Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. november 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 30. november 2004 17 Kári P. Højgaard løgtingsmaður Í Sosialinum 21. oktober undir dagsins meining verður spurt, hvar politiska kjakið um valskipan okkara bleiv av, og at orðaskifti nú tykist tagna. Greinskrivarin ber ótta fyri, at onki hendur, fyrr enn skeivleiki eftir eitt komandi val enn einaferð verður staðfestur. Blaðið vísir til valið 98, har triðstørsti flokkur í at- kvøðutali fekk fleiri ting- limir valdar enn næst- størsti. Á valinum 20. jan- uar í ár fekk flokkurin við næstflestum atkvøðum ein tinglim meir enn flokkurin, ið fekk flestar, meðan tann flokkur sum fekk 6-flestar atkvøður enn einaferð hev- ur dýrasta tinglimin í at- kvøðutalið á Løgtingi. Sjálvsagt er tað ein síðu- vinningur, um ein flokkur við færri atkvøðum kann fáa eitt hægri tingmannatal, enn flokkur sum fær fleiri atkvøður; men ætlanin í § 1 í løgtingsvallógini um lut- falsval ella lutfalsliga um- boðan er at tryggja, at ting- mannatalið svarar til undir- tøkuna, sum flokkarnir fáa millum veljararnar. Tað er neyvan ivi um, at ein breiður meiriluti av politisku skipanini ynskir eina endurskoðan av val- lógini, har valúrslitið betur samsvarar við undirtøkuna, sum flokkarnir fáa til valið. Sjálvsagt skal ein broyting ella dagføring verða ná- greinliga lýst og fyrireikað, um úrslitið skal verða nøkt- andi, so vit veruliga fáa eina rættvísari og betri skipan. Mær er sagt, at Louis Zakariassen umboðandi Sjálvstýrisflokkin mið- skeiðis í farnu øld, hevði uppskot frammi um Før- oyar sum eitt valdømi; hesa somu áskoðan hava aðrir tinglimir floksins eisini ført fram. Undirritaði hevur í skrivligum fyrispurningi til landstýrismannin í Innlend- ismálum reist spurningin, har eitt nú broyttur útrokn- ingarháttur, samanlegging av valdømum, fleiri eyka- menn v.m. vórðu nevnd. Spurningurin er, um tíðin ikki nú er búgvin til at Føroyar verða eitt valdømi? Útnorður-samstarvs-fe- lagar okkara í Grønlandi hava valt at taka stigið og hava roynt hesa skipan. Teir, ein hevur tosað við um hetta mál, eru í stóran mun eru samdir um, at hetta er ein betri skipan, enn tann ið var galdandi frammanund- an. Ongin lóg er fullkomin og fyrimunir og vansar eru í øllum skipanum, sjálvsagt hevur hendan eisini sín prís. Tað kann verða sera trupult at fáa mann valdan í nærumhvørvinum, av tí at tey sum eru mest frammi í fjølmiðlunum, hava bestan møguleika fyri at blíva vald. Løgtingsval herheima er í stóran mun "ameri- kaniserað", ella sagt við øðrum orðum: Tað er trup- ult at blíva valdur lokalt, um viðkomandi ikki á ein ella annan hátt er lands- kendur. Somuleiðis er bú- staðarmynstrið seinastu árini broytt almikið, útjað- arin minkar, býirnir og størru plássini vaksa, og meir enn triðingurin av fólkinum býr í Suður- streymoy. Nú stórar rembingar henda í kommunubygnað- inum, verður spurningurin um valdømini viðkomandi, tí samanleggingarnar av kommununum ganga tvørtur um valdømismørk, Kollafjørður/Havnin og kommunurnar í Sundalag- num. Hetta ávirkar Norður- streymoyar og Eysturoyar valdømi. Ójavnt er, hvussu undir- tøkan hjá flokkunum er í teimum ymisku valdømun- um. Tveir flokkar, sum hava minstu undirtøkuna millum veljararnar hava sína styrki í teimum fólka- ríkastu valdømunum. Hesir kunnu mangan hava trupult at manna lista í nøkrum av teimum smærru valdømun- um. Ein kann seta sær spurningin, um demokra- tiið valdar, tá ein politiskur flokkur ynskir at fáa lista í valdøminum, men ikki fær henda møguleika, um ongin torir ella vil stilla upp, ella kravda stillaratalið ikki fæst. Sostatt eru borg- arar í hesum økinum úti- stongdir frá møguleikanum at seta kross fyri flokkin- um, ella einum valevni á hesum lista. Verða Føroyar eitt valdømi, sleppa vit undan hesum trupuleika; tá kunnu allir borgarar at- kvøða fyri tí valevni, teir hava álit á og sum best umboðar teirra politisku hugsjón og áhugamál. Nógv stórmál eru at taka støðu til kring landið, og útjaðarin hevur sínar trupulleikar at dragast við eitt nú oljuflutningi, atløgu- viðurskiftum, samskifti, bakkaverju, vegum, tunl- um, ansingarmøguleikum, mentunar- og skúlatilboð- um og øðrum. Ein freistast til at hugsa, at um Føroyar vórðu eitt valdømi, høvdu løgtings- limir verðið meira lands- politikkarar, tí undirtøkan kemur úr øllum landinum, og ikki bert innan eingjar- garðarnar í egnum valdømi. Sum víst er á omanfyri, skal ongin ivi verða um, at greinskrivarin heldur, at tíðin er farin frá verandi skipan, sum hevur álvarslig brek, ið hava givið óhepnar avleiðingar. Samfelagið og bústaðarmynstrið er so ótrúliga nógv broytt, sam- stundis sum kommunusam- anleggingar eisini framyvir eisini fara at flyta markna- skjal. Vónandi verður ætl- anin hjá landstýrismaðurin í Innlendismálum, um at seta eina nevnd at end- urskoða løgtingsvallógina og koma við tilmæli veru- leiki áðrenn eitt komandi val. Av tí at hetta er ein so stór broyting í politisku skipan okkara, eigur eitt breitt orðaskifti at vera um hetta mál, har eisini al- menningurin kann koma til orðanna. TINGHELLUKLUMMAN Finnbogi Ísakson Løgtingið viðger í hesum døgum eitt uppskot frá Bárði Nielsen, landsstýris- manni í fíggjarmálum, um at veita heimild til, at skuld til landskassan verð- ur strikað. Heitið á upp- skotinum er kortini ikki so bersøgið sum nevnt her. Har verður tað kallað "umskipan av landsskatta-, mvg- og tollskuld v.m. hjá fólki (Skuldarumskipan- arlógin)." Hetta er eitt mál, sum spøkir rættiliga javnan í Tinginum. Fyrstu ferð, tað kom fram, var í 1987, tá táverandi landsstýrismað- ur í fíggjarmálum, Jóngerð Purkhús, fekk eitt uppskot samtykt í Tinginum, sum kallaðist "Eftirgeving av ella gjaldskipan fyri skuld til landskassan". Henda lógin var galdandi í 6 ár, men var so tikin av. Tá uppskotið hjá Bárði Nielsen fekk 1. viðgerð í Tinginum hendan dagin, segði Anfinn Kallsberg, at "tann lógin varð avtikin av Finnboga Ísakson sum fíggjarmálaráðharra í 1993, tí at landsstýrismaðurin vildi ikki hava hesa heimildina yvirhøvur". Tað hevði glett meg al- mikið, um eg einsamallur átti henda heiður, tí eg havi alla tíðina verið og eri framvegis ímóti hesi lóg- ini. Men tað er ikki heilt so einfalt, sum Anfinn Kalls- berg ger tað til. Satt at siga er søgan um avtøku av lógini ikki sørt átøk einari krimisøgu, og tí skal eg referera hana í stuttum. Tað var Landsstýrið hjá Fólkaflokkinum og Javn- aðarflokkinum, sum legði uppskot fyri Tingið 18. mars 1993 um at taka lógina av. Í viðmerkingun- um, sum vóru sera stuttar, stóð, at síðani lógin frá 1987 kom í gildi "er kon- kurslógin komin í gildi í Føroyum í 1989, herundir eisini skuldarumskipan (gældsanering). Rættast má tí vera at avtaka 1987- lógina". Tá eg fór at kanna eftir, hvussu lógin varð tikin av, fall tað mær fyri bróstið, at tað var táverandi løgmað- ur, Marita Petersen sála, sum legði uppskotið fram — ikki Jógvan Sundstein, sum var landsstýrismaður í fíggjarmálum. Málið fekk 1. viðgerð 25. mars og varð beint í Fíggjar- nevndina. 31. mars varð álit frá Fíggjarnevndini lagt fram, og ein samd nevnd mælti til at sam- tykkja uppskotið. Hóast hetta gingu 3 vik- ur, til málið fekk 2. við- gerð 21. apríl. Men tá kom skriv frá Landsstýrinum, sum bað Fíggjarnevndina taka málið til viðgerðar av nýggjum. Hetta skrivið hevði Jógvan Sundstein skrivað undir, og hann meinti ikki tað sama sum løgmaður og heldur ikki Fólkafloksins umboð í Fíggjarnevndini. Lands- stýrismaðurin mælti til, at lógin frá 1987 ikki varð tikin av, men at ein broyt- ing varð gjørd í henni. Sambært lógini frá 1987 kundu einans einstaklingar fáa skuld eftirgivna ella lagda um, men nú mælti landsstýrismaðurin til, at heimildin skuldi víðkast, so at feløg (partafeløg og onnur vinnufeløg) eisini kundu fáa skuld strikaða ella lagda um. Eftir nýggja viðgerð varð málið endaliga av- greitt í Tinginum 14. mai. Uppskotið frá løgmanni varð samtykt við 17-0 at- kvøðum, og øll broytingar- uppskot fullu. Áðrenn tað hendi, var Fólkaflokkurin farin úr ella koyrdur úr samgonguni, og 24. apríl var nýggj samgonga skip- að millum Javnaðarflokk- in, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin við undirritaða sum lands- stýrismanni í fíggjar- málum. Spurt kann verða, hví leikur fór soleiðis fram? Hví var tað løgmaður, sum legði uppskot fram um at taka 1987-lógina av og ikki landsstýrismaðurin í fíggjarmálum? Tað var soleiðis, at 18. januar hetta árið fór Atli P. Dam frá sum løgmaður og úr Landsstýrinum. Marita Petersen tók við sum løgmaður. Líkt er til, at samstarvið millum teir báðar flokkarnar var farið at ridla av álvara, longu tá komið var út í mars mánað. Hugsast kann, at Javnaðarflokkurin, sum við løgmansatkvøðuni sum teirri avgerandi hevði meiriluta í Landsstýrinum, hevur brúkt henda meiri- lutan at samtykkja, at upp- skotið um at taka 1987- lógina av skuldi leggjast fyri Løgtingið, hóast Fólkaflokkurin var ímóti. Við Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum í samgonguni fekst málið samtykt í Tinginum. Í samgonguni millum Sambandsflokkin, Fólka- flokkin og Sjálvstýris- flokkin frá 1996-98 legði Anfinn Kallsberg eitt uppskot fram, sum miðaði ímóti at útvega Landsstýr- inum nýggja heimild at strika skuld. Tað fall burtur. Í 2001 varð eitt uppskot býtt út í Tinginum um tað sama, men varð ongantíð formliga lagt fram. Og nú um dagarnar kom spøkilsið aftur á tingborð. Í viðmerkingunum verður sagt, at "reglurnar í hesum lógaruppskoti skulu vera eitt ískoyti til reglurnar í konkurslógini um skuldar- umskipan". Upplýst verður eisini, at skula fólk fáa skuld lagda um sambært konkurslógini er tað eitt krav, at tey hava møguleika at røkja ein ávísan part av teirra skuld. Hetta kravið verður slept, verður upp- skotið samtykt. Tað verður ov drúgt her at viðgera uppskotið út í æsir, men nevnast kann, at tað er víðfevnt. Í § 2 eru nevnd 7 ymisk skuldar- sløg, har skuld kann verða strikað ella løgd um. Eitt er skuld fyri meirvirðis- gjald. Í lógini um meirvirðis- gjald frá 1991 er ein para- graf — ikki heilt stutt — um revsireglur fyri tann, sum ikki avroknar MVG. Verður tann revsipara- graffin als ikki framd í verki? Tað kann tykjast løgið, at handilsmenn og onnur koma í MVG-eftir- støðu, tí teir eiga jú ong- antíð tann pening, teir krevja inn sum meirvirði- sgjald fyri tað almenna. Tá kassin verður gjørdur upp um kvøldið, eigur hand- ilsmaðurin at leggja ein fjórðing til viks, tí tað er peningur, sum landskassin eigur. Ger hann ikki tað, men brúkar peningin, man tað vist vera tað, sum í dagligari talu verður kallað stuldur. Hvørjar kunna avleið- ingarnar fara at verða, um summi, sum ikki avrokna MVG til landskassan, bara fáa skuldina strikaða? Verður tað inspirerandi hjá øðrum at avrokna? Lat meg gera stutt av: eg kvíði fyri, at hetta endar í einum stórum svansi, sum vit tíbetur ikki hava sæð stórvegis til tey seinastu 10-12 árini. Slíkar lógir hava tendens til at verða broyttar so við og við, til einki skil er á nøkrum. Tá konkurslógin er nóg góð til skuldarumlegging í Dan- mark, man hon eisini vera nóg góð í Føroyum. Í minsta lagi haldi eg, at áðrenn Løgtingið sam- tykkir uppskotið, eigur ein serfrøðingafrágreiðing at verða gjørd um, hvussu skuldarsanering verður framd í okkara grann- alondum. Er kjakið tagnað? Strika stuldur