Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-31, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 13 30 TRÓNDUR ARGE – VESTMANNA F yrst vinnur H71 greiðan sig­ur á næstbesta lið­ num hjá Kyndli í bólki 1. Mána­kvøldið stríddust strand­ingar væl í høllini á Hálsi, men menninir hjá Neistanum draga frá móti dystarenda, og vinna at enda við seks málum. Týskvøldið kemur Team Klaks­vík til Havnar at spæla móti Kyndli. Í fjør var spenn­ ing­ur til seinasta umfari í bólka­ spælinum, tí Team Klaks­vík við sigri á Kyndli í Klaks­vík, kundi varpa teir gøru úr steypa­kapp­ ingini. Soleiðis bleiv ikki og Kyndil vann steypakappingina. Týskvøldið gevur Team Klaks­vík eisini ilt av sær, men sum so mangan fyri, megna klaks­vík­ingar ikki at halda allan dystin. Kyndil vinnur við seks málum. Óvæntaða úrslitið Somuleiðis týskvøldið, koma koll­firðingar á vitjan í Vest­ manna. Hóast tað hevur kavað illa fyrr um dagin, og Standsferðslan hevur avlýst fleiri túrar, koma kollfirðingar í øllum góðum um Høgareyn og í høll­ina í Vestmanna. KÍF er dottið niður í millum í FM-stríðnum, har lykilin er at enda millum fýra tey fremstu. KÍF hevur argað tey stóru fyrr, men vestmenningar kunnu illa renna undan favoritt leik­luti­ num til hendan dystin. Hinvegin, so er hetta helst einasti møgu­ leikin hjá kollfirðingum at fáa eitt heiðursmerki í hesum kapp­ ingar­árinum. Liðini fylgjast til hálvleiks, har støðan er 14-14. Í seinna hálv­ leiki er tað sum um, at KÍF allatíð er eitt fet frammanfyri. Teir eru gestirnir, ið skorað fyrst, meðan vest­menningar renna aftaná og javna, ella minka um munin. Í løtum kom nógv mál og tað er nógv ferð á spælinum, men tað eru eisini løtur, har mál­ skjótingin steðgar upp. Størsta broyt­ingini frá fyrra hálvleiki til seinna hálvleik er, at KÍF fær fatur á stórskjúttanum hjá VÍF, Filip Jojic. Uttan málini frá vinstra bakki­num dregur KÍF frá. Frá at leggja seg á odda við einum, so byrja kollfirðingar at leggja seg á odda við tveimum og trimum. Tað endar við, at vestminningar ikki megna at svara aftur og tapa heldur óvæntað 31-28. Fýra greiðir sigrar hjá kvinnunum Í bólki eitt vunnu Neistin og VÍF hvør sín dyst. Neistin vann greitt 33-12 á næstbesta liðnum hjá Stjørnuni, meðan VÍF mátti stríðast eitt sindur meiri fyri at vinna á besta liðnum hjá Stjørnu­ni. Her endaði tað við 33-26 sigri. Í bólki B vann H71 27-22 á StÍF, meðan besta liðið hjá kyndils­ kvinn­um vann 35-20 á teimum næst­bestu hjá Neistanum. TRONDUR@SOSIALURIN.FO ÍTRÓTTUR: Hondbóltur Steypahondbóltur: Fyrsta umfar í bólkaspælinum í steypakappingini í hondbólti hevur verið. Eftir sjey væntaðar sigrar, so prógvað kollfirðingar, at sjarman í steypahondbólti livir enn. Teir vinna heldur óvæntað 31-28 í Vestmanna Faxe Kondi steypakappingin menn: Faxe Kondi steypakappingin kvinnur: KOLLFIRÐINGAR STÓÐU FYRI STEYPASKELKINUM Bólkur 1: støðan LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 H71 1 38 22 16 2 2 KÍF 1 31 28 3 2 3 VÍF 1 28 31 -3 0 4 Kyndil 2 1 22 38 -16 0 Bólkur 1: støðan LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 Neistin 1 33 12 21 2 2 VÍF 1 33 26 7 2 3 Stjørnan 1 26 33 -7 0 4 Stjørnan 2 1 12 33 -21 0 Bólkur 2: støðan LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 Neistin 1 32 26 6 2 2 Kyndil 1 31 25 6 2 3 StÍF 1 26 32 -6 0 4 Team Klaksvík 1 25 31 -6 0 Bólkur 2: støðan LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 Kyndil 1 35 20 15 2 2 H71 1 27 22 5 2 3 StÍF 1 22 27 -5 0 4 Neistin 2 1 20 35 -15 0 Hósdagur 24.01.19 kl. 18.00 Kyndil 2 – H71 22-38 Týsdagur 29.01.19 kl. 20.00 VÍF – KÍF 28-31 Mikudagur 23.01.19 kl. 18.00 Neistin – Stjørnan 2 33-12 Leygardagur 26.01.19 kl. 18.00 VÍF – Stjørnan 33-26 Mánadagur 28.01.19 kl. 20.00 Neistin – StÍF 32-26 Týsdagur 29.01.19 kl. 20.00 Kyndil – Team Klaksvík 31-25 Mikudagur 23.01.19 kl. 18.00 H71 – StÍF 27-22 Týsdagur 29.01.19 kl. 18.00 Kyndil – Neistin 2 35-20