land- gongd har vesturi á oynni Tasmania. Avstralsku myndugleik- arnir siga, at tað hendir javnan, at hvalir og delfinir koma upp á land, men tað er sjáldsamt, at so mong gera landgongd ísenn. Ser- frøðingar halda, at hvalirnir og delfinirnar eru endað uppi á turrum, tá tey hava roynt at sleppa undan onkr- um rovdjóri, helst einum bóghvítuhvali. Tann politiska krepp- an í Ukraina kann enda við, at landið fer í upploysn. Í lands- partinum Donetsk hava myndugleikar- nir gjørt av at spyrja fólkið, um landspart- urin skal hava sjálvs- stýri UKRAINA Árni Joensen fartekst@mail.dk Politiska kreppan í Ukraina hóttir nú við at syndra landið. Tann 5. desember skulu veljararnir í landspartinum Donetsk har eysturi í landinum atkvøða um eitt uppskot um, at landspartur- in skal hava størri sjálvs- stýri. Uppskotið var til við- gerðar í landspartatingin- um, og har atkvøddi ein stórur meiriluti fyri tí. Samstundis tala aðrar røddir fyri, at allur tann eystari parturin av Ukraina skal loysa seg frá hinum partinum av landinum. Vik- tor Janukovitj, sum sam- bært myndugleikunum vann forsetavalið fyri átta døgum síðani, hevur stóra undirtøku har eysturi í landinum, men hann hevur kortini víst hugskotinum um loysing aftur. Tað sama hevur andstøðuleiðarin, Viktor Jusjtjenko, gjørt, og hann hevur kravt, at teir, sum standa aftan fyri loys- ingarætlaninar, verða revsaðir. Vesturlendskir diplomat- ar í Kiev siga, at tað er als ikki óhugsandi, at Ukraina fer í tvíningar. Polski for- setin, Aleksander Kwazini- evski, sum hevur roynt seg sum semingsmann, segði sunnudagin, at tann eystari parturin av Ukraina fer neyvan at góðtaka Jusj- tjenko, verður hann forseti. Í gjár fór hægstirættur í Kiev undir at viðgera kær- urnar um valsvik á forseta- valinum næstseinasta sunnudag. Umframt kærur frá andstøðuni hevur rætt- urin fingið kærur frá út- lendsku valeygleiðarunum. 150 hvalir og delfinir gjørdu landgongd Ukraina kann fara í upploysn Viðhaldsfólk hjá Viktor Janukovitj krevja, at tann eystari parturin av Ukraina skal loysa seg frá hinum partinum av landinum, men tí er Janukovitj ímóti