Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 4. februar 2019 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NÝTT STAKLAG HJÁ GRETU SPÆLT YVIR 100.000 FERÐIR Staklagið hjá Gretu Svabo Bech, All My Bones, sum kom út 1. februar, og tekst-videolagið, sum fylgir við, og sum varð deilt dagin eftir, hevur um vikuskiftið longu verið sæð yvir 100.000 ferðir. Tekst-videolagið og myndirnar, sum fylgja við útgávuni, byggja á tær serligu infrareyðu føroysku nattúrumyndirnar, sum Greta hevur tikið. Hesin mátin at av­ mynda umhvørvið uppá fangar júst tað rúmið, sum gevur íblástur til ljóðmyndina. Greta greiðir soleiðis frá: – In­fra­reyð myndatøka er ikki vanlig at síggja av føroysku nattúruni, men hetta slagið av myndatøku lýsir mína tónleikaverð betur enn eg fyrr havi verið før fyri og ímyndar Føroyar sum eina dreymaverð, sigur hon. Ása Michelsen, fødd Christiansen úr Havn, andaðist á Ellisheiminum mikumorgunin 30. januar, 100 ára gomul. Sofía Grønagarð, fødd Bjartalíð vanliga nevnd Fía, ættað úr Klaks­ vík, búsitandi í Havn, andaðist á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimið í Runavík leygardagin 2. februar, 78 ára gomul. Jóhanna Kristina Sørensen, vanliga nevnd Hanna, ættað úr Vestmanna, bú­sit­ andi í Húsavík, and­ að­ist fríggjadagin 1. februar, 69 ára gomul. Poula Poulsen, av Skála andaðist á Landssjúkrahúsinum týsmorgunin 29. jan­ uar, 67 ára gomul. ANDLÁT Vælkomið Bestu ynskir lítla barn Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku við barninum, og vit vilja fegin siga frá hesum í teiginum “Føðingar”. Send teldupost til: barn@sos.fo Upplýs: Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.), navn foreldranna/systkin og bústað. Send mynd við Øll børn, sum koma í blaðið, fáa ein bamsuklút sendandi frá Sosialinum Fjøllistamaðurin í Klaksvík, sum í løtuni er í ferð við at end­ur­ byggja garðin hjá Nóls­oyar Páll, fekk heiðurin og tær 75.000 krón­ur­nar Tekst og myndir: Dávur Winther Listavirðisløn Nólsoyar Páls varð leygarkvøldið lat­in Arch­i­bald Black, fjøl­list­a­ manni á samkomu í Spinn­ ar­í­num í Klaksvík Heiðurslønin, ið varð sett á stovn í 2013 av Klaksvíkar bý­ráð, er virðisløn upp á 75.000 krónur, sum eitt sterkt og virkið vinnulív í býn­um saman við býráðnum let­ur. Tónleikur var á skránni við Hamradun og einum bólki settur saman til høvið, sum spældi kend løg av Pink Floyt. Eisini var eitt videobrot spælt av fólki, sum umtalaðu lista­gáv­ur­nar, Archibald hev­ur á so mangan hátt – inn­an tón­leik, list, tekning og ikki minni handverk. Góð 100 fólk hvødu leitað sær til hugn­a­liga Spinnaríið, sum er sera væl egnað til slík­ar sa­m­komur. Tó at Archibald er lít­il­lát­ in av lyndi og hevði hug at muta ímóti, so kundi hann ikki fjala, at hann var glaður fyri henda heiður, honum varð sýnd­ur. Tað vóru nógv, sum heilsaðu honum við orðu­num: »Hetta hevur tú sann­i­liga uppiborið«. Heiðurslønin verður latin til lokal listafólk, sum á ein hvønn hátt hevur skarað fram­úr. Undanfarnu virðislønir er latnar: 2013: Hanus G. Johansen 2014: Edward Fuglø 2015: Eyð Matras 2018: Steintór Rasmussen og so 2019: Archibald Black Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, handar Archibald Black listavirðisløn Nólsoyar Páls í Spinnarínum leygarkvøldið Archibald Black fekk listavirðisløn Nólsoyar Páls Rani Wardum løg­ reglu­maður í 40 ár Fríggjadagin hevði Rani Ward­um í Havn 40 ára starvs­dag sum poli­tist­ ur. Rani Wardum er son­ ur Jo­hannes og Bodil Ward­um undir Varða í Havn. Rani Wardum er 61 ára gam­al, og hann var 21 ár, tá hann tann 1. febr­u­ar í 1979 gjørdist pol­it­ist­a­næm­ing­ur. Eftir lokna út­búgv­ ing varð hann settur pol­i­tist­ur í Havn. 1. februar í 1987 varð hann settur í starv í År­ hus í Dan­mark til 1. juni í 1989, tá hann aftur varð settur í starv sum pol­i­ tist­ur í Havn. Rani eigur børnini Ják­up, Ingrid, Petur og Hel­enu. Rani Wardum saman við unnustuni Ann Mari Haraldsen og børnunum Helenu og Petur Nógv fólk vóru komin saman á Spinnarínum, tá virðislønin varð handa leygarkvøldið Vitalia og Archibald Black saman við Jógvani Skorheim, borgarstjóra