Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 4. februar 2019 · Nr. 14 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Føroyskir badmintonsspælarar vunnu fitt av heiðursmerkjum á RIG í Reykjavík um vikuskiftið. Her heima hava landskappingardystir verið í flogbólti, og har taptu nøkur av oddaliðunum Pætur Albinus BADMINTON Føroyskir badmintonspælarar hava um vikuskiftið vunnið fleiri heiðursmerkir í Reykja­ víkarleikunum, RIG, í ís­ lendska høvuðsstaðnum. 146 leikar­ar vóru við í kapp­ ing­ini, og av teimum vóru um­leið 50 føroyingar úr Havnar-, Miðvágs- og Klaks­ víkar Badmintonfelag. Um­ framt silvur- og bronsu­ heiðurs­merkir og nøkur gull­merki í A-klassunum, so vórðu hesi gullmerki vunn­ in av føroyingum í fremstu deildunum: Í U19 gent­um, einmansleiki: Sissal Thom­ sen. Í U19, blandaðum tví­ mans­leiki: Jónas Djurhuus og Sissal Thomsen. Í U13 gent­um, einmansleiki: Eira Ás­bjørns­ dóttir Petersen. FLOGBÓLTUR Tveir dystir hava verið í meistaradeildini hjá monnum hetta vikuskiftið. Har vann ÍF, sum av álvara er farið at rakna við, 3-1-sigur á SÍ. Settúrslitini vóru 17-25, 25-19, 27-25, 25-12. ÍF hevur nýliga vunnið tvær ferðir á Fleyr, og við enn fleiri stigum á kontuna ímóti SÍ í leygar­dagin hevur ÍF nú vunnið seg upp undir liðina á SÍ á triðja plássi við átta stigum. Í Havn var dystur ímillum tey bæði fremstu liðini, Mjølnir og Fleyr. Ikki óvæntað var tað Mjølnir, ið vann. Teir vunnu 3-1 og taptu sítt triðja sett í ár í ótrúliga settmuninum, sum nú sigur +24. 27 vunnin sett og einans trý tapt. Settúrslitini ímóti Fleyr vóru 25-14, 25-18, 18-25, 25- 11. Mjølnir er suverent oddalið við 27 stigum, Fleyr hevur 11 stig og ÍF og SÍ átta stig. Í meistaradeildini hjá kvinn­ um hava eisini tveir dystir verið hetta vikuskiftið. Fleyr tapti sín fyrsta dyst hetta kapp­ingarárið, tá ið tær heima í Havn sunnudagin máttu lúta 3-1 fyri Mjølnir, ið hevur hug at taka seg fram. Settúrslitini vóru 23-25, 25-22, 17-25, 25-27. Hitt toppliðið, SÍ, tapti eisini hetta vikuskiftið. Tað gjørdu tær í Kollafirði ímóti KÍF, har tað bleiv til ein sannan gysara, ið koppaði til heimaliðið. 3-2 var tepri sigurin eftir settúrslitini 25-21, 19-25, 25-21, 20-25, 17-15. Oddastøðurnar hjá Fleyr og SÍ, sum hava ávikavist 22 og 20 stig, eru tó framvegis ikki veru­liga hóttar. KÍF hevur nú vunnið seg upp á triðja pláss við 11 stigum. HONDBÓLTUR Jóhan á Plógv Hansen legði væl frá landið eftir HM-ævintýrið, tá ið hann leygardagin í fyrsta dystinum eftir HM-steðg­in gjørdist toppskjútti í 32-26-sigri hjá Bjerringbro-Silke­borg heima í Jysk Arena ímóti TMS Ring­sted. Føroyski høgri vong­ur­in skeyt átta mál fyri liðið, sum í løtuni býtir fjórða plássið í deildini við trý onnur lið. Fimm stig eru upp til odda­ liðið, GOG. Næsti dystur hjá Bjerringbro-Silkeborg verður longu í morgin kl.17.30 ímóti TTH Holstebro. Viking Håndball, ið hevur tríggjar føroyingar í hópinum, vann leygardagin greiðan 35-24-sigur á botnliðnum, Vålerenga, í næstbestu norsku deildini. Støðan í hálv­leikssteðginum var 15-8. Kjartan Johansen skeyt seks av málunum. Tað var eins nógv mál sum nýklakti HM-silvur­ vinnarin og liðfelagi hansara, Aleksander Bonz. Jónas Gunnars­son Djurhuus skeyt eitt mál. Viking Håndball liggur nummar sjey í næstbestu norsku deildini, fimm stig frá at sleppa at spæla um uppflyting og átta stig frá niðurflytingini. Eirikur Simonsen, ið spælir við Frederikshavn FI í næst­ bestu donsku deildini, var við í heldur óvæntaðum tapi, tá ið hann og liðfelagarnir taptu 26-24 fyri næstaftasta lið­num í deildini, HC Odense. Frederiks­ havn var annars á odda 13-11 í hálvleikssteðginum í hesum dystinum, har Eirikur skeyt trý av málunum. Frederikshavn er nummar níggju í deildini, beint omanfyri markið til at sleppa undan niðurflytingarspæli. Betur gekk hjá Niklasi Simon­sen og teimum úr TM Tønder, sum við 29-23-sigri á Randers HH framvegis halda seg frammi í tí avgjørda oddi­ num, har teir eru tvey stig aftan­fyri oddaliðið, Fredericia, og fimm stig frammanfyri Skive á triðja plássi. Føroyski málverjin, ið hevur fingið fitt av spælitíð síðstu tíðina, fekk hesaferð tíggju teir síðstu minuttirnar í málinum. Í Íslandi vóru eisini føroysk mál hetta vikuskiftið, tá ið Áki Egils­nes og Allan Norðberg skutu hvør síni tvey mál í 24-18-sigri á Fram. KA var á odda 14-11 í hálvleikssteðginum og er í løtuni nummar átta av teimum 12 liðunum í Ólísdeildini, sum besta íslendska deildin eit­ur. Fimm stig eru niður til niður­ flytingina. albinus@sosialurin.fo Føroysk gullmerkir í Reykjavík Sissal Thomsen vann tvey gull í U19