Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. november 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 229 - 30. november 2004 Í dag, 30. november, fáa Føroyar nýggjan 500-krónuseðil. Hesin seðilin er tann fjórði í nýggja seðlaraðnum. Gomlu 500-krónu- seðlarnir verða enn í gildi, men verða settir úr gildi so við og við TÍÐINDASKRIV Myndaevnið framman á nýggja 500-krónuseðlinum er framparturin á einum fjørukrabba. Fjørukrabbin er vanligur í fjøruni alla- staðni í Føroyum. Mynda- evnið av krabbanum er prentað í koparprenti. Aft- an fyri krabban er vatn- litamynd av sandbotni. Myndaevnið aftan á seðlin- um er vatnlitamynda av Hvannasundi. Vatnlita- myndina av Hvannasundi hevur Zacharias Heinesen málað. Nýggi 500-krónuseðilin er 155 x 72 mm. Høvuðs- liturin er dustgrønur. 500-krónuseðlilin hevur sum 100-krónuseðilin og 200-krónuseðlilin heil- mynd (hologram). Heil- myndin skal saman við hin- um trygdunum, vatnmerki og rútatráði við litskifti tryggja, at seðlarnir verða ikki falsaðir. Seinasti nýggi penga- seðilin – 1000-krónuseðilin – kemur væntandi á sumri í 2005. Gomlu 500-krónuseðlar- nir verða enn í gildi, men verða settir úr gildi so við og við. Virkir fáa nú møguleika at gerast limir í Ferðslutrygd. Síðani oktober hevur ferðslutrygd arbeitt við einum nýggjum átaki. Hetta snýr seg um, at fáa vinnu- lívsfyritøkur at gerast limir í Ráðnum fyri Ferðslu- trygd og harvið gerast ferðslutrygdarstuðlar og luttaka beinleiðis í arbeiðinum at gera ferðsluna tryggari. Sjálvsagt skal vinnulívið hava ein virknan lut í ferðslutrygdararbeiðinum. Vinnulívið er jú so stórur partur av ferðsluni. Ein fyritøka, sum gerst Ferðslutrygdarstuðul, sýnir at hon hevur ábyrgdarkenslu og professionella tilvitan um leiklut sín í samfelagnum. At taka henda spurning í álvara, er umráðandi fyri eina og hvørja fyritøku. Í fyrsta lagi er tað ein sannroynd, at ferðsluóhapp kosta fyritøkum nógvan pening, umframt menniskjaligu líðingina, sum kemur aftaná. Í øðrum lagi styrkir positivur atburður í ferðsluni eisini umdømið, sum fyritøkan hevur at liva av. Eisini í grannalondum okkara verður arbeitt við átøkum, ið miða eftir at fáa einstaklingar og virkir at luttaka í kjakinum um ferðsluspurningar. Menningin gerst avgjørt meira burðardygg, um so er, at brúkarin sjálvur hevur ávirkan á gongdina. Skulu vit koma nærri 0-hugsjónini mugu øll taka ábyrgd. Higartil hava hesar fyritøkur tekna seg sum ferðslutrygdarstuðul. Føroya Shell AMA SMS Bakaríðið Hjá Gunnleivi Statoil Bókadeild Føroya Lærarafelag Vaktargarður Farodane H T Transport Flogfelag Føroya BR-leikur Føroya Banki Føroya Keypssamtøka Føroya Lívstrygging Føroya Sparikassi Føroya Tele Hotel Føroyar Inni P/F SLFarmur Poul HANSEN Frámerkið at seta á bilin. Kaupting Koyrikortið Sp/f Leif Mohr Meginfelag Búnaðarmanna Meinhardt Arge Nýggi føroyski 500-krónuseðilin Minnist til tann 21. novembur 2004. á hesum degi varð ANSO, felagsskapur av norðurlendskum LGBT feløgum fyri lesandi stovnað. LGBT er stytting fyri "Gay, Lesbian, Bisexual and Transgender" ella sam-, bi- og transkynd. Luttakandi vóru lesandi úr øllum tí norðurlendska økinum. Vit samlaðust her i Danmark fyri at skapa ANSO, tí vit mettu, at vi hava nógv til felags, hvør í sær við virðis- miklum royndum. Endamalið við ANSO er at deila okkara vitan, og fremja medvitan um LGBT málum hja lesandi. Vit ynskja at skapa positivt tjak og gera okkum sjónlig gjørnum okkara konferencur. ANSO vil vera ein hugskapandi "tænke-tank", og kelda til íblastur hja norðurlendskum LGBT feløgum hjá lesandi. ANSO hevur sítt høvudssæti i Føroyum. Nuverandi limir eru: FSS - Félag STK stúdenta frá Reykjavík, Iceland, HG - Homoglobiini R.Y frá Helsinki, Finland, Sveriges Förenade Gaystudenter (SFG), UgleZ frá Bergen, Norway, BLUS frá København Danmark og Friðarbogin úr Føroyum. Í hesum sambandi eru Føroyar viðurkendar sum tjóð, og Friðarbogin sum felagsskapur fyri lesandi. Í framtíðini ynskja vit at víðka okkara samarbeiði til at fevna um so nógv LGBT feløg fyri lesandi i tí norður- lendska økinum sum gjørligt. Sameind eru vit sterk. Nevndin er: ISLAND: Ásta Ósk Hlöðversdóttir +354 868 6855 (formaður) FØROYAR: Manijeh Elsa Modi (+45) 28922575 (næstformaður) DANMARK: Maren Fich Granlien (+45) 28408449 (kasser) SVØRIKI: Maria Hansson NOREG: Hallvard Øren FINLAND: Linda Vapalahti Kontakt í Friðarbogan: Manijeh Elsa Modi manijeh@diku.dk (+45) 28922575 Vit vilja heita á tykkum um at skriva nakrar reglur um okkum. Vit lata okkum fegin interviewa. Ein serlig áheitan til felagsskapir fyri lesandi sosum MFS og møguliga FUR um at gera vart við ANSO i limabløðum og tílíkt. Vit hava eina ferðafrásøgn um vikuskiftið upp til stovnandi aðalfundin, sum møguleiki er at bjóða fram sum blaðgrein. Gjørnumbrot fyri norðurlendsk LGBT lesandi Virkir gerast limir í Ferðslutrygd