mánadagur 4. februar 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. februar 2019 · Nr. 14
- Føroyingar
hava ikki
hugsað um
avleiðingarnar
- Ein bygd, sum bara hevur summarhús, har eingin býr fast, er
ein avtoftað bygd í okkara eygum. Um mann ikki ger nakað
nú, kunnu vit missa møguleikan at fyribyrgja avleiðingunum,
sigur Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum,
um manglandi treytirnar til útlendskar húsakeyparar
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Útoyggjafelagið hevur í fleiri
ár virkað fyri at tryggjað fólki
við tilknýti til útoyggj møgu
leika at búgva har. Men alsamt
fleiri útlendingar vísa áhuga
fyri at keypa hús á útoyggj, og
hetta kann ávirka møguleikar
nar
hjá
føroyingum,
sum
ynskja tað sama.
- Útoyggjarnar eru spenn
andi og attraktiv støð. Men
hvat fer at henda, um teir út
lendingar, sum nú hava áhuga,
fara at bjóða hægri uppá hús
ini, enn føroyingar? Eg trúgvi
ikki, at føroyingar hava hugsað
um avleiðingarnar, sigur Olga
Biskopstø, samskipari í Út
oyggjafelagnum.
Hon vísir á, at tað longu nú
er trupult at fáa nakað at
búgva í á útoyggj. Millum lítið
og einki er at leiga, ongar út
stykkingar eru, og tað er nær
um ómøguligt at byggja, tí
bankarnir vilja treyðugt geva
lán. Einastu møguleikarnir eru
tey húsini, sum hendingaferðir
standa til sølu.
- Áhugin frá útlendingum
ger tað enn truplari hjá teim
um lokalu, tí nú skulu tey
keypa í kapping við bæði út
lendingar og aðrar áhugaðar
føroyingar. Tá kunnu húsini
blíva dýr, og tað hava út
oyggjafólk ofta ikki ráð til,
sigur Olga Biskopstø.
Summarhús kontra
heilárshús
Tað eru tey, ið vilja búseta seg
fast á útoyggj - men so eru tað
eisini tey, ið ynskja summar
hús á útoyggj, sum eru hin
stóra avbjóðingin hjá útoyggj
um. Nógvir føroyingar hava í
dag hús á útoyggj, sum bara
verða brúkt ein lítlan part av
árinum. Útoyggjafelagið sær
hetta sum eina hóttan ímóti
framtíðini hjá útoyggjum, tí
nettupp hendan avbjóðingin
verður enn størri, um tað vísir
seg, at útlendingar fara at
keypa hús á útoyggj fyri síðan
bara at halda til har ein part av
árinum.
- Ein bygd, sum bara hevur
summarhús, har eingin býr
fast, er ein avtoftað bygd í okk
ara eygum. Tað er umráðandi,
at tað eru fastbúgvandi á øll
um útoyggjum, tí tað eru tey,
sum tryggja, at mentanin verð
ur varðveidd, og at oyggin
verður røkt alt árið, Olga
Biskopstø.
Hon sigur, at Útoyggjafe
lagið tekur ikki dagar ímillum,
um tað eru útlendingar ella
føroyingar, ið búgva á útoyggj,
so leingi tey eru fastbúgvandi,
og lokalu útoyggjafólkini hava
góðar møguleikar at búgva
har.
- Okkurt má gerast nú
Útoyggjafelagið
meinar,
at
myndugleikarnir skulu tryggja
búsetingina á útoyggj við at
seta treytir til tey, ið eiga hús á
útoyggj uttan at búgva har.
- Mann skal hava greiðar
reglur um keyp av ognum í
Føroyum frá útlendingum. Í
dag eru eingi mørk fyri, hvat
fólk kunnu keypa, og útlend
ingar kunnu í roynd og veru
væl keypa eina heila oyggj.
Hetta er eitt kjak, mann eigur
at taka upp fyri at finna útav,
hvørji amboð mann vil brúka
politiskt, sigur samskiparin í
Útoyggjafelagnum.
Útoyggjafelagið hevur ikki
nakað beinleiðis boð uppá eina
konkreta loysn enn, men Olga
Biskopstø vísir á, at mann
kann umhugsa bústaðarskyldu
ella skyldu at leiga út. Hon
heldur eisini, at kommunurnar
og Bústaðir eiga at gera sítt
fyri, at leiguíbúðir og aðrar bú
staðarolysnir koma á útoyggj,
soleiðis at tey, ið ynskja sær
bústað á útoyggj, kunnu fáa
tað.
- Vit vóna, at myndugleikar
nir arbeiða við at finna onkra
loysn. Vónandi fer tað at ganga
rímiliga skjótt, tí um mann ikki
gera nakað nú, kunnu vit missa
møguleikan at fyribyrgja møgu
ligu avleiðingunum. Tá útlend
ingarnir longu hava keypt alt,
kann mann ikki bara taka ogn
irnar aftur frá teimum, sigur
Olga Biskopstø.
Útlendskir húsakeyparar
Útoyggjafelagið stúrir:
Útoyggjarnar í Føroyum:
Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Stóru Dímun, Skúvoy, Hesti og Koltur
Í Mykinesi eru fleiri gomul hús, sum gravgangur
er eftir frá bæði føroyingum og útlendingum
Olga Biskopstø, samskipari í
Útoyggjafelagnum, vónar, at
myndugleikarnir gera okkurt skjótt