mánadagur 4. februar 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. februar 2019 · Nr. 14
Spyrja seg
eisini fyri
hjá Útlend
inga
stovuni
Tað eru ikki bara húsa
meklarafyritøkurnar, sum
merkja ein eftirspurning
frá útlendingum. Tað gera
tey eisini í Útlendinga
stovuni, sum eitt nú hevur
sum uppgávu at vegleiða
um viðurskifti hjá útlend
ingum í Føroyum.
- Vit fáa av og á fyri
spurningar frá útlending
um, sum ynskja at keypa
hús í Føroyum. Flestu fyri
spurningarnir koma við
telduposti.
Summi
av
teimum spyrja eisini um
møguleikar at keypa seg
inn í virkir í Føroyum við
eitt nú at keypa partabrøv.
Hetta er tó ikki okkara
málsøki, so tá vegleiða vit
tey til røttu myndugleik
arnar, sigur Jógvan Thom
sen, stjóri á Útlendinga
stovuni.
Uppgávan hjá Útlend
ingastovuni er eisini at
ummæla umsóknir frá út
lendingum um arbeiðs- og
uppihaldsloyvi í Føroyum.
Jógvan Thomsen sigur, at
mann ikki fær skjótari
uppihaldsloyvi í Føroyum,
um mann hevur hús her.
Útlendskir húsakeyparar
Fleiri útlendingar
vilja hava hús
í Føroyum
Føroysku húsameklarafyritøkurnar hava ongantíð fingið so nógvar
fyrispurningar frá útlendingum sum nú, og talið av seldum ognum
til útlendingar er vaksið lutfalsliga nógv seinastu fáu árini
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Um tú sum útlendingur um
hugsar at keypa eini hús í Før
oyum, er eingin lóggáva, sum
forðar tær í at gera tað. Út
lendingar
kunnu
nevniliga
keypa hús í Føroyum á jøvnum
føti við føroyingar. Rættindi
yvir fasta ogn skulu tinglýsast,
og tinglýsingarlógin fyriheldur
seg til nøkur formell krøv, har
mann ikki uppá nakran máta
ger mun á, hvar fólk koma frá.
At útlendingar keypa hús í
Føroyum er ein tendensur,
sum vindur meira og meira
uppá seg. Ferðavinnan er í
stórari menning, og í takt við
at áhugin fyri at ferðast til
Føroya
veksur,
so
veksur
áhugin fyri at keypa hús í Før
oyum eisini.
Hava selt fleiri hús
Um mann spyr føroysku húsa
meklarafyritøkurnar, Skyn og
Betri Heim, so uppliva tær ein
alsamt vaksandi eftirspurning
frá útlendingum. Báðar mekl
arafyritøkurnar hava selt hús
til útlendskar keyparar sein
astu árini, og útlendingarnir
eru mest áhugaðir í summar
húsum nær føroysku náttúr
uni.
- Útlendingarnir keypa ofta
tey smærru eldru føroysku
sethúsini heldur enn stór dýr
hús í høvuðsstaðnum. Vit hava
eitt nú selt hús í bygdum sum
Kvívík og Elduvík, sigur Kára á
Dunga, stjóri í Betri Heimi.
Petur Mohr Niclasen, stjóri í
Skyn, fortelur, at útlendingar
keypa fastogn frá Skyn á
hvørjum ári. Frá 2010 til 2014
vóru sera fáir útlendingar,
sum keyptu ognir frá Skyn. Í
2015 vóru tað so tveir og í 2016
keypti ein. Men í 2017 fór talið
heilt upp á fimm, og í fjør
keyptu tríggir útlendingar ogn
frá Skyn.
- Hetta eru ikki so høg tøl,
men um mann hyggur eftir
prosentvísa vøkstrinum, so er
vøksturin jú rættiliga stórur.
Hesi seinastu fýra árini hava
vit havt ein vøkstur upp á
meira enn 100 prosent, sigur
Petur Mohr Niclasen.
Óvanliga nógvir
fyrispurningar
Tað, sum er serliga áhugavert,
er økta talið av fyrispurning
um, tí vøksturin á fyrispurn
ingum frá útlendingum er økt
ur væl meira enn vøksturin á
søluni til útlendingar. Hvørki
Skyn ella Betri Heim hava
nakrantíð fingið so nógvar
fyrispurningar frá áhugaðum
útlendingum
sum
seinastu
tvey árini.
- Fólk ringja, skriva og koma
framvið fyri at spyrja um møgu
leikar at keypa sær summ
arhús í Føroyum, og tey eru
serliga áhugað í, hvussu tað
fyriheldur seg reint løgfrøði
liga, sigur Petur Mohr Niclasen
frá Skyn, og júst tann sama
tendensin uppliva tey eisini í
Betri Heimi.
Kára á Dunga fortelur, at í
summarhálvuni koma ferða
fólk frá ferðamannaskipum dag
liga inn á gólvið í Betri Heimi
at forvitnast. Um veturin er
ikki líka stórur eftirspurning
ur, men onkur einstakur er tó,
og hetta er bara vaksandi. Í
Skyn kemur størsti eftirspurn
ingurin eisini frá ferðafólkum,
men talan er eisini um fólk, ið
hava arbeitt í Føroyum og í
summum førum eisini pen
sionistar.
- Útlendingar kunnu
keypa smáar bygdir
Kára á Dunga sær tað sum ein
stóran trupulleika, at ein og
hvør kann keypa sær hús í
Føroyum uttan treytir. Hon
heldur, at mann skuldi fingið
skipað viðurskifti um keyp og
sølu av húsum í Føroyum, áðr
enn tað verður ov seint.
- Tað er so skjótt, at útlend
ingar kunnu koma og seta sín
dám á Føroyar, tí Føroyar eru
jú eitt so lítið land. Útlendingar
kunnu saktans uppkeypa smá
ar bygdir og býlingar, og so
verða húsini kanska bara brúkt
ein part av árinum. Eg meini
so við - ein ríkur oljusheikur
kann í prinsippinum loyva sær
at keypa næstan alla Sand
oynna, um fólk vilja selja til
hann, sigur hon.
Útlendingar
kunnu saktans
uppkeypa
smáar bygdir
og býlingar, og
so verða húsini
kanska bara
brúkt ein part
av árinum, sigur
Kára á Dunga
Vaksandi eftirspurningur:
Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi
Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn