týsdagur 30. november 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 229 - 30. november 2004
Yvirgangur er í dag
størsta hóttanin móti
heimsfriðinum.
Hóast Føroyar liggja
sum eitt idyl í Norð-
uratlantshavi, so er
yvirgangurin sanni-
liga eisini ein hóttan
ímóti Føroyum, vóru
greiðu boðini frá
danska uttanríkisráð-
harranum, Per Stig
Møller, á landsfund-
inum hjá Fólkaflokk-
inum leygardagin
GESTARØÐAN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Fiskurin var svimjandi í
havinum, vegir og tunnlar
fingu frið, og kvinnur vóru
kvinnur, tá danski uttanrík-
isráðharrin vitjaði í Føroy-
um um vikuskiftið.
Uttanríkisráðharrin hjá
dønum, grønlendinum og
føroyingum gjørdi ístaðin
eina roynd at draga teppið
undan tí føroyska kjakin-
um, og tað gjørdi hann við
eini hóttan um terror.
Per Stig Møller var gesta-
røðari á landsfundinum hjá
Fólkaflokkinum, og hann
gav fundarfólkinum eina
smakkiroynd av, hvat veru-
liga rør seg í heiminum í
løtuni.
Meðan føroyingar áhald-
andi kjakast um kvinnur,
kloakkir, vegir og fisk,
stendur yvirgangur ovast á
breddanum alla aðrastaðni.
– Føroyar liggja sum eitt
idyl í Norðuratlantshavi,
men tit kunnu ikki melda
tykkum úr heimssamfel-
agnum, sum tit gera tað í
»Den Sorte Gryde« hjá
William Heinesen, hóast tit
kanska ynskja tað. Yvir-
gangur er størsta hóttanin
ímóti heimsfriðinum – lat
ongan iva vera um tað – og
yvirgangurin er eisini ein
hóttan
ímóti
Føroyum,
segði Per Stig Møller sum
grundgeving fyri, hví hann
kom til Føroya at tosa um
yvirgang.
Per Stig Møller hevur
drúgvar royndir sum fyri-
lestrarhaldari, og hetta kom
greitt til sjóndar á lands-
fundinum hjá Fólkaflokk-
inum.
Hann dugdi ótrúliga væl
at greiða frá, og við fleiri
góðum dømum úr føroyska
samfelagnum
megnaði
hann væl at knýta Føroyar
og yvirgang saman.
Og boðini frá danska
uttanríkisráðharranum vóru
greið. Føroyingar halda seg
kanska liggja fjarskotnar og
friðarligar úti í Norður-
atlantshavi, men hetta er
eingin trygd ella verja ímóti
yvirgangi.
Per Stig Møller vísti á, at
gamaní eru Føroyar ikki
eins nógv drignar inn í
stríðið um yvirgang sum
aðrar tjóðir, men kortini
skulu føroyingar ikki kenna
seg alt ov tryggar.
– Yvirgangurin rakar
okkum øll á ein ella annan
hátt. Tit eru ein sjómans-
tjóð, og hóttanin um yvir-
gang hevur hert trygdar-
reglurnar umborð, sum
seinkar skipini og tann hátt
eru tit ávirkaði av yvir-
ganginum, sigur danski
uttanríkisráðharrin.
Sundurbýttur
yvirgangur
Per Stig Møller heldur, at
tað ber til at býta yvirgang-
in í tveir ymiskar bólkar.
Hann kallar bólkarnar fyri
ávikavist frælsisrørslur og
ideologiskar
yvirgangs-
menn.
– Tú hevur tey, sum vilja
vinna sær landaøki, tað
verið seg frælsisrørslur,
sum eitt nú í Kashmir,
Tjetjenia og Palestina. So-
leingi hesir bólkar ikki
drepa sivil fyri at røkka
sínum málum, vil eg kalla
hendan bólk fyri frælsis-
rørslur heldur enn yvir-
gangsbólkar. Í hinum borð-
inum hevur fólk, sum hava
sett sær fyri at beina fyri
vestligu mentanini og inn-
føra koranina. Hetta slagið
av
yvirgangi
er
nógv
vandamiklari enn tey, sum
vilja vinna sær landaøki,
heldur danski uttanríkis-
málaráðharrin.
Hann vísir, at tað er
ómetaliga torført at basa
yvirgangsbólkunum, sum
fremja yvirgang av ideolog-
iskum grundum.
– Tað ber til politiskt at
loysa træturnar í Palestina,
Tjetjenia og Palestina, men
hitt slagi av yvirgangi ber
ikki til at loysa politiskt.
Tað ber snøgt sagt ikki til at
ringja til Bin laden fyri at
finna út av, hvussu vit
lokalisera ideologiska yvir-
gangin, sigur hann.
Danski uttanríkismála-
ráðharrin leggur áherðslu á,
at hesar rørslur hava eittans
endamál, og tað er okkara
samfeløg ikki skulu virka
til fulnar.
– Teir vilja hava, at vit
skulu gerast bangin. Tá vit
gerast bangin, tora vit mill-
um annað ikki at ferðast, og
tað er eitt stórt bakkast fyri
okkara búskap og harvið
okkara vælferð. Ideolog-
isku
yvirgangsmenninir
vilja endurreisa muslimska
ríkið frá miðøld. Álopið á
Madrid í mars er eitt greitt
tekin um hetta, tí yvir-
gangsmenninir eru ónøgdir
um, at teir í 1492 vórðu
tveittir úr Madrid, sigur
hann
Per Stig Møller vísir á, at
tað er nærum ógjørligt at
fyribyrgja fyri sonevndu
ideologiska yvirganginum,
tí framferðarhátturin hjá
hesum bólkum er ikki nýtt-
ur áður.
– Hesir bólkar arbeiða
ikki gjøgnum ávísar statir,
men heldur gjøgnum fleiri
statir. Teir sláa eisini til í
nógvum ymiskum londum,
og tað ger tað ómetaliga
tórført at spáa um, hvar teir
sláa til, sigur danski uttan-
ríkisráðharrin.
Loysnin
Hóast tað kann tykjast sum
ein ovurhonds stór upp-
gáva, so ætlar Per Stig
Møller ikk at fella í fátt og
lata yvirgangin fáa fasta-
tøkur kring heimin. Eftir
hansara meting eru tveir
hættir at loysa trupulleik-
arnar upp á.
– Her og nú kunnu vit
sláa hart niður á yvirgangin
við at økja um trygdina við
at herða marknaeftirlit og
lutin hjá løgregluni. Hyggja
vit meira langtíðar, so eru
menningarhjálp
og
fri-
handil avgerandi fyri at
basa yvirganginum, heldur
gestarøðarin.
Hann vísti á, at í komandi
ári verður WTO-fundur í
Hong Kong, og hesin
fundur fer at fáa avgerandi
týdning í stríðnum móti
yvirgangi.
– Vit mugu fáa tollmúr-
arnar burtur. Fáa vit framt
tær broytingar, sum lagt er
upp til á fundinum í Hong
Kong, so verða á leið 600
mió. dollarar í umferð
árliga kring heimin, og av
hesum fara 400 mió doll-
arar at enda í menningar-
londunum, og hetta kann
leggja gróðrarbotnin fyri
veruligari búskaparligari
menning í hesum londum,
vísir Per Stig Møller á.
Hann heldur, at tað er av
alstórum týdning, at menn-
ingarlondini sjálvi ynskja
broytingar.
– Vit skulu sjálvandi inn í
hesi lond at gera ábøtur og
menna hesi lond, men
initiativið má koma frá
teimum sjálvum, vísir hann
á.
Per Stig Møller sær tvær
ymiskar framtíðarmyndir,
hvat yvirgangi viðvíkur.
Tann góða framtíðarmynd-
in er, at vesturheimurin
megnar at basa yvirgang-
inum, og at fríhandil slepp-
ur at valda, so menningar-
londini megna at koma á
hædd við samfeløgini í
vesturheiminum.
Tann ringa framtíðar-
myndin er, at vesturheimur-
in ikki fær bilbugt við yvir-
gangin, og at hann harvið
sleppur at breiða seg.
Hendur tað, væntar danski
uttanríkismálaráðharrin, at
fleiri statir fara at kenna seg
hóttar, og búskaparliga
menningin fer at fáa eitt
álvarsamt bakkast, har okk-
ara vælferð verður álvars-
liga hótt.
– Mín meting er, at
megna vit ikki at fáa tamar-
hald á yvirganginum í hes-
um áratíggju, so beri eg
stóran ótta fyri, at støðan
verður ilt verri og yvirgang-
urin verður ógvusligari enn
nakrantíð, væntar danski
uttanríkisráðharrin.
Yvirgangurin hóttir vælferðina:
Føroyingar eisini í vanda
– Føroyar liggja sum eitt idyl í Norðuratlantshavi, men tit kunnu ikki melda tykkum úr heimssamfelagnum, sum tit gera tað í »Den Sorte Gryde« hjá William
Heinesen, hóast tit kanska ynskja tað, segði Per Stig Møller sum grundgeving fyri, hví hann kom til Føroya at tosa um yvirgang.
Mynd: Rúna Sivertsen