týsdagur 30. november 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 30. november 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kunngjørt verður at kæri bróður mín
Herman Joensen
Hósvík
andaðist á Lágargarði, leygardagin 27. november
81 ára gamal.
Farið verður av Lágargarði týsdagin kl. 16.00.
Jarðarferðin verður úr Hósvíkar kirkju
mikudagin kl. 13.00.
Bergitta
Dagurin
30. november. Andrasarmessa. Um lærusveinin Andrias sigur apokrýfisk søgn, at hann, tá ið ápostlarnir
skiltust, fór sum trúboðari til Grikkalands og um svartahavsleiðirnar. Hann noktaði fyri at tæna skurðgudunum
og varð krossfestur. Krossurin hann var hongdur á, var settur saman á skák, og ein tílíkur krossur hevur síðani
verið róptur andrasarkrossur.
Á kirkjubøstólunum við træskurðinum av Andrasi er hann avmyndaður við hesum krossi. Andras hevur verið
høgt mettur sum halgimenni t.d. í Russlandi og Skotlandi, og vit vita, at minningardagur hansara, 30. november,
eisini hevur verið hildin í Føroyum.
Navnið er grikst og merkir maður.
Gamla verðin hevur mist son, Ásmund Thomsen, 85
ár.
Rigmor, sum kom úr Ringsted aftaná kríggið, hevur
mist sín Ásmund, mannin.
Lívið slóknað, men minnini so klár um hetta parið,
sum eingi børn áttu, men sum var so nógv fyri onnur,
børn sum vaksin.
Lærdóm høvdu bæði, men mest taldi umsorgan.
Takk fyri árini við gestablídni í Danmark.
Sjúrður Hansen, Gøtu.
Tá Føroya Felag móti
krabbameini herfyri fylti
25
ár,
var
Kristianna
Hammer, sjúkrarøktarfrøð-
ingur, boðin at halda ein
fyrilestur í Norðurlanda-
húsinum um vón og vón-
loysi hjá krabbameins-
sjúklingum
Kristianna er føroysk,
hon er fødd og uppvaksin í
Havn, og búi í her til 1981,
tá hon saman við familjuni
flutti til Danmarkar og
búsettust í Odense. Sama ár
sum hon varð útbúgvin sum
sjúkrarøktarfrøðingur
á
Føroya Sjúkrasystraskúla,
sum skúlin æt tá.
Hon hevur í mong ár ar-
beitt á Odense Universitets
Hospital, serliga innan
stráluviðgerð av krabba-
meinssjúklingum.
Í 2000 fekk Kristianna
Diplom-útbúgving innan
sjúkrarøkt, og í 2003 bleiv
hon cand. cur. í sjúkra-
røktarfrøði.
Í løtuni tekur hon, sum
tann fyrsti í Odense, Ph.D.
útbúgving innan sjúkrarøkt
við Odense Universitets
Hospital, har hon granskar í
vónini og vónloysinum hjá
krabbameinssjúklingum.
Kristianna er gift við
Eilif Hammer, sonur Al-
fridu og Andreas Hammer í
Runavík, ið herfyri kundu
halda jarnbrúdleyp, tá tey
høvdu verið gift í 70 ár.
Kristianna og Eilif eiga
trý børn: Rúni, ið 29 ára
gamal, giftur, og lesur
teologi í Århus, Fróði er 24
ára gamal og lesur til
sivilverkfrøðing, og Turið,
sum er 22 ára gomul og býr
í Havn, hon flutti til Før-
oyar at búgva eina tíð,
áðrenn hon sum ætlað søkir
inn at lesa medicin í vár.
Eilif arbeiðir sum sy-
stemprogrammør hjá KMD
í Odense.
Fyri trimum árum síðan
flutti familjan til Fåborg at
búgva.
Foreldrini hjá Kristiannu,
Margit, f. Christiansen, og
Erling Poulsen, áttu og
róku
bakaríið
Acta
í
Torfinsgøtu í mong ár. Tey
seldu bakaríið og fluttu til
Danmarkar í 1981.
Mamman, Margit doyði í
1987, 57 ára gomul. Hon
var dóttir Kristinu, vanliga
nevnd Tina,
ættað
úr
Froðba, og Sverra Christ-
iansen, vanliga nevndur
Sverri í Mattalág, skips-
byggjara í Havn.
Pápin, Erling, er sonur
Annu, f. Simonsen, ættað
av Velbastað, og Palla Poul-
sen, úr Gøtu, vanliga
nevndur Palle Bager. Tey
høvdu bakarí í J.C. Svabos-
gøtu, sum Conrad Skaale
seinni keypti og rak í mong
ár.
Erling er í dag 76 ára
gamal og býr í Odense.
Umframt at granska og
skriva verður Kristianna
javnan boðin at halda fyri-
lestrar um vón og vónloysi
hjá krabbameinssjúkling-
um og um virðingina fyri
menniskjanum
innan
lækna- og sjúkrarøktarút-
búgvingarnar.
Góði Kalle
Nú ert tú farin heim, heim til guð okkkara, hann sum
tú og eg, altíð hava litið á. Orð míni er ikki mong,
men eg og tú litu á Jesus, hann var og er álit okkara.
Hvíl í friði.
Tín persóniligi vinur,
Knút Petur í Gong
Prógv
Brynhild Kalsø Hansen fra Sakskøbing er vorðin
cand. mag. í Moderne Kultur og Kulturformidling
frá Københavns Universitet tann 12. november.
Kristianna Hammer, Fåborg:
Fyrsti Ph.D. lesandi í sjúkrarøkt í Odense
Ásmundur á Geilatrøð í Norðragøtu deyður