týsdagur 30. november 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 229 - 30. november 2004
UPPRUNI
Símun Absalonsen
Í kirkjugarðinum West-
minster Abbey í London
liggja nøkur av mætastu
stórmennum
Bretlands
jarðað. Ímillum hesi eru
eisini gitnu vísindamenn-
inir Isaac Newton og Charl-
es Darwin. Stutt er ímillum
gravleiðini, ið goyma jørð-
isku leivdirnar av báðum
mætu vísindamonnunum.
Men tvær øldir skilja eisini
teir báðar og øldirnar báðar
umboða ymisk tíðarrák.
Newton verður av mongum
umrøddur sum størsti vís-
indamaður, ið livað hevur,
og menningarástøðið hjá
Darwin gjørdist uppruni til
størstu filosofisku kollvelt-
ingina fyri mannaættina.
Báðir vóur empirikarar,
tvs. teir eygleiddu, máldu
og hugsaðu, og royndu hvør
í sínum lagi at koma til
skilagóðar
niðurstøður.
Men filosofiskt útgangs-
støði ávirkar eisini náttúru-
vísindina, og her høvdu
Newton og Darwin ymiskar
uppfatanir. Newton formu-
leraði sum tann fyrsti
tyngdilógina og avleiðing-
arnar av hesi lóg uppliva øll
menniskju dagliga. Men
Newton var sannførdur um,
at nattúrulógir ikki vóru
sjálvskaptar - tær vóru úr-
slit av einum almátti, sum
lá uttanfyri tað, ið menn-
iskjað
empiriskt
kundi
máta. Newton var sann-
førdur um at hesin máttur
var kristindómsins Jahve.
Darwin livdi 200 ár
seinni. Hann las gudfrøði í
3 ár, men metti hesa tíð
sum burturspilta. Hann
hevði ovurhonds stóran
áhuga í lívfrøði, og bleiv
faðir at menningarlæruni.
Filosofiskt og átrúnaðarliga
livdi hann á markinum
ímillum ateismu og agnost-
isismu. Seinastu árini av
lívi sínum kom hann ikki
nógv í samband við al-
menningin. Tey, ið stóðu
honum nær søgdu, at síðstu
tíð hansara sveiggjaði filo-
sofiska
pendulið
hjá
Darwin longur burtur frá
ateismu og móti agnostis-
ismu. Summi vilja vera við,
at tað tað fór heilt yvir í
teismu (gudstrúgv).
Bæði Newton og Darwin
vóru vísindamenn í orðsins
sonnu merking, men tá
nútíðin metir um filosof-
iska
útgangsstøði
hjá
hesum monnum, er hon
yvirberandi við teismuni
(gudstrúnni) hjá Newton. -
Hann var barn av síni tíð
(myrku miðøld), verður
sagt.
Miðøldin og
upplýsingartíðin
Í seinmiðøldini var vísindin
framvegis ikki loyst úr
sínum metafysiska "hafti",
og gudstrúgv var ein ment-
unararvur, ið ikki var so
lættur at koma av við. Øðr-
vísi var við Darwin, hann
var barn av "upplýsingar-
tíðini og rationalismuni".
Við filosoffum sum t.d.
Voltaire o.fl. hevði manna-
ættin umsíðir sæð "ljósið"
frá ateismuni. Einasti vegur
til kunnskap var tað, sum
menniskjað kundi hugsað
seg fram til innanfyri karm-
arnar av tí materialistiska
alheiminum. Orka, tilfar,
rúmd og tíð var tað einasta,
ið fanst. Tann metafysiski
heimurin var ikki til. So-
statt kom filosofisk materi-
alisma og naturalisma at
stýra sinni og tankum. Dar-
winisma varð góðkend sum
forkláring uppá uppruna og
menning av lívi. Hetta var
ikki tí at menningarlæran
var so væl kjølfest í
náttúruvísindini,
men
heldur tí, at innanfyri
materialistiska vísind var
einki alternativ, ið kundi
greiða gátuna um upprunan
til lívið.
Mótmælini móti darwin-
ismuni komu eisini aloftast
frá kreationismu (skapanar-
trúgv) og gudfrøði. Og
darwinisman svaraði, at
trúaruppfatanir liggja uttan
fyri
náttúruvísindaliga
økið, og náttúruvísindin
kann tí ikki fyrihalda seg til
trúarsakir.
Vísindin arbeiðir
víðari
Men vísindin stendur ong-
antíð still, hvørki á døgum
Newtons, Darwins ella í
okkara tíð. Seinastu 20-30
árini hevur menningarlæran
fingið harða mótstøðu inn-
an náttúruvísindaliga økið.
Orsøkirnar eru helst mang-
ar. Í Vesturheiminum er ein
vaksandi áhugi fyri tí
metafysiska.
Filosofiska
materalisman, ið hevur
ligið sum ein verjugarður
kring darwinismuna í meira
enn 100 ár, er viknandi.
Hartil kemur, at granskan
innan biokemi, molekyler-
biologi, designástøði og
informatiónsvísind hevur
ført til, at fleiri vísinda-
menn eru falnir frá darwin-
istisku trúnni. Og meðan
vísindaligu
atfinningar
móti menningarlæruni fyri
30 árum síðani vóru av-
markaðar í vavi, so fylla
tær í dag so mikið nógv, at
tað er nærum ógjørligt at
útgreina hetta.
Men vælgrundaðar vís-
indaligar atfinningar móti
darwinismu hava trupult
við at fáa rúm innan skúla-
gátt, og tað er kanska eisini
lætt skiljandi. Tað kundi
tikið skorur undan menn-
ingarlæruni, um næming-
urin fekk frælsi at hugsa.
Flestu skúlalógirnar (eisini
tann føroyska) prýða seg
við krevjandi heitum ands-
frælsi og tollyndi, men
praktisera á hesum øki
ortodoks fundamentalist-
iskt meiningsmonopol.
Skúlin livir sostatt ikki upp
til lóggávuna um ands-
frælsi og darwinisma hevur
sama status innan skúla-
gátt, sum islam hevur í
ávísum totaliterum lond-
um. Í lærubókinum skortar
tað heldur ikki uppá lygnir
og manipulatión. T.d. kann
verða tikið til, at allir
vísindamenn við virðing
fyri sær sjálvum trúgva á
menningarlæruna og at siga
nei til menningarlæruna er
at siga ja til religión.
Vísind og
heimsáskoðan
Fyrst er at siga, at um fleir-
talið trýr eium ástøði, so er
tað ikki prógv fyri at teoriin
er sonn. Í 1000 ár trúðu
vísindin at jørðin var fløt,
men tað broytti ikki jørð-
ina. Í øðrum lagi skal sig-
ast, at atfinningar móti
menningarlæruni
koma
ikki bert frá menniskjum
við átrúnaðarligari sann-
føring.
Vísindamaðurin
Francis Crick uppdagaði
saman við James Watson
DNA helixin í 1953. Hann
fekk Nobel virðislønina í
hesum sambandi. At genet-
isk "skriftmál" og informa-
tión brádliga var komið
undan kavi í livandi kyk-
num gjørdist ein forklár-
ingstrupuleiki fyri darwin-
ismuna. Crick segði, at
hann trúði ikki at lívið var
upprunnið av tilvild, men at
hann metti at lívið var
plantað á jørðini av einum
vitandi
mátti
uttanífrá.
Hetta var ikki ein religiøs
meining men ein logisk
staðfesting útfrá empir-
iskari granskan. Crick, sum
andaðist fyrr í ár var
nevniliga ikki religiøsur,
men agnostikari.
Tá akademikarar í m.a.
Føroyum føra fram, at allir
sannir vísindamenn trúgva
menningarlæruni, so siga
teir samstundis, at hvørki
Crick ella Einstein (báðir
nobelvinnarar og listin er
annars langur) vóru sannir
vísindamenn. Hetta sigur
meira um akademiskt hug-
móð, enn um vísindaligu
avrikini hjá Crick og Ein-
stein.
Darwin og kommun-
istiski heimurin
Í Ruslandi hevur vísindalig
atfinning móti menningar-
læruni í dag atgongd til
statsstuðlaðu lærdu há-
skúlarnar. Hetta má metast
sum lagnunar speisemi. Í
kommunistatíðini
vórðu
børn undirvíst í darwin-
ismu samstundis sum tey
lærdu at lesa. Hetta var ein
liður í ateistiskari indoktri-
nering. Russiskur hugburð-
ur til darwinismu í dag er tí
kanska eitt aftursvar til
totaliteru sovjettíðina. Stal-
in las teologi, men eftir at
hava fingið bókina "The
Origin of Species" eftir
Darwin upp í hendurnar
hálsaði hann um, og bleiv
svorðin sosialdarwinist. Í
ateismuni
hevur
lívið
hvørki mál ella ætlan og
náttúran er rein kynisma,
har bert tað sterkasta yvir-
livir. Hesin hugburður setti
dagsskránna hjá stalinism-
uni. Á hesum politiska alt-
ari vórðu 60 mió. mannalív
ofrað. Hitler og Mao vóru
eisini hugtiknir av sosial-
darwinismuni.
Ein kinesiskur biologur
tók herfyri skemtiliga til: -Í
Kina kunnu vit ikki finnast
at stjórnini, men vit kunnu
finnast at Darwin. Í USA
kunnu tey saktans finnast at
Bush, men ikki at Darwin.
Úr vísindaligu
bókarúgvuni
Vísindaliga
bókarúgvan,
har menningarlæran fær
kvalifiseraða vísindaliga
mótstøðu er eftir hondini
stór. Av hesum kunnu nevn-
ast:
"Darwins black box"
eftir Michael Behe
Høvundin er professari í
biokemi. Dr. Behe sigur
m.a. -Flestallar funktiónir í
eittnú
mannakroppinum
eru so fjøltáttaðar og sam-
ansettar, at tað er helt
ólogiskt og ógjørligt at
ímynda sær, at hetta kann
verða íkomið av tilvild og
við smáum genetiskum
broytingum. Nærum allar
fysiskar funktiónir eru eyð-
kendar av, at verður ein
ávísur lutur tikin burtur úr
funktiónini, heldur funk-
tiónin uppat at virka.
"Not by Chance" eftir
Lee Spetner
Høvundin er professari í
støddfrøði og alisfrøði.
Seinastu 40 árini hevur
hann
nærum
burturav
granskað lívfrøði, serliga
innan
kyknulæru.
Dr.
Spetner sigur m.a. - Menn-
ingarlæran er fullkomiliga í
stríð við nýmótans hag-
frøði. Lívið er, smb. menn-
ingarlæruna, upprunnið av
tilvild og menning (muta-
tiónir) eru íkomnar av
tilvild. Frá lívfrøðini kenna
vit
møguleikarnar
fyri
mutatiónum (arvabroyting-
um) og kunnu vit tí kvanti-
tativt arbeiða við hag-
frøðisligum modellum, og
niðurstøðan er, at menn-
ingarlæran er ein hypotesa,
ið greitt eigur at vrakast.
Spetner leggur dent á , at
hagfrøðin er 100% objektiv
vísind. Smb. Spetner er
darwinisma eitt úrslit av, at
lívfrøðin hevur slept vís-
indini og bert arbeiðir í tí
spekulativa.
"In the beginning was
Information" eftir
Werner Gitt
Høvundin er týskur pro-
fessari í informatóns-vís-
indi. Henda vísind er
lutfalsliga nýggj. Gitt sigur
m.a. -DNA er ein databasa,
tvs. ein berari av informa-
tión. Informatión er ikki
eitt fysiskt fyribrigdi, men
metafysiskt á sama hátt
sum tankar. Øll informatión
hevur eina mentala keldu -
eisini genetisk informatión.
Hvaðani kemur henda in-
formatión frá? Darwin-
isma, ið byggir á filosof-
iska materialismu, kann
ikki svara hesum, tí upp-
runin til informatión liggur
uttanfyri
tann
fysiska
heimin.
Innihaldið í omanfyri
nevndu bókum er eyðkent
av gløggskygni og nær-
lagni. Skilagóðu grundgev-
ingarnar í slíkum bókum
eru ikki lætt atkomuligar
innan skúlagátt, har ands-
frælsi, tollyndi og objek-
tivitetur átti at havt rúmari
ræsur.
Newton og Darwin
Charles Darwin 1809–1882
Isaac Newton 1642–1727