Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. november 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 229 - 30. november 2004 Fríggjadagin var røktarheimið í Norðstreymoy reist. Eftir ætlan skal heimið verða liðugt í februar 2006. Sum siður er, varð reisigildi hildið fyri handverkarunum REISIGILDI Myndir: Jens Kristian Vang Orð: Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Arbeiðið við at byggja røktarheimið í Norð- streymoy hevur gingið væl higartil og gott lag var á monnum, nú bygningurin varð reistur fríggjadagin. Røður vórðu hildnar og millum onnur, segði Albert Isfeldt, arkitektur, nøkur orð. Hann segði, at í desem- ber 1999, varð farið undir tilrættalegging av røktar- heiminum við Jógvani Mørkøre sum formanni, Heðini Zachariassen og Jens Dalsgaard. Fyrsta upp- skotið til røktarheimið fyrilá í mars mánað 2000. – Síðan tá hevur verið ar- beitt víðari við verkætlanini at snikka hana til tað, sum vit í dag síggja skapið av uttanum okkum her, segði hann millum annað. Arktitektarnir hava roynt at skapað ein fjálgan bygn- ing, sum er í samljóði við lendið og verandi bygging á staðnum. Hetta er gjørt við at býta bygningin í lonir, soleiðis at tann samlaða myndin av røktarheiminum tekur seg út sum ein býling- ur í dalinum. Soleiðis sum bygning-ur- in er settur á økið, verða góðir framtíðar víðkannar- møguleikar. Hugsað er somuleiðis um at gera eitt heimligt stað fyri búfólkið, og eitt væl skipað arbeiðspláss fyri starvsfólkið, væl vart móti vesturættunum. Eisini verður gongt út í smærri tún kring heimið. Ætlanin er at planta trø og runnar av teimum uppruna- ligu bjørkatrøunum, sum finnast í økinum. Við hes- um hava byggilistamenn- irnir eisini hugsað um at fjálga um føroyskan træ- vøkstur. Heðin Zachariasen, borg- arstjóri, sum er búsitandi i Streymnesi, sigur, at fyrsta modellið av røktarheimin- um var so at siga eitt kopi av Láargarði – í tveimum hæddum. Tað hevði ikki fallið væl inn í lendið og hevði tí verið eitt misprýði. Hann fegnast um, hvussu meistarliga arkitektarnir hava fingið bygningin at ganga saman í eina eind við náttúruna og bygdina omanfyri. Hann gleðist eisini um, at arbeiðið hevur gingið so væl og sigur, at um komm- unurnar ikki høvdu staðið saman um hesa verkætlan, hevði hon ikki verið til veruleika. Spurdur, hvønn týdning tað í hesum sambandi hev- ur havt, at hann er løgtings- maður, svarar hann: – Tað er eingin ivi um, at við beinleiðis ávirkan á tað, sum samgongan samtykkir, havi eg ein stóran fyrimun. Tað kom kommununi til góðar, tá samráðst var um røktarheimið. Vónirnar til, at tíðarætl- anin fyri byggingina fer at halda, eru góðar og Eyðun Petersen, formaður hjá Byggiservice, lovaði í røðu sínari, at fløvin frá summ- arinum fór ikki at vera farin úr luftini, tá teir skuldu verða lidnir við sítt arbeiði og burtur úr bygdini. • Skitsuuppskotið til verk- ætlanina fyrilá 01.02.2003 • Projektering byrjaði 03.06.2003 • Arbeiðið við útgrevstri byrjaði 04.11.2003 • Útbjóðing í høvuðsentreprisa 27.02.2004 • Licitatión 29.03.2004 • Sjálvt byggiarbeiði byrjaði 12.06.2004 • Reisigildi 26.11.2004 Teir arbeiðstakarar, sum hava luttikið í arbeiðinum higartil, eru: 1.Hjørleif Zachariassen Avgrevstur 2.Oscar Poulsen Grovplanering v.m. 3.Byggiservice Heildarveiting Ráðgevarar hava verið: • Albert Isfeld & Gudmund S. Hansen arkitektarbeiði • Landsbyggifelagið konstruktiónir • Martin E. Leo vvs og ventilatión - installatiónir • Veri-Con v/ Álvur Áarstein el - installatiónir Eisini hava sjúkrarøktar- frøðingarnir, Ida Sørensen og Sonja Klein og Petra Jespersen, økonoma, ráð- gevi í samband við bygg- ingina. Nøkur fakta: • Húsið er íalt 2440 fermetrar • Pláss verður fyri 32 búfólkum í 4 eindum á 8 fólk. • Felagskøkur er við matarhøll • 4 smáir køkar eru úti í eindunum í sambandi við felagsrúm/setstovu. • Rúm er til ergo- og fysioterapi • Samlaður kostnaður er mettur til kr. 35,5 milj. uttan mvg Røktarheimið í Norðstreymoy reist Fríggjadagin varð røktarheimið í Norðstreymoy reist, og eftir ætlan skal heimið verða liðugt í februar 2006 Menn vóru í veitsluhýri fríggjadagin, tá røktarheimið í Norðurstreymi varð reist. Borðreitt var við smyrjibreyði og onkrum góðum at drekka afturvið Ætlanin er at planta trø og runnar av teimum upprunaligu bjørkatrøunum, sum finnast í økinum. Við hesum hava byggilistamennirnir eisini hugsað um at fjálga um føroyskan trævøkstur. Bjørkatrøini vaksa bara Streymnes-meðin og man góði sólargangurin har vera tað, sum ger munin Tað eru arkitektarnir, Albert Isfeld & Gudmund S. Hansen, sum hava teknað røktarheimið í Norðstreymoy. - Fyrsta uppskotið til røktarheimið fyrilá í mars mánað 2000. Síðani tá hevur verið arbeitt víðari við at snikka verkætlanina til tað, vit byrja at síggja skapið av uttanum okkum her, segði Albert í røðu sínari fríggjadagin