Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. februar 2019 · Nr. 14 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN SÍÐA 8 Archi­ bald heiðr­arur í Klaksvík TÍINDI SÍÐA 10 Fólk eru positiv um góðu gongdina Á tingfundinum mikudagin fer Løg­ting­ið undir fyrru viðgerð av upp­skoti til sam­tyktar um at gera 27. januar til al­mennan minn­ing­ar­ dag um Holocaust og onnur fólka­ dráp. Tað er Jógvan á Lakjuni, løg­ tings­mað­ur fyri Fólkaflokkin, sum hev­ur lagt uppskotið fyri tingið. Tað er av stórum týdningi, at vit minn­ast slíkar ræðuleikar, sum til døm­is Holocaust. Ofta hava vit hug at hugsa sum so, at hatta hendi tá. Hatta hendir ikki aftur. Men einki er meira skeivt enn tað. Ræð­u­leikar við hóptýning og fólk­a­drápið hevur hent mangar ferð­ir fyri annan heimsbardaga, og tað er eisini hent síðani. Flestu okk­ara hava helst verið so góðvarin at hal­da, at slíkt í øllum førum ikki kann henda í Evropa aftur. Men tað gjørdi tað. Tað hendi á Balkan í ní­ti­ ár­u­num, og umheimurin lat kríggið ganga. Gamaní varð lagt uppí, men ikki nóg væl, tí hundraðtúsundtals fólk doyðu. Vit síggja tað ferð eftir ferð, at ræð­ustýri sleppa at sita við valdið í lond­um, har alheimssamfelagið átti at lagt uppí og sett slíkar stjórnir frá. Vit hava eina góða skipan í Ev­ ropa við ES og Nato sum ger, at lond­ini halda saman. Loypur onk­ur á eitt land í Evropa, so loypur við­ kom­andi á øll londini, og so verður svar­að aftur. Tíbetur hevur tað higartil ikki ver­ið neyðugt, kanska júst tí, at lond­ini standa so væl saman. Tað er gott at hava minn­in­ga­r­ dag­ar, har vit í ein dag geva á­vísum hendingum gætur. Vit hava minn­ ing­ar­dag teirra sjó­lætnu, og vit minnast tey, sum deyð eru í ferðsl­ uni. Hví ikki eisni ein Holo­caust­dag, har vit minnast tey ofrini – og ikki minst, har, vit hvessa okk­um vitið og kunnleikan og minna hvønn ann­an á, at soleiðis skal eing­in aftur bera seg at. Vit kunnu skylda upp á ørar pol­ it­ik­arar og valdsharrar, sum fremja slík­ar illgerðir. Men teir hava so – í øll­um førum parvíst – havt fólkið við sær. Teir hava fingið valdið á fólk­inum at fremja fólkadráp. At minna fólkið á ræðuleikarnar er besta trygd­in fyri, at slíkt ikki end­ ur­tek­ur seg. Tí er tað áhugavert at áseta ein dag, har vit minnast, hugsa og virða. Endamálið við einum før­oysk­um Holo­caust­degin er: 1. at ávara øll menn­iskju móti hugburði og at­ burði, sum kann føra til fólkadráp. 2. at menna undirvísing og und­ir­ vís­ing­ar­tilfar, sum kann forða fyri fólk­a­drápi. 3. at avdúka og forða fyri avnokting av Holocaust og fólk­ad­ráp­um. EIN DAGUR AT MINNAST Í gjárkvøldið ringdi bil­førar­ ari til løgregluna at boða frá, at ein persónur var far­in til gongu ígjøgnun Árna­fjarð­ar­ tunn­ilin á Borðoynni. Eingi ljós eru í tunlinum, sum har­af­turat er ógvuliga smal­ur. Og viðkomandi, sum gekk í tunlinum, hevði einki end­ur­skin, so tað loypti rætti­l­iga hvøkk á bilførarar, sum komu koyrandi, at síggja fólk mitt inni í tunl­i­ num. Løgreglan sigur, at tey fóru á staðið og fingu við­ kom­andi upp í bilin, og úr tunl­i­num, og til húsar. Løgreglan sigur, at tey hava havt nøkur dømi um hetta í seinastuni, at fólk ganga ígjøgnum tunlar. Verri enn so altíð hava tey end­ur­ skin uppi á sær, og nógvir tunl­ar hava ringt, ella einki ljós. Løgreglan mælir stað­i­liga frá slíkum, tí tað er stór­ur vandi fyri at vera yv­ir­koyrd­ ur, tí at síggja fólk til gongu inni í einum tunli, er nokk eitt tað síðsta, bilførarar vænta. Løgreglan sigur, at annars er tað merkisvert, so friðarligt hetta vikuskiftið hevur ver­ ið. Tað hevur verið lítið fólk i bý­num, og umframt at taka nøkur einstøk full fólk upp, sum ikki hava klárað seg sjálvi, og nøkur heilt fá ferðslu­óhapp, hava tey havt eitt ógv­ul­iga róligt vikuskifti. 3,6 prosent dýrari at búgva Ein árligur Holocaust-dagur kann læra okkum nógv – Ætlar tú tær á miðnám í summ­ar, so er tað miku­ kvøld­ið, tú skalt fara á Kambs­dal. Har fært tú kunn­ing um allar møgu­ leik­ar­nar og svar uppá allar spurn­ing­arnar. Soleiðis skrivar Mið­nám á Kambsdali. Tey lata dyrn­ ar upp á víðan vegg klokk­ an 18. – Á Kambsdali eru sjey ym­iskar miðnámsbreytir. Bú­skap­ar-, fyrireikingar- hug-, nátt­úru- og ser­breyt og FHS yrk­is­nám umframt nýggi norð­ur­a­t­lant­iski stud­ent­a­flokk­ur­in, sum ferð­ast mill­um fýra lond upp á trý ár. Kunn­að verð­ ur sjálvandi eisini um mu­ sikk­skúl­a­mið­nám, ítr­ótt­ar­ mið­nám, ungt virki, Fab­Lab, skúla­kór o.a. sum eyð­kenn­ ir skúl­an á Kambsdali. Høvið verður at hitta næm­ing­ar, lærarar, lestr­ ar­veg­leið­ar­ar og orð­blind­ a­lær­ar­ar. Frá 18 til 19 og frá 20 til 21 verður møguleiki at vitja básar, sum kunna um ym­ isku breytirnar, lær­u­grein­ ar­nar og tilboðini á skúl­ a­num. Tá eru sjálvandi øll ser­h­øli skúlans eisini op­in. Millum 19 og 20 verður fel­ ags­tiltak í Auluni við sam­ røð­u­m og tónleiki. Skráin fyri kvøldið: Kl 18:00 Dyrnar og kunn­ ing­ar­básar lata upp Kl 19:00 – 20:00 Felagstiltak í Aul­uni við samrøðum og tón­leiki Kl 20:00 – 21:00 Kunn­inga­r­ bás­ar hava opið. Opið hús á Kambs­ dali mikukvøldið Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Gekk í tunli uttan endurskin Serliga prísurin á brenniolju gjørdi tað dýrari at búgva í Føroyum Hetta seinasta árið er tað vorð­ið 1,2 prosent dýrari at búgva í Føroyum, og hetta er størsta príshækking í sjey ár. Ein uppgerð hjá Hag­stov­ uni vísir, at frá 2017 til 2018 hækk­aði prístalið 1,2 prosent, og hetta er størsta hækking sein­astu sjey árini. Men sum heild eru prís­ir­nir hækkaðir sein­astu árini, tí frá 2016 til 2017 hækk­aðu prísirnir eisini 1,1 pro­sent. Nógvir prísir kvinkaðir upp eftir hesa sein­astu tíð­ ina. Men tað, sum ger nógv størst­an mun, er, at tað er vorð­ið so nógv dýrari at hava bú­stað, tí prísurin fyri at fáa ein bústað eru hækkaði 3,6 pro­sent – og har er tað ser­ liga prísurin á brenniolju, sum ger munin, tí hann er nógv hækkaður. Somuleðis er prísurin á ben­sini og diesel til bil­ar eis­ini væl hægri nú, tí prís­ hækk­ing­in hevur verið 8,3 pro­sent, men annars stendur prís­ur­in á matvørum at kalla í stað, tí har hevur prís­hækk­ ingin bara verið 0,4 prosent frá 2017 til 2018. Hinvegin eru prísirnir á innbúgvi, og prís­ ir­nir á samskifti, lækkaðir nak­að.