Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-31, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 13 31 ÍTRÓTTUR: Fótbóltur Um vikuskiftið verða fýra av teimum fimm dystunum í fjórða umfari í nýggju vetrarkappingini hjá Venjarafelagnum. Mikukvøldið verður fimti dysturin, sum er millum HB og B36 VFF-Cup 4. umfar: TRÓNDUR ARGE H igartil hevur VFF-Cup eydnast væl. Veðr­ið hevur skikkað sær á eini leið og flestu av dyst­unum eru spældir í rími­ lig­um umstøðum. Ein dystur hongur frá triðja umfari, tá EB/ Streymur skuldi fáa vitjan av tvøra­monnum, men teir hildust aftur vegna veður. Ein dystur var mikukvøldið, har HB og KÍ spældu 2-2. Boris Dosljak legði gestirnar úr KÍ á odda, áðrenn Símun Samuel­sen tvær ferðir skoraði upp á brots­ spark fyri HB. Tá ein tími var spældur javnaði Simen Sand­mæl til úrslitið 2-2. Ein annar nýggjur spælari hjá KÍ, Patrik Johannesen, fekk beinleiðis reytt kort. Í VFF- Cup hevur siður verið, at so sleppur ein annar spælari inn. Fýra dystir um vikuskiftið Tað verður sagt frá kulda líka fram til sunnudagin, so tað verður helst ein avbjóðing at fáa avgreitt allar fýra dystirnar í fjórða umfari, ið eru ásettir til at verða leygardagin. Á Skála koma sundalagsmenn á vitjan. Gestir­nir hava knýtt tveir ungar mans afturat hópinum. Teir eru Svein Knút Magnussen og Steffan Abrahamsson Løkin. Talan er um tveir ungar spælarar, ið hava fingið gott í beinini heimanifrá. Svein Knút er sonur fyrrverandi málslúkin, Berg Magnussen, meðan Steffan er sonur Ábra­ham Løkin, ið nógv var millum stinnastu miðvallararnir í landi­num og á landsliðnum. Víkingur er framvegis nakað skert, eftir at Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar sita uttanfyri við skaða. Seinast argjamenn spældu var talan um eitt ungt lið, so tað er óvist hvussu mann­ingar­nar verða til hesa upp­gerð­ina. ÍF heldur fram við at fáa royndar spælarar í hópin, meðan fyrr­verandi íslendski lands­ liðs­venjarin, Guðjón Þórðarson, skal finna røttu samansetingina í Runavík. TB er nokk tað liðið, sum er tor­førast at avlesa í løtuni, tí út­ skiftingin er so stór. KÍ hevur fingið útlendsku spælararnar heim, so nú skal Mikkjal Thomas­ sen síggja hvør dugur er í teimum. Fimti dysturin í hesum um­ fari­num verður mikukvøldið, tá granna­uppgerð verður millum HB og B36. Hetta er eiin dystur, sum helst hevur rímiliga stóran áhuga millum fólk. F ríggjadagin 1. februar klok­kan 16.00 verður ”Árs­ins ÍtróttaNAVN 2018” avdúkað á sam­ komu, sum Ítróttasamband Før­ oyar skipar fyri í Smæruni í Havn. ÍSF hevur nú kunngjørt hvørji eru í uppskotið til heiður­in. Tey eru Hávard Vatnhamar, paratriatlon; Signhild Joensen, svimj­ing; Torkil Veyhe, súkkling og Vípan (Støkk), estetiskiur fimleikur. ÍSF sigur um treytirnar, at ”Ársins ÍtróttaNavn” skal eitt nú hava gjørt vart við seg í síni ítróttagrein á altjóða stigi. Tað eru ser- og menn­ingar­sam­ bondini, sum kunnu innstilla sam­bært hesi mannagongd: Bert nøvn, sum umboða ser- og menningarsamband und­ir ÍSF kunnu viðmælast. Tó kunnu ítróttargreinar, sum eru góðkendar undir IOC, men ikki umboðaðar í Føroyum, viðmælast. Starvs­ nevnd­in í ÍSF velur millum innkomnu uppskotini og ger enda­ligu innstillingina. Tað eru ítróttafjølmiðlafólk sum at­ kvøða um hvør skal verða Ársins ÍtróttaNAVN. Á samkomuni verður Ársins Ítrótta­ÁTAK eisini funnið, um­ framt at heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið. GRANNA­ UPPGERÐ Í GUNDADALI Hesi eru í uppskoti til ársins ÍtróttaNAVN 2018 ÍSF hevur nú kunngjørt hvør er í uppskoti til ársins ítróttanavn VVF-Cup støðan LIÐ DS MF MÍ MM ST. HB 3 13 4 9 7 Skála 3 7 4 3 7 B36 3 7 3 4 6 EB/Streymur 3 4 4 0 6 Víkingur 3 6 4 2 4 NSÍ 3 4 4 0 4 KÍ 3 4 5 -1 2 ÍF 3 3 10 -7 2 AB 3 3 6 -3 1 TB 3 1 8 -7 1 VFF-Cup 4. umfar: Leygardagin: Skála – EB/Streymur (13.00) Víkingur – AB (13.00) ÍF – NSÍ (13.00) TB – KÍ (15.00) Mikukvøldið: HB – B36 *Við fyrivarni, at tíðspunktini í VFF-Cup onkuntíð eru flutt og at tað helst verður kavi leygardagin VVF-Cup 3. umfar: HB – KÍ 2-2 1.1 Boris Dosljak, 8 1.1 Símun Samuelsen, 40 2-1 Símun Samuelsen, 44 2-2 Simen Sandmæl, 60 Reytt kort: Patrik Johannesen