Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. november 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 229 - 30. november 2004 Privatiseringin ella einskiljingin av almennum fyritøk- um er av álvara komin á politisku og vinnuligu dag- skránna. Leingi hevur verið bíðað, men nú tykist tað, sum um vit nærkast tí løtu, tá ein avgerð má verða tikin um lagnuna hjá almennu fyritøkunum. Almennu fyri- tøkurnar eru ikki vorðnar almennar sum úrslit av einum tilætlaðum planbúskaparligum politikki. Heldur er tað so, at hesar fyritøkur eru vorðnar ogn hins al- menna av neyð - sum ein fylgja av búskaparkreppuni, sum rakti landið í 1992. Hetta vil í roynd og veru siga, at fyritøkurnar vórðu tjó- ðnýttar, nationaliseraðar, tí tað privata ikki megnaði at halda tær gangandi. Hitt almenna var uppií so mongum við veðhaldum og tí var tað natúrligt, at hitt almenna tók um endan. Danska stjórnin, sum í stóran mun átti kreppuloysnirnar, vildi hava almennar medspælarar í Føroyum. Hartil kom, at á privata økinum var at kalla eingin váðafúsur kapitalur eftir at dúva uppá. Her var bert hitt almenna. Søgan endurtók seg, og loysnirnar vóru ikki so ólíkar kreppuloysnum frá t.d. sekstiárun- um tá Kjølbro fór undir Føroyagrunnin. Henda fyritøka hevur blómað síðan hitt almenna tók yvir. Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at tær fyritøkur, ið sum úrslit av kreppuloysnunum gjørdust almenn ogn, skuldu einskiljast, tá tíð og høvi beyðst. Hetta er meira ein politiskt grundað støða enn ein støða, ið byggir á royndir við privatum vinnuvirksemi. Sum kunnugt stóðu almennu fyritøkurnar seg væl undir kreppuni, meðan tær privatu fóru á heysin. Tískil eru ikki endiliga so nógvar búskaparligar og vinnuligar grundir, ið tala fyri ein- skiljing. Grundirnar eru reint politiskar, og eru partur av stjórnargrundarlagnum hjá sitandi samgongu. Tað er púra legalt og einki løgið er í hesum. Tískil er heldur eingin vegur uttanum einskiljingar. Alt ov lítið orðaskifti hevur verið um hetta sera stóra mál. Tað tænir tí Føroya Banka til æru, at bankin hevur skipað fyri ráðstevnu um evnið. Vit eru vorðin ikki so lítið klókari av hesum. Tað er sera umráðandi at farið verður fram við skynsemi og størsta varsemi í hesum máli. Líkasum ein ikki eigur at tjóðnýta ella nationalisera bara fyri at nationalisera, so er tað sama galdandi fyri einskiljingina. Endamálið við einskiljing av almennum ognum og fyritøkum má vera, at hesar fyritøkur skulu kunna gerast betri, sterkari, og veita betri tænastur til borgarar og vinnulív. Endamálið má vera, at hesar fyritøkur gerast tryggari reint vinnu- liga, soleiðis at virksemi og arbeiðspláss verða verandi í landinum. Í hesum høpi eigur at verða havt í huga, at tær best riknu almennu fyritøkurnar ivaleyst fara á útlendskar hendur. Alt hetta krevur, at vit hugsa okkum sera væl um, at alt verður sera væl fyrireikað og at alt gongur rætt og reiðiliga fyri seg, soleiðis at eingin aftaná kann koma og siga, at her vóru ikki allir áhugaðir partar javnt settir og allar búskaparligar og politiskar avleiðing- ar kannaðar. Tað slepst ikki undan einskiljingum av al- mennum fyritøkum, men Landsstýrið má ansa væl eftir og fara fram við størsta varsemi, tí her er talan um hand- faring av virðum, sum eru ognir hjá øllum Føroya fólki. DAGSINS MEINING Sosialurin Eitt stórt mál VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Mannminkandi kristindómur Rakul í Gerðinum Bíblian eigur ikki at vera misnýtt sum eitt amboð til óvirðilga viðfer av øðrum menniskjum og til at for- svara illgerðir sínar móti teimum við. Tað var onki minni enn óhugnaligt at lurta eftir Fimmaranum mikudagin. Eg helt ikki at uppafturgifta og kvinnuligir prestar var nakað at kjakast um, men har fór eg tíverri skeiv. Fyri meg er tað sjálvsagt, at fólk skulu kunna giftast upp aftur, um hjúnabandið ikki helt. Og tey, ið hava lisið gudfrøði skulu sjálv- sagt hava rætt til at gerast prestar eftir tað, óansæð hvat kyn tey hava. Lær skriftstøðini og verð prestur Tað tykist sum um einasti dugnaskapur hjá hesum ungu, sokallaðu bíbliu- trúgvu prestunum er uttan- atlæra av nøkrum skrift- støðum í bíbliuni. Mær vit- andi lesa gudfrøðinæmingar eisini skriftirnar á frummál- inum, sum er nógv fjøl- broyttari ella meira nuanser- að enn t.d. føroyska málið. Hetta verður gjørt fyri at fáa skilja bíbliuna betri ella fyri at skilja, at tað eru ymiskir máta at skilja m.a. tey ym- isku skriftstøðini uppá. So- statt skuldi hetta givið ein- um presti betri innlit í bíbli- una og møguleika til at kunna greiða kirkjufólkin- um gjølla frá, hvat skrivað stendur. Hendan møguleika til at greiða nærri frá síni áskoðan nýtti Bergur Debes Joensen ikki í fimmaranum, men vísti í staðin á skrift- støðini so vit sjálvi kunnu lesa tey. Eftir míni fatan er slíkur kristindómur bein- leiðis ábyrgdarleysur. Við at vísa til skriftstøð, frásigur tú tær ábyrgdina av tíni áskoð- an og tínum handlingum. Tað er eftir mínum tykki at misnýta bíbliuna. Men at lesa bíbliuna við sunnum fornufti og at nýta síni íbornu evni til at seta seg inn í støðuna hjá øðrum, fremur forstáilsi og vísdóm, ið eru verd at handla eftir. Bíblian eigur at vera lisin sum ein heild og ikki sum nøkur brot, ið kunnu setast inn har tað tænir okkara endamáli. Vantandi virðing fyri kvinnum Tað grovasta Bergur Debes Joensen segði var tó, at hann eins og fleiri aðrir, ikki vildi samstarva við prestar, sum vóru kvinnur. Hetta er ikki bara vantandi virðing fyri kvinnum, men ein máti til beinleiðis at royna at kúga kvinnur. Vónandi er tað ikki nakar prestur, sum ikki tekur sær tað nær um ein annar prestur sýtir fyri at samstarva við hana tí hon er kvinna. Hetta kann als ikki góðtakast, og eg meti tað beinleiðis at vera í stríð við javnstøðu og altjóða manna- rættindi at mismunur á hendan hátt verður gjørdur á menniskjum vegna teirra kyn. At verða avvíst vegna onkra ávísa handling kann eitt hvørt menniskja liva við, tí tað kann man taka til eftirtektar ella broyta, men at avvísa eitt annað menn- iskja vegna kyn, húðarlit ella líknandi, tað er at gera seg inn á integritetin hjá viðkomandi. Og slíkur mannminkandi atburður tænir bara tí eina endamáli at kúga viðkomandi. Slíkur atburður eigur als ikki at fara fram innan fólkakirkj- una og eigur heldur ikki at vera vardur av kristindóm- inum. TÍÐINDASKRIV Bókadeild Føroya Lærara- felags hevur givið út triðju krimisøgunua í bókarøðini: Vit báðir Vitri eftir norska rithøvundan Ingvar Am- bjørnsen. Ingvar Ambjørnsen er føddur í Larvik og býr í løtuni í Hamburg. Í løtuni er hann aktuellur við sjónleikinum um Elling og Kjell Bjarna sum Gríma leikar í Gamla Meiarínum Fyrsta skaldsøga hansara kom út í 1981, men hann gjørdist av álvara kendur og nógv lisin, tá ið skaldsøgan Hvite niggere kom út í 1986. Skaldskapur hansara er sera umfatandi og fevnir um bøkur bæði til børn, ung og vaksin. Krimibókarøðin: Vit báðir Vitri, telur níggju bøkur og triðja bókin, sum Sjúrður Gullbein hevur týtt til føroyskt, hevur heitið Eitrandi lygnir. Ingvar Ambjørnsen hevur eyðkendan frásøgustíl: hann skrivar soleiðis, sum málið verður talað millum ung- dóm. Eisini evnini í skald- søgunum eru serlig: tey við- gera aktuell vandamál, og ongin, sum lesur bøkurnar um Vitra og Virgar, er í iva um, hvørjum Ambjørnsen er í parti við. Bøkurnar eru mangan atfinningarsamar mótvegis samfelagsskipan- um og Ambjørnsen er altíð í parti við taparunum og talar teirra søk Fyrsta bókin, Kempurnar falla, sum er um fremm- andahatur og nýnasismu, kom út á føroyskum 1997. Onnur bókin Deyðin á far- støðini, kom út í 1999 og er um rúsevnismisnýtslu og skøkjulevnað. Hon varð kosin besta barna- og ung- dómsbók tá ið hon kom út í Noregi. Triðja bókin, Eitrandi lygnir, sum verður givin út í hesum døgum, tekur upp evnið um dálking. Teir báðir Virgar og Vitri eru á Suðurlandinum og ferðast. Har liggur Stein- sundsfjørðurin so blankur og bláur, men í veruleikan- um er hann fullur í eitri. Hvør, ið er umhvørvissynd- arin, er uppgávan hjá Vitra og Virgari at loysa, og sum vanligt fara hesir báðir ógvuliga ólíku detektivar, sum tó arbeiða væl saman, til verka og koma sær uppí bæði líkt og ólíkt. Eitrandi lygnir, fæst í bókabúðunum fyri 120 kr »Eitrandi lygnir«