týsdagur 30. november 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 30. november 2004
3
Feskari tíðindi til haldararnar:
Bløðini nú eisini um
kvøldið við
Skálafjørðin
Sum partur av víðkaðu og
betraðu tænatuni hjá Prent-
miðstøðini verða bløðini,
Sosialurin og Dimmalætt-
ing nú eisini borin út til bú-
plássini við Skálafjørðing á
kvøldi. Fyrstu ferð mána-
kvøldið 29. november.
Hetta merkir, at haldararnir
av bløðunum fáa eina nógv
skjótari tænastu og sleppa
undan at skula bíða eftir
bløðunum til út á fyrra-
partin dagin eftir, at tey eru
prentað. Nú verða bløðini
borin til allar haldararnar
við
Skálafjørðin
sama
kvøld sum bløðini eru
prentað.
Frammanundan
hevur
Prentmiðstøðin tikið stig til
at bera bløðini út um
kvøldarnar til fleiri býir og
bygdir uttan fyri miðstaðar-
økið. Eitt nú til Klaksvíkar,
Fuglafjørð,
Lorvík
og
Gøturnar.