týsdagur 30. november 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 229 - 30. november 2004
MARKNAÐARRÁK
Í farnu viku kom lítið av
búskaparligum lyklatølum. Í
Týsklandi kom eitt vinnu-
álitistal, sum var enn veikari
enn væntað, og prísvøkst-
urin var 1,8% lægri enn
væntað, orsakað av lækk-
ingini í oljuprísinum í okto-
bur samt sterku evruni. Tá
so fá lyklatøl vóru almanna-
kunngjørd, var tað gjald-
oyrismarknaðurin,
sum
hevði mest at siga á fíggjar-
marknaðunum.
Har helt amerikanski
dollarin áfram at lækka í
mun til flest onnur gjald-
oyru. Sum viðmerkt í
Marknaðarráki fyri einari
viku síðani, er tað stóra
undirskotið á amerikanska
gjaldsjavnanum, sum er or-
søk til veika dollaran. Am-
erika hevur í løtuni tørv á 2
mia. dollarum av útlendsk-
ari fígging um dagin.
Í vikuni boðaði russiski
tjóðbankin frá, at hann ætl-
ar at broyta gjaldoyris-
politikk, soleiðis at rubulin
eisini verður virðissettur í
mun til onnur gjaldoyru
enn dollaran. Hetta fer at
hava við sær sølu av stórum
nøgdum av dollarum, og
tað ger dollaran enn veik-
ari. Haraftrat bórust tíðindi
um, at kinverski tjóðbankin
kann fara at selja dollarar.
Um tað gerst veruleiki,
viknar dollarin enn meir.
Allur áhugin fyri dollara-
kursinum í mun til evruna
hevur ført við sær, at rent-
urnar í Evropa og USA
hava flutt seg hvør sín veg.
Tær
amerikansku
eru
hækkaðar orsakað av ótta
fyri, at útlendskir tjóðbank-
ar fara at minka um keypið
av dollarum og tískil eisini
keypa minni av amerik-
onskum
lánsbrøvum
í
framtíðini. Tær evropisku
eru hinvegin lækkaðar. Tað
er orsakað av, at sterkari
evran bæði minkar um prís-
vøksturin og kappingar-
førið, tí útlendskar vørur
gerast bíligari.
Í farnu viku stóðu parta-
brøvini seg aftur væl, so vís-
italið fyri norðurlendsk
partabrøv náddi sítt hægsta
síðan apríl mánaða í 2002.
488 av 500 teimum størstu
virkjunum í USA hava nú
kunngjørt roknskap fyri 3.
ársfjórðing. Roknskapirnir
vísa, at heili 63% av virkj-
unum hava størri vinning
enn væntað, meðan 21%
vóru verri.
Hesa vikuna koma nógv
lyklatøl. Tær týdningarmikl-
astu hendingarnar eru, at
amerikanska arbeiðsmarkn-
aðarfrágreiðingin
kemur
fríggjadagin, og at ECB
hevur rentufund hósdagin. Í
hesum sambandi væntar
eingin, at evropiska rentan
verður broytt, men á tíð-
indafundinum sum verður
aftaná, fer at verða sitið
undir hvørjum orði um doll-
arkursin og framtíðar rentu-
politikk í Evropu.
Hetta
fer
at
ávirka
gongdina á bæði rentum og
partabrøvum. Orsakað av
høgu prísunum á parta-
brøvum í løtuni, og at nú
stundar til jóla, kann hugs-
ast, at partabrævaíleggjarar
fara at staðfesta vinning við
minkandi
prísum
sum
fylgju.
Dollarin viknar alsamt
Vika 49, 2004
www.kaupthing.fo
Tað líkist enn eini
brakandi succés, nú
Trøllapætur og
–omman aftur eru
fløguaktuell. Hesaferð
víð góðari hjálp frá
fleiri øðrum persón-
um
UMMÆLI
Jákup Mørk
Enn hevur fløgan bara ver-
ið í húsinum í lítla viku,
men tað er eingin ivi um,
hvønn sang tvey-ára gamli
sonurin hevur sum favoritt.
Tá Erling-politistur spyr
heldur treiska Jógvan, um
hann kann sleppa súkklitúr,
er avgjørda hittið. Og so-
mikið stórt er hittið, at eg
sjálvur nú eisini gangi og
murri sangin. Í øllum
førum tann partin av hon-
um, sum inniheldur annað
enn »noy«, tí tann partin vil
sonurin sjálvur syngja. At
tað so eisini verður gjørt í
besta klaksvíks-stíli ger
neyvan stuttleikanum hjá tí
partinum
av
familjuni
minni. At hava ein lítlan
havnarmann, sum soleiðis
bregðir
tann
vegin
í
málbrúkinum.
Rakar plett
Júst omanfyri nevnda man
um nakað vera kjarnin í
øllum tí, sum hevur við
Trøllapætur at gera. Tað
tykist, sum hava persónar-
nir aftan fyri trøllið - sum
kanska átti at verið ræð-
andi, men sum øll børn
elska – hava rakt beint í
hjartað. Ikki bara hjá
teimum 2 ára gomlu, men
so sanniliga eisini hjá okk-
um vaksnu. Gaman í halda
vit tað ikki vera heilt so
stuttligt sum børnini, tá
fløgan skal spælast fyri 50.
ferð, ella tá sjónbandið enn
einaferð skal koyra, men
stuttleikin og innlivingin
hjá børnunum fær meira
enn einaferð foreldrini til at
gloyma tær meira irriter-
andi síðurnar av tí heila.
Um nýggju útgávuna
hesaferð er annars at siga,
at hóast hon í nógvar mátar
koyrir í sama spori, sum
undanfarin verk hjá trøllun-
um, so er so sanniliga eisini
rúm fyri nýskapan. Um-
framt løgini á fløguni, so er
talan hesaferð eisini um
eina søgu, soleiðis at fløgan
í síni heild er mest átøk eini
ljóðmynd, soleiðis sum tær
fyrr vórðu spældar í Út-
varpinum. Og sum Út-
varpið nú eisini hevur
endursent fleiri av.
Hartil fevnir pakkin eis-
ini um eina teknibók. Her
ræður so um at leggja litir á
tekningar av Trølla-Pæturi,
Ommuni,
Politistunum
báðum, Jógvan og Erling,
Kára handilsmanni, leika-
mafiuni og nógvum øðrum.
Samanlagt er helst einki
at ivast í, at talan er um eina
jólagávu, sum við mest
sum 100% vissu verður tað
heilt stóra hittið hjá yngsta
ættarliðnum.
Ja, ja, ja-ja, ja, ja-ja,
ja, ja - Noy-Noy!
Við bæði bók og fløgu er
Trølla-Pætur hesa ferð vorðin
eitt sindur meira pedagokiskt
korrektur