týsdagur 30. november 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 229 - 30. november 2004
Hóast samgongusamráð-
ingarnir millum Javnað-
arflokkin,
Sambands-
flokkin og Fólkaflokk-
inum gingu skjótt og væl
eftir løgtingsvalið 20.
januar í ár, so vóru kort-
ini einstakir trupulleikar
á vegnum. Á landsfund-
inum hjá Fólkaflokkin-
um greiddi formaður í
tingbólki Fólkafloksins,
Jørgen Niclasen, frá, at
tinglimir Fólkafloksins
settu hart ímóti hørðum,
og vóru klárir at fara frá
samráðingarborðinum, tá
bæði Sambandsflokk-in-
um og Javnaðarflokkurin
sýttu Anfinni Kallsberg
ein landsstýrissess.
- Vit høvdu allir reist
okkum og vóru á veg út
úr rúminum, tí vit vildu
ikki góðtaka at teir
skúgvaðu Anfinn til viks,
men Anfinn vildi ikki
lova okkum og setti seg
fyri hurðina, tí hann helt
ikki tað vera rætt at fara
frá samráðingarborðin-
um, segði Jørgen Nicla-
sen.
.páll
Systkinabørnini í
Fólkaflokkinum,
Jógvan á Lakjuni og
Rúna Sivertsen, eru
rúkandi ósamd í
spurninginum um
flokkar skulu virka
fyri, at fleiri kvinnur
gerast virknari í
politikki. -Uttan mun
um Rúna er mítt
sysktinabarn, so eri
eg rúkandi ósamdur
við henni. Vit skulu
ikki blanda okkum í,
hvat fólk skulu velja,
tí tá gera vit okkum
inn á grundleggjandi
demokratisk rættindi.
Eg haldi tað er langt
úti, at vit ikki virða
og góðtaka, at fólkið
hevur talað og úrslit-
ið varð, at 29 menn og
tríggjar kvinnur vóru
vald at manna løg-
tingið, heldur Jógvan
á Lakjuni
LANDSFUNDUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Í
kjalarvørrinum
av
kvinnuskeiðnum "Felags
ábyrgd-felag
avgerðir",
sum varð hildið í september
mánaði, var luttakarin hjá
Fólkaflokkinum á skeið-
num, Rúna Sivertsen, biðin
um at siga nøkur orð um
skeiðið á landsfundinum
leygardagin.
Innleggið hjá Rúna var
rættiliga áhugavert, og tað
elvdi til veruligt kjak á
landsfundinum.
Rúna
Sivertsen
vísti
millum
annað á, at tað er ein bági,
at kvinnur ikki eru við at
taka avgerðirnar, ið verða
tiknar í politikki.
- Okkara lív er skipað við
lógum úr vøggu í grøv, men
kortini vilja kvinnur ikki
vera í tí politiska liðnum,
har avgerðirnar verða tikn-
ar. Vit liva øll í samfelag-
num undir hesum lógum,
og tí mugu vit kvinnur
eisini vera við at taka hesar
avgerðirnar, segði Rúna
Sivertsen millum annað.
Hon helt, at Fólkaflokk-
urin kundi gerast meira
virkin í strembanini fyri at
fáa fleiri kvinnur virknar í
politikki.
Rúna
segði
millum annað, at flokkurin
kundi skipa landsfundirnar
øðrvísi, so teir gjørdust
meira
áhugaverdir
fyri
kvinnurnar. Hetta kundi
gerast við at seta evni á
dagskránna, sum høvdu
áhugan hjá kvinnum.
Grundleggjandi
ósamdur
Eftir innleggið hjá Rúnu
Sivertsen tók systkinabarn
hennara, Jógvan á Lakjuni,
orðið. Landstýrismaðurin í
mentamálur var ikki mjúk-
ur. Hann heldur ikki tað er
rætt, at politikarar blanda
seg í, hvat kyn fólk skulu
velja.
- Uttan mun um Rúna er
mítt systkinabarn, so eri eg
rúkandi ósamdur við henni.
Vit skulu ikki blanda okk-
um í, hvat fólk skulu velja,
tí tá gera vit okkum inn á
grundleggjandi demokrat-
isk rættindi. Eg haldi tað er
langt úti, at vit ikki virða og
góðtaka, at fólkið hevur
talað og úrslitið varð, at 29
menn og tríggjar kvinnur
vóru vald at manna løg-
tingið, helt Jógvan á Lakj-
Hvørki fyrrverandi
borgarstjórin í Havn
ella fyrrverandi løg-
maður, Poul Michel-
sen og Anfinn Kalls-
berg halda tað er rætt
at lóggeva fyri at
sleppa undan óskilin-
um í samband við
býráðsval í Havn.
Báðir vóru samdir
um, at trupulleikin
kundi loysast við
hugburðsbroyting
millum býráðslimir-
nar í høvuðsstaðar-
kommununi
LANDSFUNDUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tað kom valla óvart á
nakran á landsfundinum
hjá Fólkaflokkinum leygar-
dagin, at óskilið í samband
við býráðsvalið í Havn varð
umrøtt á fundinum. Ónøgd-
in við framferðarháttin hjá
Heðini Mortensen í sam-
band við samgongutelving-
ina í Havn hevur ikki lagt
seg enn í Fólkaflokkinum,
og hetta kom týðuliga til
sjóndar á landsfundinum
leygardagin.
Hugburðsbroyting
Jógvan við Keldu er lands-
stýrismaður í kommunu-
málum, og hann hevði lítið
gott at bera framferðarhátt-
inum hjá Heðini Mortensen
í samband við býráðsvalið í
Havn.
- Hatta var bæði óheiður-
ligt og tað vísir bara, at
maðurin hevur onga tygn,
helt Jógvan við Keldu.
Landsstýrismaðurin
segði seg vera samdan við
teimum, sum mettu, at
okkurt skuldi gerast í sam-
band við óskilið í Havn,
sum nærum er blivin sið-
venja seinastu valini, men
Jógvan við Keldu hevði
einki ítøkiligt boð upp á,
hvussu hetta skuldi gerast.
Sjónvarpið bar
skeiv tíðindi
Bjarni Djurholm langaði
ikki bara út eftir Bú-
skaparráðnum á lands-
fundinum hjá Fólka-
flokkinum.
Sjónvarp
Føroya
fekk
eisini
koyrilin at merkja frá
landsstýrismanninum í
vinnumálum.
Landsstýrismaðurin
var alt enn nøgdur við
mátan, sum Sjónvarpið
hevði viðgjørt niðurstøð-
una hjá Búskaparráðnum
um alivinnuna, har ráðið
legði seg undir at hava
sovið í tímanum, tá ávar-
ingar frá einari kanning
hjá
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni í 2000 ikki
vóru fylgdar.
- Sjónvarpið hevði
gjørt niðurstøðuna, áðr-
enn innslagið var gjørt.
Eg sendi teimum 20 síð-
ur, sum greitt vístu uppá-
haldinum hjá Búskapar-
ráðnum aftur, og nakað
av tí, teir bóru fram var
beinleiðis skeivt. Eg skal
taka nakað av ábyrgd,
men søgan er bara ikki
eins einkul, sum Sjón-
varpið vildi gera tað til,
segði Bjarni Djurholm.
.páll
Enskt longu í triðja flokki
Bjarni Djurholm langaði ikki bara út eftir Búskapar-
ráðnum á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum. Sjónvarp
Føroya fekk eisini koyrilin at merkja frá landsstýris-
manninum í vinnumálum
Mynd: Jens Kr. Vang
Í kjalarvørrinum av ein-
um lesarabrævi hjá Óla
Samró
fyri
nøkrum
mánaðum síðan birtist
kjakið um lærugreinin
enskt átti at verið tikin
framm um danskt í fólka-
skúlanum. Nógvar mein-
ingar eru um hetta evnið,
og landsstýrismaðurin í
skúlamálum, Jógvan á
Lakjuni, er samdur við
teimum, sum halda, at
føroysk skúlabørn eiga at
fara undir lærugreinina
enskt,
áðrenn
fimta
flokki.
- Eg eri samdur við
teimum, sum halda, at
børnini skulu byrja fyrr
at læra enskt. Ein møgu-
leiki kundi verið at latið
børnini havt enskt ein
tíma um vikuna í 3.
flokki og so tveir tímar í
fjórða flokki um vikuna,
samstundis
sum
tey
framvegis læra danskt á
sama støði sum í dag,
helt Jógvan á Lakjuni
fyri á landsfundinum
leygardagin.
.páll
Kallsberg segði kortanei
Systkinabørn kj
Kunnu ikki lógeva o