mánadagur 4. februar 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. februar 2019 · Nr. 14
TÍÐINDI
Ljóslistin
gjørdi
høvuðs
staðin
livandi
Tiltakið Vetrarljós 2019 var leygarkvøldið,
og undirtøkan var sera góð
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Leygarkvøldið varð skipað fyri
tiltakinum Vetrarljós í Havn á
sætta sinni. Allur miðbýurin
var lýstur upp við ljóslist, sum
gav býnum ein serliga hugna
ligan og livandi dám. Tónleikur
ljóðaði frá teimum ymsu barr
unum, meðan onnur tiltøk eis
ini vóru í handlum og stovn
um.
Nógv fólk høvdu leitað sær
oman í miðbýin, og tað vóru
fólk í øllum aldri. Fólk gingu
frá stað til stað fyri at forvitn
ast hetta kalda leygarkvøldið,
sum bjóðaði uppá fjølbroyttar
mentanarupplivingar. Í fleiri
førum var so nógv fólk møtt
upp til ávís tiltøk, at har ikki
var pláss fyri fleiri fólkum.
Endamálið við Vetrarljós er at
fáa meira lív í miðbýin um vet
urin, so sigast kann ikki annað,
enn at hetta eydnaðist heilt
væl.
Høgni Lisberg spældi til
eina fultpakkaða konsert í
Panorama á Hotel Hafnia, og
tað gjørdi Greta Svabo Bech
eisini seinni um kvøldið. Mari
us Ziska spældi í Havnar
Kirkju, og í Blábarr vórðu aktu
ellir føroyskir stuttfilmar víst
ir. Listamaðurin Brandur Pat
ursson hevði tríggjar ljósin-
stallatiónir í miðbýnum, og
kommunan hevði hongt lit
fagrar ljósperur upp, sum rigg
aðu sera væl í kavakløddu
Havnini.
Vetrarljós byrjaði, tí mann
metti, at tað manglaðu tiltøk í
vetrarhálvuni. Tí sá Vetrarljós
dagsins ljós við íblástri úr
Reykjavík í Íslandi, har líkn
andi tiltak er hvønn vetur. Tað
er VisitTórshavn, sum sam
skipar tiltakið í samstarvi við
Tórshavnar
Kommunu
og
ymsar aktørar í býnum.
Fyrireikararnir hava hvørt
ár fingið góðar afturmeldingar
frá teimum, sum hava verið til
tiltakið, og ætlanin er, at Vetr
arljós skal kunna teljast mill
um størstu tiltøkini í Føroyum.
- Vit vilja uppbyggja og
menna tiltakið soleiðis, at tað
fyrst og fremst verður stórt
millum føroyingar. Men vónin
hjá okkum er, at tað fer at blíva
so mikið stórt, at tað eisini
kann fanga áhugan hjá ferða
fólkum um veturin, sigur Anni
Midjord, samskipari frá Visit
Tórshavn.