týsdagur 30. november 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 30. november 2004
15
UPPRUNI
Ejvind Mouritsen
Fyri at dýr kunnu broytast
frá einum dýraslagi til eitt
annað - t.d. frá fiski til
paddu og frá skriðdýri til
fugl, er neyðugt við stórum
broytingum
í
sjálvum
ílegunum og tilførsla av
hópin av nýggjum ílegum í
íløgukervi ("genpuljuna")
hjá einstaka skapninginum.
Menningarlæran sigur, at
mekanisman, ið ger hetta
møguligt, at ein "frum-
kykna" hevur ment seg til
menniskja,
er
úrbregði
("mutatión") og natúrlig úr-
veljing.
Trupulleikarnir
hjá
menningarlæruna, ið vís-
indin hevur víst á er, at úr-
bregði hendir ógvuliga
sjálvdan, og at so gott sum
øll úrbregði eru skaðilig
fyri skapningin. Úrbregði
oyðileggur nevnliga oftast
eginleikar, ið ílegurnar
rúma. Høvuðstrupuleikin
við ástøðinum um úrbregði,
sum menningarmekanism-
an er, er at úrbregði bara
broytir verandi ílegur, men
veitir ikki nýggjar ílegur, ið
kunnu geva skapninginum
nýggjar gagnligar eginleik-
ar.
Natúrlig úrveljing sigur,
at í náttúruni hendir ein
úrveljing á tann hátt, at teir
skapningar, ið eru best
egnaðir
til
umhvørvið,
yvirliva. Teir ið yvirliva,
nørast og føra ættina víðari.
Á henda hátt verða ávísir
eginleikar førdir víðari,
meðan
aðrir
eginleikar
doyggja út. Havast skal tó í
huga at natúrlig úrveljing
virkar bara innan hvørt
dýraslag sær og kann ikki
fremja nýggjar eginleikar.
Lat okkum síðan hyggja
eftir hvørt tað er sannlíkt, at
frammanfyri
nevnda
mekanisma, t.e. úrbregði og
naturlig úrveljing, klára at
greina upprunan til fyri-
brigdi vit síggja í heiminum
t.d. mannaeygað.
Í bókini "Heimur okkara
- Alifrøðin 2" er fylgjandi
lýsing
av
eyganum:
Mannaeygað er uml. 25
mm stórt. Eyguni sita í
eygnaholum í mannaskall-
anum.
Eygnalokini
og
eygnahárini verja eyguni
framman. Eygnalokið smyr
vætu á eyga. Eyguni kunnu
snarast, so vit síggja upp-
eftir, niðureftir og til síðis.
Ljósgeislar koma inn ígjøg-
num
kúputu
hinnuna
framman á eyganum, horn-
hinnan. Hon brýtur ljós-
geislar og miðsavnar teir
eitt sindur. So fara ljós-
geislarnir ígjøgnum sjón-
opnuna. At enda miðsavnar
eygnasteinurin ljósgeislar-
nar á nethinnuni.. Nethinn-
an er aftast og innast í eyg-
anum. Í nethinnuni eru
uml. 120 mill. stavkyknur
og uml. 7 mill. tappakykn-
ur. Tá ið myndin kemur á
nethinnuna, vendir hon
øvugt. Men heilin týðir
nervainnstøkkini og vendir
myndini rætt. Sjónnervin
leiðir tað, eyguni síggja, til
eina sjónmiðstøð í heilan-
um. Samanlagt í manna-
eyganum samstarva soleið-
is fleiri enn 100 mill. kykn-
ur.
Fyri at menning av egin-
leikum sum mannaeygan-
um t.v.s. sjón (sum m.a. er
eyga, nervar og heili), skal
verða møgulig krevst, at
hvørt stig í menningini av
nýggja eginleikanum hevur
eitt gagnligt virði fyri
skapningin. Er einstaka
stigið í menningini ikki til
fyrimuns fyri skapningin,
vil natúrlig úrveljing skilja
henda eginleika burtur.
Menningarlæran er tann
dag í dag ikki før fyri, at
greina tey einstøku stigini,
sum menningin av einum
so torgreiddum fyribrigdi,
sum sjónin er. Grundgev-
ingin hjá menningarlæruni
er at 1% av sjón er betrin
enn eingin sjón. 10% av
sjón er betri enn 1% o.s.v.
Sjón hevur ógvuliga stóran
týdning hjá skapninginum
at yvirliva. Natúrlig úr-
veljing vil velja dýr við tí
bestu sjónini, og við tíðini
vilja vit hava dýr við betri
og betri sjón. Sum prógv
um hesa gongd finna vit í
náttúruni nógvar ymiskar
sjónstyrkir heilt frá 0% til
óvanliga góða sjón.
Grundgevingin
hjá
menningarlæruni er skeiv
grunda á trý viðurskiftir:
1.Neyðugt er, at allir teir
ógvuliga ymisku part-
arnir m.a. eyga, nervar
og heili eru til, áðrenn
sjónin kemur. Hvør sær
geva
hesir
ymisku
partarnir ikki skapn-
inginum nakran fyri-
mun í náttúruni, og
natúrlig úrveljing vil
skilja tær burturúr.
2. Møguleikin fyri at úr-
bregði kann menna allar
tær ymisku kyknurnar
soleiðis, at tær kunnu
uppfylla teirra serliga
leiklut í eygnanum,
nervunum og heilanum,
er lítil og eingin.
3. Í náttúruni finna vit ym-
iskar sjónstyrkir. Ym-
isku sjónstyrkirnar eru
tó í stóran mun grundað
á ógvuliga ymiskan
bygnað. Talan er við
øðrum orðum ikki um
líðandi
menning
av
einum ávísum bygnaði.
Samanumtikið er úrbregði
og natúrlig úrveljing ikki
mekanismur fyri menning
frá "frumkyknu" til menn-
iskja. Úrbregði mótvirkar
menning, er skaðilig fyri
skapningin og fremur ikki
nýggjar eginleikar. Natúrlig
úrveljing virkar bara innan
hvørt dýraslag sær, og kann
ikki heldur fremja nýggjar
eginleikar.
UPPRUNI
Ejvind Mouritsen
Í náttúruni er tað høv-
uðsreglan, at næstan allir
livandi skapningar (dýr,
menniskju og plantur) vilja
venda aftur til lívfrøðiligu
umferðina,
tá
ið
tær
doyggja. Tað er eitt serligt
undantak: at skapningar
verða varveittir sum stein-
renningar.
Um líðandi menning er
veruleiki, eiga vit at finna
prógv fyri hesum í fornum
djóraleivdum. Tá ið ein
skapningur likamliga skal
broytast til ein nýggjan
skapning,
er
sambært
menningarlæruni neyðugt
við nógvum smáum líðandi
broytingum. Vit eiga tískil í
náttúruni at finna prógv
fyri hesari menning, frá
"frumkyknu" til menniskja.
Sambært teirri broyting
sum menningarlæran treyt-
ar, átti eitt ótal av dýrum at
verið funnin, ið eru eitt
"millumlið" millum fisk og
paddu, paddu og skriðdýr,
skriðdýr og fuglar o.s.v.
"Millumliðini" eru sostatt
dýr har ymisku likamslut-
irnir (útvortis og innvortis)
eru í eini broyting frá
einum slagi til eitt annað.
Sambært menningarlær-
uni er menningin og tillag-
ingin í so smáum stigum, at
trupult er at eygleiða
broytingina, tá ið hon fer
fram. Tá ið trupult er at
eygleiða sjálva broytingina,
átti tað verið ógvuliga lætt
at sæð ein samanhang, eftir
at ein broyting er farin fram
t.d. frá skriðdýri til fugl.
Um menningarlæran er røtt
eigur tað at vera sera
trupult hjá okkum at flokka
dýr í náttúruni í ymiskar
bólkar.
Høvuðseyðkenni fyri
steinrenningar
Í gjøgnum fleiri enn 150 ár
hevur tað nú verið leita eftir
djórasteinrenningum
um
allan heimin. Á forngripa-
søvnum finnast steinrenn-
ingar av fleiri enn 250.000
ymiskum dýrum. Sostatt
hava vit eitt stórt grundar-
lag at gera okkara metingar
út frá. Vit kunnu stutt
greina tað, vit finna, í
steinrenningunum í trý
punkt:
1.Tá ið eitt dýr av fyrstan-
tíð gevur seg til kennar í
jarðarløgunum,
kann
ein fylgja teimum í ó-
broyttum líki gjøgnum
fleiri jarðarløg og við
eitt,
eru
nøkur
av
teimum burtur meðan
onnur liva tann dag í
dag í óbroyttum líki.
2. Tá ið steinrunnin dýr av
fyrstantíð geva seg til
kennar, eru tey øll full-
komin og virkisfør.
3. Tað er ein eyðsýndur
tørvur av prógvum fyri,
at nøkur "millumlið"
millum ymisku dýra-
flokkarnar
nakrantíð
hava livað.
Um milliónir av dýrum
líðandi hava ment seg
gjøgnum milliónir av árum
við neyvari tillaging, áttu
vit at funnið hópin av
prógvum fyri hesum. Tað
átti ikki at veri nakar sum
helst ivi um eina líðandi
menning. Støðan er tó tann,
at viðhaldsfólk hjá menn-
ingarlæruni als ikki hava
verið før fyri at vísa á
nøkur sum helst haldgóð
prógv fyri líðandi menning,
hvørki av núlivandi ella
fornum dýrum.
Lívfrøðiligar broytingar
Dýraleivdir
Mynd úr Fyrstuhjálparhandbókini
Her sæst ein steinrenning av vælkenda skriðdýrinum
Ichthyosaurus. Henda steinrenning er funnin í Bretlandi 12.
november í 2004.
Mynd: The Natural History Museum, London (www.nhm.ac.uk)