Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. februar 2019 · Nr. 14 TÍÐINDI Ongin semja um landsstýrissess ella nevndarval Samgongan hevur enn ikki loyst javnvágstrupulleikan, sum kom eftir at Rigmor Dam fór frá sum landsstýriskvinna og nýggjur formansskapur var valdur í fíggjarnevndina Árni Gregersen Tað skeiklaði javnvágina hjá samgonguni, tá ið Rigmor Dam fór frá, sum lands­stýris­ kvinna við mentamálum og tá ið and­støðan valdi nýggjan for­mann í fíggjarnevndini. Løgmaður røkir í løtuni málsøkini hjá Rigmor Dam, so har er framvegis javnvág mill­ um flokkarnar í samgonguni, hó­ast eitt landsstýrisfólk mangl­ar. Øðrvísi er í fíggjarnevndini. Har var Ruth Vang, Fram­ sókn, forkvinna. Tað var ein part­ur av samgonguavtaluni, at Framsókn átti hendan for­ manssessin, men alt hetta fór av lagi, tá ið Kristin Michelsen var koyrdur úr Javn­aðar­flokk­ inum. Tað fekk andstøðuna til at krevja nýtt formansval í fíggj­ ar­nevndini, sum so eisini end­ aði við, at Bárður á Steig Niel­ sen, Sambandsflokkurin, gjørd­- ist nýggjur formaður í fíggj­ar­ nevndini. Formanssessurin í fíggj­ar­ nevnd­ini er tann nevnd­ar­for­ mans­sessur, sum hevur hægstu tign millum tingfólk. Fram­sókn hevur tí eisini fingið ígjøgn­um í samgonguni, at bleiv formaðurin skiftur, so skulu allar nevndirnar veljast av nýggjum aftur. Síðani er landsstýris­sess­ urin við mentamálum vorðin tóm­ur. Tí verður gitt og spekulerað um tað er ein loysn, at brúka hann til at fáa javn­ vág í aftur í samgonguni. Gott spinn Politikkur er sjálvandi komin í bæði málini. Løgmaður avger sjálvur hvør skal tilnevnast, sum lands­stýrismaður, men hann ger tað neyvan í hesum føri utt­an so, at hann hevur avtalu við hinar báðar samgongu­leið­ ararnar um tað. Samgongan skal sjálvandi eis­ini semjast um allar nevnd­ ir­nar í tinginum skulu veljast av nýggjum. Í tí førinum verður tað tó so­leiðis, at andstøðan fær fleiri nevnd­arsesir afturat, tí sam­gong­an er tódnað. Hvat politiska spælið um sess­irnar endar við, er sjálv­ andi ringt at gita um. Javnaðarflokkurin er í stór­ an mun orsøkin til at javnvág ikki er longur millum flokk­ arnar, tí Kristin Michelsen var koyrdur úr flokkinum og Rig­ mor Dam legði frá sær. Men broytinganar hava elvt til, at stríð er komið millum Tjóð­veldi og Framsókn. Tjóð­ veldið forðar fyri, at Framsókn fær landsstýrisessin við menta­ málum og Framsókn held­ur so bara fast við, at tey hava fingið lyfti um at fáa for­mans­skapin í fíggjarnevndini aftur. Meðan teir báðir flokkarnir stríðast, so kann løgmaður bert bíða og kanska tilnevna eitt javn­aðarfólk til lands­stýris­ mann við mentamálum. Uttastu avleðingarnar av mangl­andi javnvág kann verða, at vit fáa val í vár. Sonja á veg í Tjóðveldi Tingbólkurin hjá Tjóðveldi viðger í løtuni um Sonja Jógvansdóttir skal gerast partur av bólkinum Árni Gregersen Síðani samgongan bleiv skipað hevur Sonja Jógvans­ dóttir verið uttan­flokka­ting­ kvinna. Hon var vald á javn­að­ar­ list­anum til seinasta val, men tók seg úr flokkinum beint eftir at sam­gongu­ skjalið miullum Javn­aðar­ flokk­in, Tjóðveldi og Fram­ sókn var almannakunngjørt. Sonja Jógvansdóttir hev­ ur tó síðani stuðlað sagnguni og verður eisini roknað sum ein partur av politiska grund­ arlagnum hjá sam­gong­uni. Nú nærkast endin á hes­ um valskeiðnum. Sonja Jógv­ansdóttir hevur ikki alment boðað frá, hvat hon fer at gera til komandi val. Men nú bendir okkurt á at hon er á veg uppí Tjóð­ veldi. - Ja, tingbólkurin hevði fund um hetta málið fríggja­ dag­in, váttar Annita á Fríð­ riks­mørk, forkvinna í ting­ bólk­inum hjá Tjóðveldi. - Vit komu tó ikki til nakra nið­urstøðu um hon kann ger­ast partur av ting­bólk­in­ um hjá okum, so vit taka málið uppaftur á fundi í morg­in, leggur hon afturat. Vit hava áður skrivað, at Sonja Jógvansdóttir hevur verið á fundi í Eysturoyar Tjóð­veldisfelag. Tingbólkurin hjá Tjóð­ veldi avgere sjálvandi um ting­kvinnan sleppur uppí ting­bólkin nú, men bólkurin avger ikki um hon sleppur at stilla upp fyri Tjóðveldi. Tað avger eitt lokalt felag – í hes­ um føri helst Eysturoyar Tjóð­veldisfelag. - Vit hava tosað um, um tað er rætt, at eitt tingfólk, sum er valt á einum øðrum lista, kann fáa eitt pláss í ting­bólkinum hjá okkum, sig­ur Annita á Fríðriksmørk. Løgmaður hevur lovað, at allar nevdirnar verða valdar av nýggjum, um Framsókn misti formanssess í fíggjarnevndini. Kristin Michelsen er ein av orsøkunum til, at javnvág ikki longur er millum samgonguflokkarnar. Annita á Fríðriksmørk váttar, at tingbólkurin hjá Tjóðveldi viðger um pláss er fyri Sonju Jógvarnnsdóttir óí bólkinum.