Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. november 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 30. november 2004 11 VIÐMERKINGAR Er Norrønufrágreiðingin frá Skipaeftirlitinum eitt sjuskverk? Eftir Anni á Hædd, løgfrøðingi 2. partur Kaningararbeiðið og upp- lýsingargrundarlagið hjá Skipaeftirlitinum Sambært sjálvskrivaða kanningarsetninginum hjá Skipaeftirlitinum, er upp- gávan hjá Skipaeftirlitinum at kanna hesar spurningar í sambandi við óhappið 15. januar, sí síðu 3 í frág- reiðingini: 1. Hvat var orsøkin til, at Norröna sigldi á viðar- nesbryggjuna fyrru ferð- ina? 2. Hvat fekk skiparan til at gera av at fara frá aftur og sigla út aftur í fjørðin? 3. Hvat var orsøkin til, at siglt varð á molan á veg út aftur? 4. Hvat var orsøkin til, at skipið sigldi á Viðarnes aðru ferð? Sum víst varð á í 1. parti, so heimilar grein 13 í lógini um trygd á sjónum bara at kanningar verða gjørdar, ið hava sum endamál "at stað- festa vanlukkuorsøkina". Brot nummar 2 í sjálvskriv- aða kanningar-setningin- um, "hvat fekk skiparan til at gera av at fara frá aftur og sigla út aftur í fjørðin?" er tí ikki fevnt av heimild- argrundarlagnum í grein 13. Avgerðin hjá skiparan- um um at fara út aftur í fjørðin at gera status er ikki í sjálvum sær ein orsøk til óhappið. Óhappið var longu hent og skaði komin á skipið. Tað tykist sum at kann- ingarsetningur nummar 2 er tikin við, tí Skipaeftir- litið ikki hevur megnað at halda tunguna mitt í munn- inum, tá teir lótu seg í kanningarkasjettin. Teir gloymdu rætt og slætt at lata seg úr eftirlitskasjettin- um, tilmælandi kasjettinum og niðurstøðukasjettinum í revsirættarligum spurning- um. Ella við øðrum orðum, Skipaeftirlitið er fangað í sínum egnað netið av víð- um heim-ildum - kanska uttan at vita tað - og hvørki stjórin sjálvur ella nakar úr fyrisitingini hjá Fiski-mála- ráðnum ella nøkur advokat- hjálp úr býnum hevur megnað ella verið so mikið at sær komin at gera Skipa- eftirlitinum vart við trupulleikan. Kanningarsetningurin avdúkar eisini onnur iva- mál. Í kanningarsetningi 1, 3 og 4 avgerð Skipa-eftirlit- ið at kanna, hví skipið sigldi á. At sigla ella ikki at sigla, tað er spurningurin Orðingarnar hjá Skipaeftir- litinum benda á, at teir veruliga ikki sjálvir kenna mun á at sigla ella ikki at sigla, ella, at teir, sum so- nevndur skipakønur mynd- ugleiki, halda seg kunna brúka hugtøk og gera stað- festingar, uttan at neyðugt er at grundgeva fyri tí, bara tí teir eru Skipaeftirlitið? Spyrji tykkum sjálvi hvør tað er, sum myndar Skipa- eftirlitið í einum almennum kanningarmáli? Hvør er teirra fakligi førleiki? Hvør hevur eftirlitið við og tryggjar, at okkara sonevndi serkøni skipamyndugleiki veruliga er serkønur? Hvør torir at stíga fram og prógva, at tann størsta vitanin og besti førleikin, vit føroyingar eiga tá tað snýr seg um skipa-trygd, sigling- artrygd, skipstøkni, man- øvruspurningar, váðalýs- ingar í sambandi við óhapp o.s.fr., situr vesturi í Vágun- um á Skipaeftirlitinum? Skipaeftirlitið hevur við sínari frágreiðing avdúkað, at eftir teirra meting er tað als ikki neyðugt at seta spurnartekin við, um skipið sigldi ella ikki sigldi, rætt og slætt tí Norrøna í teirra hugaheimi sigldi. Gongur tað, so gongur tað Hvat er tað so fyri eitt upp- lýsingargrundarlag, sum Skipaeftirlitið hevur brúkt fyri at gera sítt kanningar-- arbeiði sambært sjálvskriv- aða kanningarsetninginum? Úr yvirlitinum til Norr- ønu-frágreiðingina og á síðu 3 sæst, at serliga sjó- frágreiðingar, sjálvgjørdar simulatorroyndir og eftir- fylgjandi samrøður um- framt videoupptøkur og myndir av hendingini hava vigað nógv. Sjófrágreiðingar vórðu givnar av manningini undir vitnisábyrgd stutt eftir hendingina. Tað framgong- ur úr rættarbókini, at Skipa- eftirlitið ikki nýtti hetta høvi at skaffa sær neyðugar upp-lýsingar frá manning- ini. Í staðin varð neyðugt hjá Skipaeftirlitinum at heita á manningina síðst í februar mánaða at geva fleiri upplýsingar til málið. Og so varð gjørt. Um hesar samrøður verða bara nevnt, at tær vóru hildnar, sí brot 2.4 í frágreiðingini. Lítið ella onki verður sagt um, hvat samrøðurnar snúði seg um, uttan tá upplýsingar úr samrøðunum kunnu brúk- ast ímóti skiparanum og onki verður sagt um form- liga heimildargrundarlagið hjá Skipaeftirlitinum fyri at hava slíkar samrøður við manningina. Hin tyngsti bitin í frá- greiðingini og í fylgiskjøl- unum til frágreiðingina eru eftirgjørdu simulator- royndirnar, sum Skipaeftir- litið hevur gjørt í Danmark. Og fyri at simulatorroynd- irnar skulu síggja út til at vera so eftirfarandi sum gjørligt, varð vindmegin sett til 23 m/s í telduni. Skipaeftirlitið fer eitt stig longur og staðfestir niðast á síðu 3, at vissan fyri at simulatorroyndirnar vísa "hvat hendi" er 98 %. Tí- verri kann ein staðfesta, at Skipaeftirlitið aftur her hevur gloymt sín kanning- arsetning, tí so nógvir upplýsingar frammanundan eru tøkir um, hvat hendi. Tað hava allir føroyingar sæð fleiri ferðir á sjón- varpsskýggjanum. Kann- ingarsetningurin hjá Skipa- eftirlitinum er at kanna, orsøkina ella orsøkirnar til, at óhappið hendi. At brúka ein simulator og í tíggjutús- undtals av krónum fyri at kanna hvat hendi er púra burturvið, tá hugsað verður um, at fleiri versiónir av sjónvarps-myndum vísa hvat hendi. Hin gløggi lesarin hevur helst spurt seg sjálvan, um tað er í lagi, at ein almenn- ur myndugleiki á henda hátt selektivt kann velja, hvørjar upplýsingar hann kann leggja dent á, og hvørjar upplýsingar hann kann velja at síggja burtur frá. Sama ger seg galdandi fyri avgerðina av, hvørjar upplýsingar og fylgiskjøl myndugleikin selektivt vel- ur at almannakunngera og hvørjar upplýsing-ar og fylgiskjøl myndugleikin selektivt velur at halda aft- ur ella dylja. Hví er ikki alt tilfarið viðvíkjandi Norrønu- óhappinum og kanningarar- beiðinum hjá Skipaeftir-lit- inum lagt út á alnetið? Hev- ur ein almennur myndug- leiki nakað at dylja í einum kanningarmáli sambært grein 13 í lógini um trygd á sjónum? Ella hevur Skipa- eftirlitið sjuska seg fram til eitt úrslit undir paroluni: gongur tað, so gongur tað? Greiningin Øll, ið hava áhuga fyri trygd á sjónum og annars áhuga í Norrønu-frágreið- ingini eiga at nærlesa greiningina hjá Skipaeftir- litinum undir punkt 8 í frágreiðingini. Spyrji tykk- um sjálvi hesar spurningar: • á hvørjum upplýsingar- grundarlagi eru greining- arnar gjørdar • hvussu er greiningin gjørd (altso eftir hvørji metodu) og • hvør tað er, sum hevur gjørt hesar greiningar Les frágreiðingina á www.fma.fo og met sjálv/ur Serfrøði ella ikki Skipaeftirlitið hevur fyrr í ár alment boðað frá, at almannakunngerðingin av Norrønu-frágreiðingini einaferð mátti útsetast, tí útlendsk serfrøði skuldi uppí leikin. Nú frágreiðing- in er liðug og almanna- kunngjørd við tí tilfari, sum Skipaeftirlitið hevur valt at leggja við, vil ongin av- dúka, hvør serfrøði hevur verið uppi í leikinum, hvat serfrøðin hevur verið brúkt til í Norrønu-málinum ella hvat útlendska serfrøðin hevur staðfest og ikki. Kann tað hugsast, at stjórin á Skipaeftirlitinum hevur fingið munnkurv - kanska tí at Fiskimála-ráð- ið, sum evsti ábyrgdarhav- andi fyrisitingarligi mynd- ugleiki, ikki orkar at fáa fleiri sjuskverk at rudda upp í? Hvussu er og ikki, so er tað týðiligt, at higartil hevur ongin almennur myndug- leiki, sum hevur havt nakað við Norrønu-málið at gera, tora at taka "frágreiðingina" frá munninum. Tala er silvur, men tøgn er gull....... Í triðja parti verður spurningurin um trúvirðið í Norrønu-frágreiðingini viðgjørdur. Nýggj rithøvundabók Rithøvundafelag Føroya hevur givið út nýggja út- gávu av Rithøvundabók- ini. Fyri nøkrum árum síðani fór Rithøvundafel- agið undir eitt nýtt tiltak fyri at gera føroyskar rit- høvundar meira sjónligar. Felagið bjóðaði hvørjum einstakum av limum sín- um at skriva eina grein um seg sjálvan og geva hetta út so tað bar til hjá almenninginum at síggja hvørji tey fólk eru, sum eru upphavsmenn til bøk- ur, og hvat tey hava skriv- að meir enn tann bókin, sum viðkomandi hevur í hondini. Burtur úr hesum kom tann forvitnisliga rithøv- undabókin í 1995, sum hevur verið nógv nýtt av blaðmonnum og skúla- ungdómi, sum sóknast eftir upplýsingum um tað sum fer fram í føroyskum bókmentanarlívi. Síðani eru níggju ár farin, og bókin er, sum frá er liðið, vorðin rættiliga avoldað. Tí hevur felagið gjørt av at fáa til vega eina nýggja útgávu av bókini, og er hon nú komin í bókabúðirnar. Nakrir av teimum, sum vóru við í tí gomlu bókini, eru ikki við í hesi. Summir hava ikki viljað verið við, aðrir eru ikki longur í felagnum. Tey sum vilja fáa meir at vita um hesar, kunnu kaga í bókina frá 1995. Men hópur av nýggjum limum eru komnir síðani, og hesir eru allir við. Bókin er eitt rættiligt føroyskt tiltak. Hon er skrivað av limunum á før- oyskum, sett, prentað og innbundin á Føroyaprenti, og vestmenningurin Martin Joensen hevur gjørt kápumyndina. Zak- arias Wang í Hoyvík hev- ur lagt útgávuna til rættis. Men føroyingar eru spjaddir víða um heim, og út øllum ættum eru greinir komnar til hesa bók, so her hava limirnir tikið eitt megnartak, sum hevur givið eitt gott úrslit. Rithøvundafelag Føroya Tit verða hervið boðin til pallborðsfund á Hotel Hafnia 2. desember 2004, kl 13:00 til 15:00 Evnið á fundinum verður: Samanleggingin av Lands- bankanum og Hagstovuni. Landsstýrið hevur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005 boðað frá ætlan- um um at leggja Lands- bankan og Hagstovuna saman í ein stovn. Í hesum sambandi kundi verið áhugavert at fingið partar- nar at sitið við sama borð og viðgjørt evnið. Endamálið við panel- fundinum er at fáa kjak millum avvarandi partar, áðrenn endaligu støðutak- anina í Løgtinginum. Við panelið sita: • Bárður Nielsen, lands- stýrismaður í fíggjar- málum • Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovuni • Sigurð Poulsen, stjóri í Landsbankanum og • Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka Høvi verður hjá fundarlut- takarum at seta spurningar og gera viðmerkingar. Fundarluttakarar verða løgtings- og landsstýris- fólk, løgtingsskrivarar og nøkur starvsfólk frá av- varandi stovnum. Vegna tingmanning Tjóðveldisfloksins Karsten Hansen, framsøgumaður í búskaparmálum Pallborðsfundur um Landsbanka og Hagstovu