Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. februar 2019 · Nr. 14 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal Hvørt ár, tá ið steypakappingin fer av bakkastokkið er stór­ur spenn­ingur um, hvørt kapp­ ingar­myndin fer at verða hin sama sum í landskappingini, og í ár er einki undantak. Uttanveltaðir áskoðarar frøðast altíð um óvæntaði steypa­úrslit, og eitt slíkt úrslit kom eisini týskvøldið, tá ið KÍF basti VÍF í Vestmanna. Tí var stórur spenningur undan dystinum í Hoyvík millum H71 og KÍF sunnudagin. KÍF hevur vunnið sær fimm stig av seks møguligum í lands­ kappingini móti H71, men sunnu­dagin hildu hoyvíkingar at nú var ovboðið, og settu kollfirðingar upp á pláss við einum greiðum sigri. H71 hevði leiðsluna so at siga allan dystin, og hóast koll­ firðingar fleiru ferðir bardu seg inn aftur í dystin, drógu hoyvíkingar frá seinastu tíggju minuttirnar. KÍF viknað – H71 styrkt Hjá KÍF var stór iðran um, at sterki striku- og verjuleikarin, Atli L. Hammer ikki var við á einum KÍF-liðið, ið er sera við­ brekið móti skaðum. H71 hevði hinvegin fingið ein stóran styrk. Hilmar Leon Jakob­sen, ið hevur verið millum fremstu bakkarnar í Før­oyum seinastu tvey árini, spældi sín fyrsta dyst í meira enn 11 mánaðaðir. Ungi bakk­ urin, vísti ikki reiðiliga sítt tiltikna hoppiskot í Hoyvík sunnu­dagin, men tá ið hann tríggjar ferðir fintaði seg gjøgn­um verjuna og skoraði, gav hann tekin um at hann ikki hevur gloymt hvussu hond­ bóltur verður spældur. Málmunurin verður avgerandi Við tað at H71 vann við sjey mál­um, hava hoyvíkingar eisini ein stóran fyrimun, at um tað skuldi eydnast VÍF og KÍF at koma upp á tey fýra stig­ini ið H71 hevur, hava Føroya­ meistararnir frá í fjør ein sera góðan málmun at taka av. Kollfirðingar vóna nú at H71 fer at gera arbeiði liðugt í Vest­ manna sunnudagin, og at teir sjálvir vinna á Kyndli 2, tí so er KÍF í hálvfinalunum saman við H71. Neistin og Kyndil spæla hálvfinalur. Kappingarárið hjá StÍF og Team Klaksvík er av Í hinum bólkinum eru hálv­ finalistarnir longu funn­ ir. Har hava Neistin og Kyn­dil vunnið báðar sín­ar dystir móti Team Klaks­ vík og StÍF, og tí er bert fyrsta plássið at spæla um hjá báðum havna­liðunum. Sunnudagin varð eisini sligið fast at havnaliðini eru tey bestu í bólkinum, tí Neistin hevði eins lítlar trupulleikar av Team Klaksvík sunnudagin, og talan hevur verið um í lands­ kappingini. Kyndil vann eisini stórsigur á StÍF, ið nú einans hava heiður at spæla fyri í teimum dystum, ið eftir eru hetta kappingarárið. Kvinnukappingin: VÍF eru favorittar aftur í ár Í kvinnukappingini spældu favoritt­arnir úr VÍF seg eisini í hálv­finalurnar sunnudagin. Tað gjørdu tær móti Neistanum í Vest­manna. Undan dystinum var stórur spenn­ingur um hvørt Neistin kundi hótta VÍF, ið hevur tykist alsamt sterkari í seinastuni. Neistaliðið, ið stóð fyri síni størstu uppgávu undir nýggja venjaranum, Kára Horn, eydn­ aðist eisini at halda fast fyrstu løtuna. Men seinastu fýra minuttirnir fyri hálvleik øktu greipu­vinnararnir frá í fjør upp í fimm mál á muni, og hesum kom Neistin ongantíð aftur frá, og VÍF vann greiðan sigur upp á 28-22. Stjørnan kann skelka Úrslitið í Vestmanna hóvaði Stjørn­uni sera væl. Stjørnan av­greiddi sunnudagin lættliga sín dyst móti Stjørnuni 2 við at vinna 36-5. Eitt úrslit ið setur spurnar­ tekin við um tað nú er rætt at eykalið skulu luttaka í hes­um bólkaspælinum. Men hvussu er og ikki, so verður avgerðin í hesum bólki tikin komandi sunnudag, tá ið Neistin tekur móti Stjørnuni. Bæði liðini taptu greitt fyri VÍF, og spenningurin er nú um Stjørnan kann fremja ein steypaskelk móti Neistanum og spæla seg í hálvfinalurnar. Kyndil og H71 á veg í hálvfinalurnar Í hinum bólkinum spældi Kyndil seg so at siga víðari í hálv­finalurnar sunnudagin. Stødd­frøðisliga er tó ein møgu­ leiki at H71 og Neistin 2 kann yvir­hála, men hondbóltsliga er hetta púra burturvið. Hart roynda StÍF-liðið fær heldur einki burtur úr steypa­ kappingini í ár, tí at sunnu­ HONDBÓLTUR Faxe Kondi-kappingin: STEYPA­ ÚRSLITINI ERU MEST SUM VÆNTAÐ Eftir at flestu liðini hava spælt tveir teir fyrstu dystirnar í ársins Faxe Kondi-kapping, líkjast tey fýra fremstu í landskappingunum eisini hálvfinalistum í steypakappingini. Tó kunnu KÍF og Stjørnan framvegis spæla seg millum tey fýra fremstu