mánadagur 4. februar 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. februar 2019 · Nr. 14
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
117 ÁR SÍÐANI CHARLES LINDBERG VAR FØDDUR
Hendan dagin í 1902 var heimsgitni flogskiparin, Charles Augustus Lindbergh føddur. Hann gjørdist heimsgitin, tá hann
tann 20. og 21. mai 1927 fleyg einsamallur í flogfari sínum, Spirit of St. Louis, tvørtur yvir Atlantshavið. Hann fleyg 5 800
kilometrar frá New York City í USA til París í Fraklandi, flogferðin tók 33 og ein hálvan tíma, og var hetta fyrstu ferð, nakar
hevði megnað slíkt avrik. Lindbergh vitjaði eisini í Føroyum í 1933, tá hann lendi á Trongisvágsfirði við vatnflogfari sínum.
Konan Anne Morrow var annarflogskipari hjá honum. Hetta var stutt eftir at lítli sonur teirra varð rændur og dripin, so tey
høvdu ikki hug til veitsulag á Tvøroyri, men ótu døgurða hjá Guðmundi Mortensen og hildu leið sína víðari dagin eftir.
Frits Johannesen
Sunnudagin 27. Januar kl.
16:00 hevði Fuglafjarðar
hornorkestur eina frálíka konsert
í Mentanarhúsinum. Hetta var
fimmti ára lúraljóð, sum negldi
seg fast undir bitar og í vegg í
hesum valahúsi. Orkestrið hevur
mangan havt góðar tónleikaløtur,
konsertir her í bygdini - í kirkjuni ,
í Mentanarhúsinum og uttandura
í bygdini t. d. á jólum, tá ið spælt
verður her, úti á Kambsdali og á
Hellunum. Á Varmakeld-ustevnu
setir orkestrið sín dám á stevnuna
við føgrum tónleiki, tá ið tala
verður hildin við Mentanarhúsið
á hesari stevnu. Vakurt er tað at
orkestrið altíð hevur spælt til
flagdagshaldið í bygdini og ikki at
gloyma ljómin av kirkjuloftinum
jólaaftan, har orkestrið hevur
spælt ein hálvan tíma áðrenn
gudstænastuna síðani 1969, tá ið
Arnold leiddi orkestrið. Hetta eru
Guda givnar løtur.
Ja, tað er mangt og mikið, sum
farast kann um, tá ið tað snýr
seg um hornorkestur. Hetta er
ein vøkur glóð, sum vit hava her
í bygdini og aðrastaðni við her
á landi. Hetta er ein fólksligur
dráttur á tónleikaøkinum, sum
rørir við okkara hjartastreingir
og nørir um manga mentanarløtu
í okkara gylta samfelag. Hetta
er teimum, sum taka sær av
orkestrinum og spæla við í
hesum hópi, til mikla tign og
miklan sóma. “Æran” er fagrasta
træ í skógini, og tað hevur tað
verið síðani hesin musiski
tónleikabólkur varð settur í bás.
Fyrsti hornljómurin
Tann fyrsti ljómur, sum var her í
bygdini av hesum slag, var 1950.
Tá ið Havnar hornorkestur fekk
nýggj horn, keyptu fuglfirðingar
tey gomlu hornini frá hesum felag.
Hetta vóru gomul horn, sum ikki
vóru í besta standi, men hóast
tað, so varð farið undir blásturin
. Teir, sum løgdu lunnar undir
hetta tilktak vóru t. d. Esman
Jacobsen, spældi piccolo, Finnur
Olsen baryton, Aksel Jacobsen
cornet, Jacob(Jov) Samuelsen
althorn, Eilif Samuelsen cornet,
Eli Olsen stóru trummu, Óli Olsen
lítlu trummu, Hans J. Hansen bass
og Símun Pauli Reines, althorn.
Tað vóru kanska fleiri. Esman
stjórnaði orkestrinum, samtíðis
sum hann spældi upp á piccolo.
Orkestrinum var ikki langt lív
lagað, kanska tí at hornini vóru
so vánalig og ikki fekst støðug
manning til orkestrið. Eilif
Samuelsen kom aftur til bygdina
1958 eftir lokna læraraútbúgving
og royndi at fáa lív aftur í
orkestrið, men tað eydnaðist ikki,
kanska tí at hornini vóru vorðin
so úrsýnd, at lív fekst ikki aftur í
hesar ljómandi lúðrasálir.
Finnur Olsen tók mangan
til orðanna yvir fyri Arnoild
Abrahamsen um at fara undir
aftur at fáa orkestrið upp á føtur
aftur. Um so skuldi verða, so var
neyðugt við nýggjum ljóðførum.
Skótarnir høvdu fingið tey gomlu
hornini og fóru undir at brúka tey,
og onkuntíð hoyrdist hesin ljómur,
tá ið skótarnir gingu í skrúðgongu
Vestur í Innandals. Hetta var
sjáldsamt.
Nýtt orkestur
Um so var, at farast skuldi undir
nýtt orkestur, so skuldi ein
upphædd upp á 20.000 – 30.000 kr
til fyri at fáa nýggj ljóðføri. Hetta
var nógvur peningur, tí árslønin
hjá einum lærara var um hetta
mundið smáar 20.000 kr.
27. januar 1969 komu nakrir
mans saman í skúlanum, og
endamálið henda dag varð at
stovna eitt hornorkestur í bygdini.
Ein nevnd varð vald. Í hana komu
Arnold Abrahamsen, formaður.
Jørgin Andersen, næstformaður,
Frits Johannesen , skrivari. Finnur
Olsen, kassameistari og Poul Jacob
Hansen, nevndarlimur.
Farið varð beinanvegin at fáa
gongd á. Umsókn varð send til
kommuna um at fáa stuðul kr
30.000 kr – 3000 kr um árið í 10
ár. Hetta varð játtað felagnum.
Felagið kundi nú taka eitt lán upp
á 30.000 kr. við einum árligum
avdrátti upp á 3000 kr um árið.
Rentuna mátti felagið sjálvt
rinda. Hesin peningur varð fingin
til vega t. d. við eydnuhjóli og
limagjaldi.
Hornini vóru bíløgd. Tað var
Ludvík Breckman, ið hevði gott
samband við Bossey and Hawkes,
ið gjørdi dygdargóð ljóðføri, sum
skaffaði okkum hornini fyri
innkeypsprís. Hetta var væl gjørt.
Venjingarhølið
Venjingarnar í fyrstuni fóru fram í
eini skúlastovu í skúlanum. Hetta
var eitt sindur stravið, tí borð og
stólar skuldu flytast og setast upp
á pláss aftur. Skuldi orkestrið hava
framgongd, so máttu vit finna
onnur høli. Júst um hetta mundið
bygdi Føroya banki ein nýggjan
bygning á Muntra. Arnold setti seg
í samband við Føroya banka um at
fáa eitt høli til venjingina í hesum
nýggja bankabygningi. Hetta
varð okkum játtað, og bankin
fór beinanvegin at innrætta eitt
høli til hetta endamál. Leigan var
tann sama, sum hinir leigararnir
rindaðu.
Skuldi orkestrið hava
framgongd, so máttu vit hava
ein professionellan venjara, men
skuldi hesin tørvur nøktast,
so mátti annar løgur til. Aftur
skrivaði Arnold til bankans leiðslu
um støðuna og eisini um t. d. tann
mentanarliga týdning, ið orkestrið
hevði fyri bygdina . Boð komu
beinanvegin frá leiðsluni, har teir
settu leiguna niður í helvt. Øll tey
45 árini orkestrið búleikaði her,
var leigan bert symbolsk .
Venjarar
Fyrsti venjarin, ið kom til
Fuglafjarðar , var Kgl. Kapel
musicus Svend Rasmussen, sum
búði á Lavtoftevej nr. 16 í Søborg í
Keypmannahavn. Hann kom fleiri
ár á rað at hjálpa okkum og var
her uml. ein mánað hvørja ferð.
Kongaliga Teatrið rindaði honum
lønina, men vit skuldu sjálvandi
gjalda ferðapeningin. Hann
búði hvørja ferð hjá Mathildu og
Arnbold fyri einki. Stuðul fingu
vit eisni frá t. d. Dansk Færøsk
kulturfond. Dirigentarnir vórðu
løntir eftir kvøldskúlaskipanini,
men í 1983 kom lóg um
musikskúlar, og síðani tá hevur
venjarin verið løntur eftir hesari
skipan.
Arnold Abrahamsen leiddi
orkestrið í byrjanini. Hann hevði
eisini eitt ungdómsorkestur í
skúlanum. Aðrir , ið komu at venja
orkestrið, vóru John Carr, Klaus
Bjerre, Robert Oughton , Albert
Meek, Kenneth McCloud, Craeme
Rudd og Kjel Orseth. Yngsti
venjarin, ið orkestrið hevur havt,
er Rúni Hentze, sum sanniliga
er ein góður orkesturleiðari og
ein dugnaligur cornet/trompet
spælari . Nú hevur bróðirin
tikið um endan, Johan Hentze.
Hann er eisini ungur og hevur
eina góða útbúgving . Hann er
sanniliga eisini ein dugnaligur
orkesturleiðari og somuleiðis
góður trompet/corne spælari.
Teir eru synir til Ann Mari
og Leiv Hentze á Kambsdali.
Johan leiddi orkestrið henda
fagnaðardag. Hann hevur eina
holla útbúgving á Royal Scottish
Academy of Music and Drama
(í dag eitur tað Royal Scottish
Conservatoire).Tann fyrsta
útbúgvingin hann fekk var:
"Bachelor of Music (Performance)
with Honours". Tann seinna var
ein "Master of Music" útbúgving.
Orkestrið hevur verið uttanlands
3 ferðir - í Skottlandi 1988 á
konsertferð saman við Klaksvíkar
hornorkestri, í Englandi 1993, í
Íslandi 1998 og unglingaorkestrið
var í Danmark 1987.
Endi
Hetta var ein ljómføgur konsert,
har formaður felagsin, Jógvan
Finnur Poulsen, lærari og
skyldmaður kom við einari
frálíkari frásøgn um orkestrið
millum løgini, sum spæld
vórðu. Eitt sjáldsamt lag varð
spælt, sum Óli Johannesen,
harmonikuspælari hevði
skrivað: Tango at Sunrise, sum
Grame Rudd hevði útsett . Ja,
tað var rørandi at hoyra, har
tú í tínum sinni og skinni flutti
teg aftur í tíðina. Ja, mangir av
hesum Guds vinum, sum farnir
eru, komu fram í ljósmála t. d.
Hans J. á Brúnni, yngri, Finnur
Olsen, Aksel Jacobsen, Jógvan
Ólason, Hjørleif Hansen,Theodor
Jacobsen, Jónsvein Poulsen og
Kenneth McCloud. Ì nevndini
sita Jógvan Finnur Poulsen,
formaður, Kristbjørg Petersen ,
næstformaður, Ann Mari Hentze,
kassameistari, Guðrið Samuelsen,
hølisumsitari og Lív McLeod,
nótavørður. Tað er eitt dygdarverk,
ið hesi fólk útinna.
Hjartaliga til lukku við teimum
fimmti árunum , blíðan byr í
komandi tíðum og tøkk fyri
manga fagnaðarløtu í tí farna.
Fuglafjarðar hornorkestur fimmti ár