Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. februar 2019 · Nr. 14 Havsbrún hevur søkt um byggiloyvi til silogoymslur, og á býráðsfundi í Fuglafirði hóskvøldið kemur málið til viðgerðar. Ferðin er eitt sindur minni - Smærri lekar og spreinging av brunnum merktu gongdina Nú er ein tíð síðan, at vit sóu tey stóru metratølini í arbeiðnum at spreingja Eysturoyartunnilin. Men, tað er gongd í alla tíðina. Í síðstu viku vórðu sprongd­ir 99 metrar til­ sam­ans. Smærri lekar og spreinging av brunnum merktu framgongdina í síðstu viku. Nú eru sprongdir 9.402 metrar av teimum 11.250 metrunum, sum Eyst­uroyartunnilin verð­ ur langur. Soleiðis eru nú 1.848 metrar eftir av saml­aðu tunnilslongdini. Í síðstu viku vórðu sprongd­ir 46 metrar á Hvítanesi. Frá rund­koyr­ ingini undir Skálafirði og móti Hvítanesi vórðu sprongd­ir 21 metrar – og frá rundkoyringini móti Saltnesi vórðu sprongdir 32 metrar. EM Asfalt gjørdi besta asfalt­arbeiði Vilmund Jacobsen Tað var asfaltliðið hjá EM Asfalti í Søldarfirði, sum vann heiðurin fyri at hava útint ársins besta asfaltavrik. Umleið 110 fólk luttóku á Asfaltdegnum 2019, sum varð hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin, har ein røð av framløgum um avbjóðingar og annað í samband við asfaltvinnuna vórðu hildnar. Í fjør vann HJ Asfalt í Klaksvík heiðurin fyri besta asfaltavrik, sum var fyri asfaltering av Nýggjavegi í Klaskvik. Í ár streyk EM Asfalt í Søldarfirði so avstað við sigrinum fyri ársins besta avrik, sum er fyri asfaltarbeiðið av R.C. Effersøesgøtu í Havn. Stjórin í EM Asfalti, Edvard Mikkelsen, var sum vera man fegin um avrikið, sum hansara arbeiðsfólk hava framt so væl, at tey vunnu heiðurin fyri 2018. - Uttan góð arbeiðsfólk, fært tú ikki góð úrslit, so eg má takka teimum fyri hetta, segði Edvard Mikkelsen, tá hann og asfaltlið hansara høvdu tikið ímóti heiðursbrævinum á Hotel Føroyum. Í grundgevingin fyri at lata EM Asfalti heiðurin fyri besta asfaltavrik í fjør, skrivar dómsnevndin soleiðis: "Arbeiðið er væl gjørt. Vegbreytin er sløtt og einsháttað. Longdarsamlingin er løgd skilagott í mun til ferðsluna, og valdi arbeiðshátturin er góður. Harumframt er arbeiðið við brunnum og ristum væl gjørt.” Trý arbeiðir vóru í kapping um at vinna heiðurin. Umframt EM Asfalt, sum gjørdist vinnari, vóru tvey arbeiðir hjá HJ Asfalt við í kappingini um heiðurin. Annað fyri asfaltarbeiðið í Kunoyartunlinum, og hitt fyri asfaltering av landsvegnum við Tjørnunes norðan fyri Skipanes á Skálafjørðinum. Í dómsnevndini fyri at kjósa ársins asfaltavrik sótu Albert Patursson, verkfrøðingur á Infrakervi, Landsverk, Dávur Johannesen, starvsfólk frá royndarstovuni hjá Framleiðsludeildini í Hundsarabotni, Landsverk, og Anders S. Johansen, produktteknikari og liðleiðari á royndarstovuni hjá NCC Industry í Danmark. Hetta veit Landsverk at siga. ÍTRÓTTARHÚS: Hóskvøldið 7. februar fer Fugla­fjarðar býráð at við­gera uppskot til sáttmála við Sp/f Heildarverk um bygging av ítróttar­húsi í Fugla­ firði, o­g á fund­in­um fyriliggja eisini tilmælir frá mentamálanevnd og fíggjarnevnd. Fegnast um fríhandils­- avtalu við Bretland Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur seg vænta, at samráðingar skjótt verða um broytingar í handilsavtaluni millum Føroyar og Bretland, soleiðis at onkrar av teimum forðingum, sum eru “arvaðar” frá fríhandilsavtaluni við ES, tá verða loystar Vilmund Jacobsen - Bretland er ein av teim­ um týdningarmiklu markn­að­unum hjá før­ oysk­ari út­flutn­ings­vinnu, og inn­flutn­ing­ur­in úr Bretlandi hevur eis­ini verið veks­andi sein­astu árini. Frí­handils­av­tal­an, sum er gjørd við Bret­land, lík­ist fríhandils­avtaluni við ES við teimum av­ mark­ingum, sum eru í hes­ari. Tað sigur Føroya Ar­ beiðs­gevarafelag í dag. Felagið vísir á, at tær av­markingar, sum Før­oy­ ar hava í handilsavtaluni við ES, eisini eru at síggja í avtaluni við Bretland, eitt nú viðvíkjandi toll­ fríu kvotunum. - Tíverri eru tollfríu kvot­urnar, sum ikki fáa álagdan toll til Bretlands, sam­svarandi minni í nýggju handilsavtaluni. Hetta kundi Føroya Ar­beiðsgevarafelag sjálv­ andi ynskt ikki var so, tí tað hevur stóran týdning fyri føroyskar fyritøkur, at tað er fríhandil á so nógv­um vørum sum gjør­ligt. - Hinvegin skilja vit eis­ini væl, at støðan nú so stutt uppundir Brexit er óvanlig, og at stundir ikki hava verið hjá bretsku stjórini at sam­ ráð­ast um handils­av­tal­ ur­nar av nýggjum. Føroya Arbeiðs­gev­ara­ felag sigur seg tó vænta, at samráðingar skjótt verða um broytingar í handils­avtaluni millum Før­oyar og Bretland, og felagið vónar, at onkrar av teimum forðingum, sum eru “arvaðar” frá frí­ handils­avtaluni við ES, tá verða loystar. - Eitt nú er upplagt, at felagsnevndin millum Føroyar og Bretland hygg­ ur upp á tollfríu kvot­ urnar og aðrar við­kom­ andi handils­forð­ing­ar, sum forða fyri sam­ handli millum londini, siga tey í Føroya Ar­beiðs­ gev­ara­felag í dag.