Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. november 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 30. november 2004 9 Tað var ein bæði stór- fingin og hátíðarlig løta, tá 17 føroyingar leygardagin fingu prógv handað fyri at hava tikið fjarlesnað frá Robert Gordon University í Aber- deen, í stástiliga glasbygninginum hjá Føroya Tele PRÓGVAHANDAN Jan Müller Leygardagin fingu 17 næmingar, ið hava lisið sær til eina hægri útbúgving um alnótina á lærda læri- stovninum í Aberdeen, Robert Gordon University, prógv handað. Hetta fór fram í snotuligu hølunum hjá Føroya Tele. Nógv varð gjørt burtur úr hesum fyrsta tiltakinum av sínum slag. Umboð fyri skúlan vórðu komin úr Skotlandi, har vóru umboð fyri Føroya Handilsskúla, landsstýris- maðurin í vinnumálum og familjurnar hjá kandidatun- um. Alt gekk fyri seg sum hevði tað verið ein prógvahandan í Aberdeen, har næmingar fáa kappa og húgvu saman við prógvin- um. Alt gekk uppá stás, eftir skotsku reglunum og siðum, og haraftrat sett okkara frægi tónlistamaður, Johannes Andreassen sín serstaka dám á hátíðarhald- ið við sínum frálíka klaver- spæli. Tað var annars í mars 2002, at fyrsti flokurin av føroyskum lesandi byrjaði á "MSc in Management" útbúgvingini á The Robert Gordon University í Aber- deen í Skotlandi. Útbúgv- ingin varð bjóðað teimum lesandi sum fjarlestur við samskifti við skotsku lær- ararnar um internetið. Hetta varð gjørt í samstarvi við Føroya Handilsskúla í Havn, sum hevur verið veitari av ymsum tænastum í sambandi við lesturin og hevur verið eitt nú "for- modlari" millum tey les- andi og skotska lærustovn- in. Tað eru so oljufeløgini BP og Shell, sum hava fíggjað verkætlanina av pengunum til førleika- menning. Tá skjøtil varð settur undir verkætlanini fyri nøkrum árum síðani meld- aðu 21 næmingar seg til út- búgvingina. 17 av teimum hava so hildið fram til henda dag. Á samkomuni leygardagin fingu 10 av teimum handað MSc prógv og 7 PG Dip, sum stendur fyri Post Graduate Di- ploma. Tey sjey fara øll at fullføra útbúgvingina MSc in Management, men tørva nakað av tíð aftrat fyri at gera seg liðug. Teir verða so lidnir til næsta próv- tøkuskeið 19. apríl næsta ár. Fleiri røður vórðu hildnar undir hátíðarhaldinum og fara vit í "VINNUsíðun- um" í mikudagsblaðnum at tríva í nakrar teirra. 2 Seyðir árendir Fríggjamorgunin um átta tíðina hendi eitt ferðslu- óhapp á vegnum ímillum Streymnes og Hvalvík. Ein bilur rendi tá ikki færri enn tveir seyðir, eina ær og ein gjálving. Røktingamaðurin varð kunnaður alt fyri eitt, og seyðirnir vórðu dripnir á staðnum. Vakthavandi í Havn sigur, at tílík ferðslu- óhapp, har bilar renna á kríatúr, koma sera ofta fyri. Tað, ið tá umræður, er at boða bóndanum ella røktingarmanninum frá skjótast tilber. eys Fleiri drukkin fólk Løgreglan í Havn hevur um vikuskiftið havt úr at gera við fólkum, sum hava verið ov drukkin. M.a. lá ein maður og svav á Áarvegnum, uttan fyri Cleopatra. Eisini fekk løgreglan eina fráboðan um ein ungan mann, sum hevði lagt seg á Kongabrúnna at sova. Løgreglan kom á staðið og vakti mannin, sum tó bert hevði lagt seg at sova, ímeðan hann bíðaði eftir bussinum. Hann hevði verið í Havn í býnum, og skuldi norðeftir aftur við fyrsta túrinum hjá Bygdaleið- um. Men tað var vorðið nakað linligt at bíða, so ungi maðurin fekk sær bara ein lúr. Annars hevur løgregl- an koyrt fleiri drukkin fólk til hús og inn á støð- ina at sova rúsin út. eys Rasarakoyring á Røntguni Tíðliga sunnumorgunin fekk løgreglan í Havn eina fráboðan um skila- leysa koyring í mið- býnum í Havn. Talan var um tveir bilar, ið koyrdu rasarakoyring eftir Røntguni. Løgreglan fór út og fekk eitt prát við førararnar. Av tí, at politiið ikki sá ungu før- ararnar koyra ov skjótt, varð eingin bót skrivað. – Ofta ræður tað bara um at fáa bilførararnar at hugsa seg eitt sindur betri um, áðrenn teir traðka á speedaran, sigur vakthavandi í Havn. eys Húsaófriður Sunnunáttina fekk løg- reglan eina fráboðan um húsaófrið. Tvey full fólk vóru farin upp at toppast, og tað endaði við, at kon- an ringdi til løgregluna. Tá politiið kom á staðið, var maðurin longu rýmd- ur út, og tí varð ikki meiri gjørt við tað málið. Vakthavandi sigur, at tað ofta vísir seg, at tað eru tey somu fólkini, ið ringja inn og melda fyri húsaófrið. Omanfyri- nevnda par hevur ringt tvær ferðir áður. eys Smádrongur bitin av hundi Í Porkeri varð ein fýra ára gamal smádrongur bitin av einum hundi sunnu- morgunin. Vakthavandi á Tvøroyri sigur tó, at talan ikki var um eitt álvarsligt bit. – Í slíkum førum fær eigarin boð um, at trupulleiki hevur staðist av hundinum, umframt, at hann fær eina bót, fyri at lata hundin ganga leysan. Tað er nevniliga ikki loyvt, staðfestir vakthavandi. Hann sigur víðari, at hundar skulu hava eitt helsi, ið vísir hvør eigur hundin, eins og teir skulu vera í reim, tá ið teir eru úti. Hundar skulu eisini verða ábyrgdartryggjað- ir, í so fall, at teir gera skaða á ogn annara. Vakthavandi sigur, at lógin um, at hundar ikki mugu ganga leysir, tí- verri alt ov ofta verður brotin. Serliga á smáu pláss- unum er hetta ein trupulleiki, at hundar ganga leysir og mala, staðfestir vakthavandi. eys Herverk á parabol Í Fuglafirði, har dansur var, varð herverk framt á eina stóra parabol. Skað- in varð meldaður til løg- regluna, men gernings- maðurin er enn ikki funnin. Arbeitt verður tó víðari við málinum. Vakthavandi sigur, at tað ofta er torført at finna gerningsmenninar, tá meldað verður so langt eftir, at herverkið er framt. Serliga um eingi vitni eru. eys Seytjan fingu prógv : Tikið hægri útbúgving um alnótina Teir 17 næmingarnir, sum leygardagin fingu handað prógv fyri útbúgving, sum teir hava tikið sum fjarlestur um internetið frá Robert Gordon University í Aberdeen Mynd Jan Müller Ferðslukanninga r í Eysturoynni Um vikuskiftið hevur løg- reglan í Eysturoynni gjørt eitt stórt átak við ferðmát- ingum og kanningum av akførum og bilførarum annars. Vakthavandi sigur, at bilar í fleiri førum koyrdu ov skjótt, men bert ein var, ið væntandi fer at verða dømdur. Hann var steðgað- ur, eftir at hann koyrdi 127 km um tíman ígjøgnum Leirvíkstunnilin. Vakthav- andi sigur, at viðkomandi kann vænta sær ein treyt- aðan dóm, ið merkir, at hann fær eina bót umframt at hann skal upp til nýggja koyri- og teoriroynd. Fleiri bøtur vóru eisini skrivaðar fyri vánaligar lyktir og dekk. Eingin bilførari varð tikin, fyri at koyra rús- drekkakoyring. eys Blóðgevarar hittast Mikukvøldið 1. desember kl 19.00 bjóðar Felagið Blóðgevi til móttøku fyri øllum áhugaðum. Skráin verður soleiðis: Formaðurin bjóðar væl- komin, guitarbólkurin hjá Musikkskúlanum spælir, kaffi og gløgg verður at fáa, blóðgevarar og onnur áhugað verða víst runt í nýggja blóðbankanum á G0 í smáum bólkum og tey, ið hava áhuga at gerast blóð- gevar, kunnu melda seg til. Inngongdin er niðan fyri G bygningin við síðuna av kapellinum. Øll eru væl- komin. eys Jóladansur í høllini á Hálsi Stuðulsfelagið hjá Knørri skipar aftur í ár fyri jóla- dansi í høllini á Hálsi, har drigið verður sama kvøld um eina ferð til Danmarkar. Dansurin byrjar leygar- kvøldið 04. desember kl. 23.00. Tey av Kamarinum og nýggi bólkurin Jóar, har Emma frá Emmas Blues band er gestasangari, spæla undir. Tey av Kamarinum hava 50 ára jubileum í ár og Jóar er ein nýggjur bólkur undir leiðslu av Jóannes Jacob- sen, so góðskan skuldi verið í lagi. Høllin verður prýdd við ljósperum í øllum litum og borð og stólar verða sett upp. Okkurt verður eisini til keyps fyri tostan. Mill- um øll atgongumerkini, sum verða seld, verður sama kvøld drigið um eina ferð til Danmarkar. Frá stuðulsfelagnum hjá Knørri frætta vit, at tiltakið verður betri og betri vitjað fyri hvørt ár, kanska tí at vanligu dansistøðini eru yvirfylt, tá jólaborðhaldini eru í desember mánaði. Atgongumerkið á 100 kr fáast við dyrnar, aldurs- markið er 18 ár. Eys