mánadagur 4. februar 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. februar 2019 · Nr. 14
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Soleiðis skrivaði Sosialurin
fyri 25 árum síðani – tann 20.
januar í 1994:
»Í gjár kundi Tíðindablað
ið Sosialurin bera tey tíðindi,
at fjúrtan tingmenn høvdu
givið
tingformanninum
eitt skriv, har teir beinleiðis
krevja av honum, at hann
teirra vegna reisir ákæru
móti Peturi Hermansen við
kravi um, at orð hansara í
Útvarps-Fimmaranum tann
5. januar um ferðapening til
tingmenn verða dømd deyð
at vera.
Sambært teimum fjúrtan
tingmonnunum segði Pet
ur Hermansen, at tingmenn
fingu 90.000 krónur í ferða
peningi, og at teir ikki gjalda
við
strandfaraskipunum
umframt at fleiri teirra hava
frí hús í Havn. Í klombrum
gera teir fjúrtan tingmenni
nir vart við, at 90.000 ikki er
rætta krónurtalið, men at tað
er 82.350 krónur fyri teir, ið
eru valdir í Norðoyggjum og
Suðuroy.
Ikki roknifeilur
í milliardklassa
Teir fjúrtan tingmenninir, ið
hava skrivað undir skrivið til
tingformannin, eru Vilhelm
Johannesen, Anfinn Kalls
berg, Heini O. Heiniesen, Karl
Heri Joense, Biels P. Daniel
sen, Sverri Midjord, Hergeir
Nielsen, Henrik Old, Flemm
ing Mikkelsen, Mikkjal Sør
ensen, Svend Åge Ellefsen,
Jóhannu Ellefsen, Jógvan
Adolf Johannesen og John
Petersen.
– Eg haldi hetta vera sera
stuttligt, og hetta fer meg
eini stoltan, sigur Petur Her
mansen í stuttari viðmerking
við Tíðindablaðið Sosialin.
– Tað allar stuttligasta við
hasum skrivinum hjá ting
monnunum er, at teir rætta
talið, eg skal hava sagt, tí tað
er 7.650 krónur við síðunaav.
Eg meini, at teir áttu heldur
at havt tagt, tí øll vita, at før
oysku politikararnir sjálvir
hava roknað fleiri milliardir
við síðuna av í summmum
førum. Og tað nýggjasta, eg
kann vísa á, er jú sjálv fíggj
arlógin, ið teir iheldur ikki
fáa at hanga saman.
Skriva nøvnini upp
Petur Hermansen sigur, at
fólk áttu at skrivað sær hesi
fjúrtan nøvnini upp, so tey í
hvussu er funnu útav, at tað
er upp á tíðina, at hesir fara
úr føroyskum politikki.
– Eg havi sjálvur handan
Útvarps-Fimmaran á bandi
heima, og eg tori við 100%
vissu at siga, at eg einki hava
sagt har, ið teir kunnu hanga
meg uppá, sigur hann.
– Verturin í útvarpsstov
uni, Helgi Jacobsen, nevndi
sjálvur plássini og støðini og
so nevdi eg tær 90.000 krón
urnar. Og eg eri heldur ikki
tann fyrsti, ið nevni talið, tí
tað kom eisini fram eitt nú á
Eldradøgunum uppi í Norð
urlandahúsinum, har polit
ikarar vóru til staðar. Men
har var einki svar givið, tá
ferðapeningurin kom fram.
Esini vísir Petur Herman
sen á, at ein av landsstýris
monnunum júst hevur eftir
lýst í blaðgrein, at samfelagið
hevur brúk fyri eygleiðarum
og kritikarum, so tað kann
ikki vera annað enn í tráð við
tað, at eitt nú mál sum ferð
apeningurin til tingmenn
koma fram.
– Tað er ótrúligt, at fjúrt
an tingmenn brúka tíð upp
á at spraka beinini udnan
einum Palleba, heldur enn
at brúka hana upp á at loysa
ta stóru kreppuna, sum er í
landinum.
Mong hava ringt
fyri at stuðla
– Og annars eri eg, síðani
hetta skrivið kom fram í
tinginum,
uppringdur
av
einum hópi av fólki, ið siga
seg stuðla meg fult út, og
biðja meg gera meira a eina
aðru ferð, sigur hann.
– Eg ivist í, um tað man
fara at koma so vítt, at talan
verður um nakra stevning,
men um so er, verður hetta
»ársins joke« fram um allar
aðrar. Og hetta er í hvussu er
ikki nøkkur reklama fyri pol
itikararnar, men heldur fyri
meg persónliga, so eg haldi,
at málið longu hevur sligið
bakk.
Petur Hermansen sigur,
at undan umrødda Útvarps
Fimmara varð heitt á fólk
um at ringja inn og loysa frá
tungubandinum og siga sína
hugsa, so tí kann tað ikki
vera komið dátt ið hjá ting
monnum, at hann eisini nýtti
høvið til at stað og ringi inn
til sendingina.
Ikki tikið støðu
Sambært
Tíðindablaðnum
Sosialinum í gjár hevði Lasse
Klein, tingformaður, enn ikki
tikið støðu til, hvat hann fór
at gera við skriið frá teimum
fjúrtan tingmonnunum.
Men Tíðindablaðið Sos
ialurin skilir, at hann eitt nú
hevur heft seg við, at skrivið
ikki er orðað sum ein áheit
an um at stevna, em sum
eitt beinleiðis krav. Vanliga
verða slík skriv ikki orðað
í so sterkum vendingum, tí
vanligur fólkasiður er, jú at
biðið verður um, at okkurt
verður gjørt, – ikki at tað
verður kravt, sum gjørt er í
hesum førinum.
Ikki eydnaðist í gjár at
fáa orðið á tingformannin,
en helst er rættiliga ivasamt,
hvørja støðu hann fer at taka
til hetta heldur margháttliga
mál.«
– Hetta er stuttligt
og ger meg stoltan
SOSIALURIN 1994
AFTURHVARV – Ótrúligt, at fjúrtan
tingmenn brúka tíð upp á at sparka
beinini undan einum Palleba, heldur
enn at brúka hana upp á at loysa
ta stóru kreppuna, sum er í land
inum, sigur Petur Hermansen
Hendan greinin stóð í Sosialinum 19. januar í 1994 og snúði seg um 14 tingmenn, sum kendu seg
so stoyttar av, at lagt varð eftir løn og samsýning hjá løgtingsmonnum
Forsíðan á Sosiaiinum 20. januar í 1994. Tað áhugaverda við hesi søguni var – sambært Sosialinum – at fjúrtan tingmenn
høvdu tikið sær tykni av skuldsetingum í »Fimmaranum« í útvarpinum, har ein privatpersónur gav ilt av sær um lønir,
eftirlønir, ferðapangar og aðrar snøklar, sum hann segði tingmenn fáa. Tingmenninir vildu hava løgtingsformannin at afar í
rættin við privatmanninum, sum var Petur Hermansen í Havn
Petur Hermansen, sum fekk
øði í 14 tingmenn, tá hann
argaði teir við koyripengum
fyri 25 árum síðani