Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. november 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 30. november 2004 7 Okkum manglar ikki bøkur at ummæla ella fólk, ið duga at ummæla tær. Men tey eru ov fá, ið tora at siga sína erligu meining, var ein av niðurstøðunum við ummælarapallborðið á Bókadegnum 2004 sunnudagin BÓKADAGUR 04 Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Pallborðsorðaskifti á árliga bókadegnum í Norður- landahúsinum sunnudagin snúði seg hesuferð um Ummæli og umstøður at ummæla í Føroyum, har ummælarnir Bergur D. Hansen, Hanus Kamban, Kinna Poulsen og Carl Johan Jensen løgdu út við at siga sína hugsan um, hvat eitt gott ummæli er. Men hóast tey fýra vóru samd um, at ein greið met- ing av listarliga avrikinum má vera eitt minsta krav til eitt gott ummæli, viðgingu tey, at tey hvør á sín hátt nokk øll høvdu lyndi til at pakka sannleikan inn, so hann gjørdist lættari at svølgja. Í so máta helt Carl Jóhan ikki ummælarar vera so nógv øðrvísi enn aðrir føroyingar, sum hvørja viku standa frammanfyri grøn- metisdiskinum og banna innantanna um hetta lorta grønmetið fyri síðani kortini at taka til takka við tí minst rotna kálinum uttan at klaga hart og týðiliga á rætta stað. List og handverk Hanus Kamban vísti á, at listarliga umhvørvið í Før- oyum er so lítið, at tað illa slepst undan, at tú situr og ummælir eitt verk hjá ein- um tú kennir væl og kanska enntá ert vinfólk við. At tú gert listafókinum eina tæn- astu við siga tína erligu hugsan, var Hanus als ikki í iva um, men tað finnast altíð fleiri mátar at gera tað. Og sambært Hanus má fyrsta kravið til ein um- mælara vera, at hann hevur evni til at seta seg inn í ein øðrvísi hugsunarhátt, enn sín egna, fyri á tann hátt at koma í dialog við bæði listaverkið og tann, hann skrivar sítt ummæli til. Meðan eitt føroyskt um- mæli ofta helst ber seg und- an at vera heilt erligt, fírir tað sum oftast ikki fyri, at vevja alt møguliga annað inn, kanska nettup fyri at fjala út yvir sítt manglandi dirvið til at siga tað, sum skal sigast. Bergur Hansen vísti á, at tað nettupp eyðkennir nógv føroysk ummæli, at tey eru ov lang og ógreið, har minsti part- urin ofta verður brúktur uppá at viðgera sjálva bók- ina ella listaverkið. Carl Johan Jensen sakn- aði eisini eina breiðari fag- urfrøðiliga meting av bók- um og yrkingasøvnum og sum heild, at føroysk lista- verk verða mett í einum størri samanberandi listar- ligum høpi. Sambært Carl Johan er hetta tó ikki bara nakað, vit kunnu lasta um- mælarum fyri, tí høvdu bókaforløg frá byrjan átikið sær uppgávuna at sálda frá og virka sum góðskufiltur, høvdu vit sloppi undan um- mælum, har mett verður, at talan er um stóra list, bara tí handverkið er í lagi. So leingi ein slík meting ikki fer fram, sum liður í hvørt bokin yvirhøvur skal gevast út ella ikki, mugu vit nokk finna okkum í ummælum, sum ikki koma longur enn at meta um, hvørt ein høv- undur dugir at skriva ella ikki. Amatørummælarar Kinna Poulsen gjørdi vart við, at tað sjálvsagt hevur nakrar avleiðingar, at flestu føroysku ummælarar eru amatørummælarar soleiðis at skilja, at nokk er førleik- in í lagi, men so leingi tú ikki hevur tað sum fasta uppgávu, kanst tú loyva tær bert at ummæla tað, tær dámar ella av onkrari orsøk heldur vera áhugavert. Á tann hátt kanst tú altíð skáka tær undan alment at taka støðu eitt vánligt avrik, og í Føroyum er tað freist- andi at gera tað, tí tey flestu av okkum vilja fegin kunnu heilsa uppá fólk, tá tey fara til handils dagin eftir. Kinna sjálv helt tað ikki gera nakað, um tú sum um- mælari bíðar eitt sindur við tínum hvassastu metingum, tá ein høvundur gevur út fyrstu ferð, men endurtekur eitt vánaligt avrik seg, eiga ummælarar avgjørt at gera vart við tað. At listafólk yvirhøvur geva síni verk út, mugu ummælarar eisini kunna taka sum eitt tekin um, at tey eisini tola atfinn- ingar, helt Kinna. Skulu ummæli sáldast? Uttan iva er tað ymiskt, hvussu nógv eitt listafólk tolir at hoyra, men eftir við- merkingum frá onkrum av áhoyrarnum at døma, kann eitt vánaligt ummæli gera so stóran skaða, at tað tekur dirvið frá sjálvt tí djarvasta til yvirhøvur at royna seg aftur seinni við onkrum, ið kanska kundi verið betri. Ein av áhoyrarnum gjørdi eisini vart við, vit í hesum sambandi eiga at hava í huga, hvussu sterkir miðlar útvarp og sjónvarp eru. Sambært áhoyrarnum kann eitt náðileyst ummæli í út- varpinum hava tað við sær, at sølan av eini bók full- komiliga steðgar ella kanska als ikki fær ein kjans frá byrjan. Áhoyrarin undraði seg yvir, at tað eftir øllum at døma stendur nærum einum og hvørjum frítt at sleppa framat í útvarpinum við einum ummæli, uttan at nøkur redaktión metir um tað, áðrenn sendingin fer í luftina. Pallborðsorðaskiftið í Norðurlandahúsinum sunnudagin var áhugavert og fjøltáttað, hóast tað í løtum var merkt av, at tað kundi verið betri skipað. Eisini átti meir tíð at verið sett av til kjak millum áhoyrarnar og tey, sum sótu við pallborðið, tí tey mundu vera fleiri enn undirritaða, sum høvdu eina kenslu av, kjakið mest sum júst var byrjað, tá tíðin ikki loyvdi fleiri áhoyrarum at sleppa framat. Næstan heilt erligir ummælarar Við pallborðið sótu ummælarnir Bergur D. Hansen, Hanus Kamban, Kinna Poulsen og Carl Jóhan Jensen