týsdagur 30. november 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
UPPRUNI
Richard Schwartson
Vit minnast óiva tekningina
av lívsíns træi í samband
við menningarlæru Dar-
wins frá barnaskúlanum.
David Berlinski
’Á sín mest einfalda hátt
verður upprunin til lívið
sambart
menningarlæru
Darwins avmyndað sum
eitt træ, har menniskjað
situr á ovasta grein; síðan
‘anastomiserar’ menniskjað
við hár, húð og gørnum til
eitt skriðdýr longur niðri á
bulinum, sum aftur verður
til eitt froskdýr, og longur
niður til ein fisk, og so-
leiðis heldur familjubandið
fram niðureftir - okkara
cosa nostra
- allan vegin
niður eftur buli lívsins, til
vit koma til eina einstaka
heilt einastandandi kyknu,
sum í sínum samanballaðu
kromosomum goymir søg-
una um allar framtíðar liv-
andi verur.’ Soleiðis málber
amerikanski
støddfrøð-
ingurin David Berlinski seg
í ’The Deniable Darwin’.
Berlinski sigur víðari:
’Myndin av lívsins træi
sambart menningarlæruna
er í mínari verð tað reina
møsn. Tær tøttu greinarnar
við tjúkkum leyvi er en
hugsunnarbygningur, sum
lýsir eina hypotesu um at
alt livandi stavar aftur frá
einum felags uppruna, eini
felags frumkyknu.’
Arvaeginleikar frá
grannum
Í dag vita vit frá nýggjastu
granskingini innan mikro-
biologi, at arvaeginleikar
hjá m.a. bakterium sum
flytast horisontalt, og ikki
bara vertikalt. Stórir partar
av genominum hjá einum
ávísum slagi koma ikki frá
forfedrum, men frá grann-
unum gjøgnum tað sum
verður rópt ’horizontal
gene transfer’ (’horizontal
flytan av genum’).
Sambandið millum ymsu
sløgini kann tí ikki longur
greinast í eitt ’lívins træ’, tí
bara ein partur av arva-
eginleikunum stava frá
fornum
forfedrasløgum.
Hvør
ílega
(gen)
í
DNA’num hjá einum ávís-
um slagi sum var komið við
’horizontal gene transfer’,
hevur sína egnu ættarsøgu,
av tí at tað kemur frá einum
øðrum grannaslagi í einum
ávísum ættarliði.
Granskarin W.F. Doolittle
sigur soleiðis í vísindaliga
tíðarritinum
Science
í
1999: ’Um ymiskar ílegur
hava ymisk ættartrø, og tað
er ongin orsøk at avnokta
hesa áskoðan, so kann eitt
slag (ella ’fylum’) hoyra til
fleiri ríki (’genera’) sam-
stundis: Í veruleikanum
finst onki altumfatandi
fylogenetiskt træ grundað á
eina skipan av ílegum.’
Sambært sama Doolittle er
tað ósannlíkt, at tað finst
ein ’felags upprunakykna’,
soleiðis sum tað ofta verður
ført fram í lærubókum í
mennigarlæru, men at tað
heldur er talan um at
kyknur mentust ymsastaðni
til til ymsar tíðir. Tískil er
upprunaliga ástøði Dar-
win’s um eitt felags ættar-
træ (’vertikal ættargrein-
ing’) ikki í samsvar við
nútíðar
gransking,
og
ástøði kann ikki greiða frá
samansetta upprunanum til
ílegur. Kanska skulu vit
ikki lasta Darwin, við tí
avmarkaðu vitan, ið var til
taks tá á døgum. Tað sama
kann ikki sigast um tey,
sum ganga í fótasporum
Darwin’s, uttan at líta at
prógvunum seinastu 20
árini, sum avsanna tað, tey
hava lært.
Junk DNA
Longu áðrenn verkætlanin
Human Genome Project
byrjaði varð greitt, at meg-
inparturin av genominum
ikki kotaði fyri eggjahvíta-
evnum. Hildið var, at bara
umleið 2% av menniskja-
liga genominum - sum er
sett saman av umleið 3
milliardum basupørum -
vóru hildið at vera í íleg-
um. Restin varð rópt ’junk
DNA’ (ónýtiligt DNA), og
hevði ongan týdning, uttan
at skilja millum partarnar á
DNA’num, sum kota fyri
eggjahvítaevni. Um eitt
petti av DNA ikki er partur
av eini ílegu, ið kotar fyri
ávíst eggjahvítaevni, so
hevur tað ongan týdning
fyri nátúrliga útveljing,
sambært darwinistiskum
hugsunarhátti. Hetta DNA
petti vildi verið fjalt fyri
virkanini av mutasjónum,
rekombinatiónum og nátúr-
ligari útveljing, tí tað ongan
týdning hevði fyri virkan-
ina av veruni, og harvið
eini menning av veruni. Í
staðin vildi hetta DNA pett-
ið verið ávirka av jøvnum
tilvildarligum mutasjónum
sum samanblandað eina
møguliga kotu, sum eina-
ferð var til staðar.
Vísindaligar royndir hava
staðfest, at stórir partar
teimum
pørtunum
av
genominum, sum ikki kota
fyri protein, hava avgerandi
týdning fyri menningina og
livivánirnar
hjá
einum
menniskjað. Fyri nýliga
stóð hetta at lesa í einum
vísindaligum tíðarriti: ’ Við
at granska genomið er
vorðið greitt, at tess meiri
samansett ein vera er, tess
minni týdning hevur tann
parturin av genominum,
sum kotar fyri eggjahvíta-
evnum.’ (M. Szymanski et
al.,
Genome
Biology
3,2002). Tað er sostatt
greitt, at teir partarnir av
DNA, sum kota fyri eggja-
hvítaevni, hava avgerandi
leiklut í hvussu ein saman-
sett vera virkar.
Lesa DNA og skriva
RNA
Tað er greitt, at sambandið
og
samskiftið
millum
ílegur, og hvussu ílegur
verða stýrdar til at fram-
leiða eggjahvítaevni, er
nógv meiri samansett, enn
fyrr varð hildið. Tað er ikki
bara ein spurningur um at
kotan, sum liggur í eini
ílegu (DNA), verður avlisin
og avskrivað (transkrip-
sjón) til messenger RNA
(mRNA), sum síðan verður
umsett
(translasjón)
til
aminosýrur og eggjahvíta-
evni. Hinvegin eru tað fleiri
ílegur, sum kota fyri stýr-
andi faktorum, sum avgera,
um eitt eggjahvítaevni skal
verða framleitt ella ikki.
Stýringin
í
kyknunum
minnir mest um gongdina í
framleiðsluna av evnum í
kemiska verksmiðju, har
ymsar stýringar virka antin
fremjandi ella avmarkandi.
Í kyknunum er talan um
samansettar gongdir, sum
eru so mikið samansettar
og bundnar hvør at aðrari,
at nógv halda, at hetta er
úrslitið
av
’Intelligent
Design’, at ein intelligensur
stendur aftanfyri.
Evolusjónin er sambært
menningarlæruna
ein
gongd, ið fevnir yvir 4
milliardir ár. Hon er ikki
eygleidd. Tað farna er farið,
har alt tað sum farið er, fer.
Framtíðin er ikki komin
enn. Nútíðin opinberar bara
tíðarinnar tonn: steinrenn-
ingar og samanberandi
kropsbygnað (komparativ
anatomi), lívvirki (fysio-
logi) og lívevnafrøði (bio-
kemi) í ymiskum livandi
verum og skapningum.
Eins og øll onnur vísindalig
ástøði, so liggur darwin-
isman við endan á eini rás,
har seinasta stig er tikið úr
fótasporunum
framman-
undan.
Charles Darwin - sum
tók fyrsta stigið á evolu-
sjónsrásini - skrivar í’ On
the Origin of Species’: ‘At
halda at eitt so fullkomið
gøgn sum eygað er vorðið
til við nátúrligari útveljing,
kann fáa tað at sløra fyri
einum.’
Vit áttu at tikið orð
Darwins til eftirtektar eisini
í dag.
Samanbering av verum
Menningarlæra
Skapanarlæra
Eygleiðing av
stigvísum líkheitum
Skipan
í
flokkar
Greining av verum
16
Nr. 229 - 30. november 2004
Lívsins træ