Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. februar 2019 · Nr. 14 - Ikki rætt at ongar treytir eru - Um mann metir hetta vera ein trupulleika, eigur Løgtingið at taka tað upp, áðrenn tað verður til ein størri trupulleika, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, um at ongar treytir eru til útlendingar, sum umhugsa at keypa sær hús í Føroyum Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo Heðin Zachariassen er borgar­ stjóri í Sunda kommunu og næstformaður í Kommunu­fel­ agn­um. Sambært honum eiga fáir útlendingar hús í Sunda komm­unu í dag, og hann upp­ livir tí ongar nevni­verd­ar av­ bjóð­ingar ella trupulleikar við hes­um í núverandi løtu. Men hann meinar, at tað eiga at vera neyvari reglur og treytir um at keypa hús í Føroyum – bæði fyri føroyingar og útlend­ing­ar. - Tað er umráðandi, at tað eru greiðar reglur og manna­ gongd­ir fyri, hvat er galdandi, tá mann skal keypa sær hús í Før­oy­um. Vit eiga at hava nakr­ar ásetingar, sum lýsa nøk­ur ting púra greitt. Tí er tað rætt, at ongar treytir fylgja við? Tað haldi eg ikki, sigur Heð­in Zachariassen. Føroyingar hava eisini summarhús Føroyingar í hópatali hava summ­arhús uttanlands, og tí legg­ur Heðin Zachariassen dent á, at útlendingar eisini skulu kunna hava møguleikan at keypa sær summarhús í Før­oyum. - Tað eru nógvir føroyingar, sum eiga ognir uttanlands, og tað halda vit jú vera í lagi. Men har definerar lóggávan nokkso greitt, hvørjar treytir eru gald­ andi fyri eigaran. Tað verður eisini fylgt væl upp, tí hevur mann til dømis bú­stað­ar­ skyldu uttan at búgva har, kann mann rokna við at fáa trupul­leikar, sigur hann. Nógv hús standa tóm Í løtuni standa nógv hús tóm í smærru bygdunum í Sunda komm­unu, sum avbygdafólk eiga. Borgarstjórin sigur, at tað skal ikki vera nøkur loyna, at hann ynskir at fáa fleiri fólk at flyta til Sunda kommunu. - Tað er líkamikið, um tað eru útlendingar ella føroy­ing­ ar. Um útlendingar keypa hús og flyta her til fyri at búgva, so skulu teir vera vælkomnir til tað, sigur Heðin Zachariassen. Men hann stúrir fyri, at ein økt kapping um húsini kann elva til inflasjón. - Tey allar flestu av húsun­ um, sum standa tóm, eru ikki til sølu. Fólkini, sum eiga tey, brúka tey sum summarhús ella hús at koma í um viku­ skift­ini. Um eitt hús stendur tómt, ger tað ongan mun, um tað er ein føroyingur ella út­ lend­ingur, sum eigur tað. Men um útlendski áhugin økist, so má mann vera til reiðar til, at útlendingar møguleika fara at keypa húsini, tá húsaeigarar seta tey til sølu. Tað ger jú, at tey, sum selja, kunnu fáa ein hægri prís fyri húsini, og tá verður tað ivaleyst verri hjá føroyingum at fáa hús, um tað kemur inflasjón í, sigur hann. Løgtingið eigur at taka tað upp Heðin Zachariassen vísir á, at Løgtingið er myndugleikin, sum kann gera nakað við spurn­ingin um útlendingar, sum keypa hús í Føroyum. - Um mann metir hetta vera ein trupulleika, eigur mann at taka tað upp, áðrenn tað verð­ ur til ein størri trupulleika. Tað er Løgtingið, sum kann seta treytirnar, sum vit sum komm­unur so kunnu fyrihalda okk­um til. Løgtingið eigur at taka hetta upp til kjak og spyrja, hvussu og hvat mann kann gera í Føroyum, sigur Heð­in Zachariassen. Heðin Zachariassen: Treytir í Danmark Atgongdin hjá útlend­ing­ um at keypa fasta ogn í Dan­mark er avmarkað Eitt sokallað bústað­ar­ krav er neyðugt hjá bæði útlendingum og dansk­ar­ um, sum ynskja at keypa fasta ogn í Danmark. Antin skal mann hava fastan bú­stað í Danmark, ella skal mann hava búð í landinum í fimm ár tilsamans. Lúkar mann ikki hesi krøv­ini, er neyðugt at søkja um undantaksloyvi frá løgmálaráðharranum, har hædd kann verða tikin fyri fleiri ymsum fyri­ treyt­um. Fyri at fáa und­ an­taks­loyvi at keypa summarhús, skal mann til dømis ná­greini­liga kunna vísa á, at mann hevur eitt ávíst til­knýti til Danmark. Har­aftr­at eru nógvar ásetingar og treytir fyri at eiga summ­arhús. Kravið um bústað í Dan­ mark fevnir um alt konga­ ríkið. Føroyingar og grøn­ lend­ingar, sum lúka krøv­ini, kunnu sostatt væl keypa fasta ogn í Danmark. Kelda: Civilstyrelsen.dk - Um eitt hús stendur tómt, ger tað ongan mun, um tað er ein føroyingur ella útlendingur, sum eigur tað, sigur Heðin Zachariassen.