mánadagur 4. februar 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. februar 2019 · Nr. 14
- Mugu hava
greiðar reglur
Sosialurin hevur spurt nakrar av føroysku
politikarunum, hvat teir halda um, at útlendingar
kunnu keypa hús í Føroyum uttan treytir
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Í fjør summar varð nógv kjakast
um útlendskar húsakeyparar, aft
an á Kringvarp Føroya varpaði ljós
á hetta. Hóast fleiri vóru samd um,
at mann mátti taka støðu til hetta
málið, so er einki ítøkiligt enn hent
frá politiskari síðu.
Men tað tykist í øllum førum
ikki, sum spurningurin um út
lendskar húsakeyparar er nakað,
sum føroysku politikararnir eru
ósamdir um. Teir flestu eru á ein
um máli um, at hetta er eitt nýtt
og týdningarmikið mál, sum ikki
eigur at fara framvið borðinum.
- Mugu
ansa eftir
húsunum
á útoyggj
-
Tað
er
ótrúliga
týdningarmikið, at vit
fáa nakrar reglur, sum
definera greitt, hvat mann kann, og hvat mann
ikki kann í Føroyum.
- Tað er kanska serliga avbjóðandi, um
útlendingar fara avstað við teimum húsunum
sum standa tóm á útoyggj. Hesum mugu vit ansa
eftir, tí tað kann blíva ein stórur trupulleiki. Í
Føroyum er ongin skylda, og tí haldi eg, nakrar
skyldur eiga at fylgja við. Hetta er absolutt nakað,
vit eiga at taka upp, áðrenn tað verður ein veldig
avbjóðing.
- Vit
skulu
gera sum
granna
londini
- Eg havi tann gener
ella hugburðin, at vit
skulu ikki behandla
onnur
øðrvísi,
enn
onnur behandla okkum. Vit skulu hvørki hava
strangari ella linari krøv enn okkara grannalond í
sambandi við hendan spurningin, tí føroyingar
hava eisini summarhús í øðrum londum.
- Men tað er so skjótt hjá einari lítlari tjóð sum
okkara at verða yvirrend. Um vit ikki vilja hava
linari krøv enn grannalondini, mugu vit dagføra
okkara lógarverk, so vit tryggja, at vit ikki gera
okkum inn á okkum sjálvi.
- Eiga
at hava
bústað
arskyldu
ella brúks
skyldu
- Fyrst og fremst skulu
vit føroyingar ongantíð føla okkum fremmandar
í okkara egna landi. Men tá tað so er sagt, so
keypa og byggja føroyingar hús í øðrum londum.
At vit so samstundis nokta øðrum at koma
hendavegin at keypa ella byggja hús hongur ikki
ordiliga saman.
- Men sjálvandi skulu avmarkingar vera so
sum bústaðarskylda ella brúksskylda. Eg meini
eisini, at tað skal vera munur á einum summar
húsi og einum heilárshúsi.
- Hevur
fylt lítið í
føroysk
um
politikki
- Eg haldi ikki, mann kann siga, at útlendingar ikki
skulu sleppa at keypa nakað sum helst. Hesin
spurningurin er so nýggjur og hevur fylt øgiliga
lítið í føroyskum politikki. Men tað mangla heilt
víst nakrar reglur, so vit betur kunnu stýra okkara
viðurskiftum.
- Deildar
mein
ingar um
ásetingar
- Eg reisti málið í
Landsstýrinum síðsta
summar, men har kom eingin eintýdd niðurstøða
um hetta. Tað vóru øgiliga deildar meiningar, um
mann yvirhøvur skuldi gera ásetingar, og hvørjar
tær ásetingarnar skuldu vera.
- Vit
skulu
ansa eftir
- Orðingin eigur at
vera, at vit skulu ansa
eftir, at útlendingar
ikki keypa ognir í
Føroyum. Áðrenn mann veit av, kann ein rúgva
av útlendingum keypa sær hús, sum bara koma
at standa tóm. Og hvat ger tað við eina bygd, tá
húsini bara standa tóm? Tað hava vit nokk av
avbjóðingum við framman undan.
- Dis
krimi
natión
at forða
útlend
ingum
- Tað er trupulut at gera eina lóg sum forðrar
útlendingum at keypa, tí tað kemur næstan
undir diskriminatión. Men hetta kann vera ein
stór avbjóðing hjá útjaðaranum. Kommunur
kunnu vera greiðari um, hvat er summmarhús, og
hvat er heilárshús. Tað kundi eisini verið ein
gongd leið at hugt nærri at bústaðarskyldu. Eg
haldi eisini, vit skuldu hugt at, hvussu mann
loysir hesa avbjóðingina aðrastaðni.
Kári P. Højgaard,
løgtingslimur, Sjálvstýri:
Magnus Rasmussen,
løgtingslimur, Sambandsflokkurin:
Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur,
løgtingslimur, Fólkaflokkurin:
Bill Justinussen,
løgtingslimur, Miðflokkurin:
Óluva Klettskarð,
løgtingslimur, Tjóðveldi:
Poul Michelsen,
landsstýrismaður í Uttanríkis- og
Vinnumálum, Framsókn:
Eyðgunn Samuelsen,
landsstýriskvinna í Almannamálum,
Javnaðarflokkurin:
Hetta halda politikararnir: