mánadagur 4. februar 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. februar 2019 · Nr. 14
Nú kavin hevur ligið, og
veðrið hevur verið gott, hava
kommunur stongt vegir av
fyri ferðslu, so børn og
vaksin kundu skreiða.
Fólk eru sera positiv
um góðu gongdina
- Januarmánaði ber boð um eitt spennandi ár, sigur
borgarstjórin í Vágs kommunu, Dennis Holm
Vilmund Jacobsen
Ársins fyrsti mánaður hevur
verið ein góður í skatti, bæði
hjá landskassanum og hjá
kommunukassunum
kring
landið.
Tað vísir ein uppgerð hjá
Taks yvir skattainntøkurnar í
januar.
Hyggja vit eftir kommun
unum, vísir uppgerðin, at hes
ar í januar fingu 153,7 miljónir
inn í skatti. Tað eru heili 15,44
prosent meiri enn í januar
mánaði í fjør.
Fegnast í Suðuroy
Eisini í Suðuroy kunnu tey
fegnast um góðu gongdina, og
ikki minst í Vági er hýrurin á
borgarstjóranum,
Dennisi
Holm, góður.
Hann
ásannar,
at
økta
virksemi í Suðuroy seinastu
mánaðirnar eisini hevur ført
við sær øktar skattainntøkur.
Vágs kommuna fekk í janu
ar 3,6 miljónir krónur í per
sónsskatti, og hetta er 570.750
krónur - ella heili 18,7 prosent -
meira enn í januar í 2018.
- Vit gleðast um økta virk
semi her á leiðini, har kanska
serliga virksemið hjá Bakka
frost hevur havt stóra ávirkan.
Tað er at fegnast um, at fólk
aftur hava møguleika at fara
til arbeiðis og vinna sær til
lívsins uppihald, sigur borgar
stjórin í Vágs kommunu.
Merkist á fólki
Dennis Holm vísir á, at tey í
Vági í longri tíð hava havt eina
góða gongd, og hetta merkist
eisini aftur á fólki, sum eru
sera positiv um gongdina og
um nýggja virksemið, sum er
byrjað og fer í gongd í nærum
hvørvinum í næstum.
- Øktu møguleikarnir fyri
arbeiði gera eisini, at áhugin at
flyta til Vágs og til Suðuroynna
annars er veksandi, og vit
síggja eisini nýggjar tilflytarar
hvønn mánað. Hetta er huga
ligt, leggur hann aftrat.
Spennandi ár
Dennis Holm sigur, at í fíggjar
ætlanini hjá Vágs kommunu
fyri 2019 er mett, at persóns
skattainntøkurnar í 2019 verða
umleið tær somu sum í 2018.
- So, vit kunnu bara siga, at
januarmánaði ber boð um eitt
spennandi ár, leggur borgar
stjórin í Vágs kommunu aftrat.
Gongur
rættan veg
á Tvøroyri
Vilmund Jacobsen
Rákið í fólkatalinum á
Tvøroyri kvinkar spakuliga
rætta vegin, og á teknisku
deild
hjá
kommununi
merkja tey nú eisini ein
øktan áhuga fyri at útvega
sær grundstykki.
Í løtuni hevur kommun
an 11 grundstykkir til sølu í
Heiðatrøðni, og á Tvøroyri
siga tey, at hesi liggja sera
væl fyri.
- Her er stutt til skúla,
ítróttarøki, til handils og
til samferðsluhavnina. Eis
ini er útsýnið av Heiða
trøðni sera gott.
Á Tvøroyri siga tey, at
prísurin á grundstykkjun
um er 265 krónur fyri fer
meturin, og tá eru íbind
ingargjøld íroknað.
- Tað ber til at biðja um
eitt grundstykki, uttan at
hetta er bindandi. Hetta
merkir,
at
kommunan
fyrst spyr tey á bíðalistan
um, áðrenn grundstykkið
verður selt øðrum, siga tey
í Tvøroyrar kommunu.
HÁLV ØKT: Á kyndilsmessu, sum er 2. februar, er ein
hálv økt komin aftrat degnum, og veturin hevur mist
annað beinið.
Soleiðis skrivar fyristøðumaðurin í Koltri á Facebook.
Ein økt er eitt tíðarskeið á tríggjar tímar
– ella 1/8 partur av samdøgrinum.
Kambur keypti mest
Prísurin fyri tosk
á Flemish Kap
var stívliga ein
króna fyri kilo
Vilmund Jacobsen
Tá
Fiskimálaráðið
herfyri
seldi 1.276 tons av toski av
føroysku
toskakvotuni
á
Flemish Kap, var tað frysti
línuskipið
Kambur,
sum
keypti størstu nøgdina, 526
tons tilsamans.
Næst
størstu
nøgdina
keyptu teir, sum eiga frysti
línuskipið Klakk, 500 tons til
samans.
Tey írestandi tonsini av
teimum 1.276 – ella 250 tons
tilsamans – keyptu teir, sum
eiga frystilínuskipið Eivind.
Toskurin varð keyptur á
uppboði fyri stívliga eina
krónu fyri kilo, og sølan gav
landskassanum
1.324.800
krónur tilsamans.
Tað vóru bara hesir tríggir
keypararnir, M&S Strendur
P/F (Kambur), Undir Klakki
P/F (Klakkur) og Fossá P/F
(Eivind), sum bjóðaðu seg
bjóðaðu upp á hesi 1.276 tons
ini av toski.
Øll hesi trý skipini fiska í
løtuni á Flemish Kap.
- Øktir møguleikar fyri arbeiði gera, at áhugin at flyta til Vágs og
til Suðuroynna annars er veksandi, og vit síggja nýggjar tilflytarar
hvønn mánað, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu
Kambur keypti
526 tons av toski
á uppboðssølu