týsdagur 30. november 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 30. november 2004
19
Við avgerðini at
lækka el-prísin rættir
SEV føroysku vinnuni
eina hjálpandi ein
hond, nú líkt er til at
ein ávís niðurgongd
er at hóma í føroyska
búskapinum. Tað
privata húsarhaldið
skal gjalda sama prís
sum tey hava gjørt
seinastu fimm árini
VINNULÍV
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hóast spádómar um verri
tíðir í føroyskum búskapi,
so fer hetta ikki at ávirka
el-prísirnar hjá SEV. Teir
verða nevniliga teir somu
tað komandi árið. Fyri
ídnaðin verður talan enntá
um eina lækking.
Henda avgerðin hjá SEV
kemur uttan iva væl við,
bæði hjá tí vanliga fólkin-
um, men eisini hjá virkis-
leiðarum og teimum fyri-
tøkum, sum nýta nógvan
streym í tí dagliga.
Leiðslan í SEV kunnaði
fyrrapartin
fríggjadagin
tíðindatænastuna um hesa
avgerðina, áðrenn farið
varð á ein størri fund fyri
umboðslimunum í hesum
stóra felagsskapinum.
Hesin umboðsfundurin
var ein heldur søguligur
fundur, har eisini onnur enn
bara umboðsnevndin høvdu
møguleika at lata rødd sína
hoyrast í orðaskiftinum.
Men sum skilst vóru tað
kortini fá sum gjørdu brúk
av hesum møguleikanum.
Ein sosial skipan
Hvat hava el-prísirnir hjá
SEV og føroyska grinda-
drápið við hvørt annað at
gera?
Ein løgin spurningur,
kanska. Men í báðum før-
um er talan um eina sera
sosiala skipan, sum er til
gagns fyri brúkaran. Í
grindadrápi so, at øll fáa
eins stóran part, og fyri el-
prísirnar hjá SEV, at brúk-
arin í Sumba og Mykinesi
skal gjalda sama prís sum
ein brúkari í Havn.
Og nú hevur SEV enntá
lagt upp til, at prísirnir
verða óbroyttir tað komandi
árið, hóast tekin eru til eina
ávísa niðurgongd í búskap-
inum.
– Hóast útlitini eru døp-
ur, so hava vit avgjørt at til-
laga fíggjarætlanina fyri
2005 soleiðis, at prísirnir
fyri ta privatu nýtsluna ikki
hækka, men standa í stað,
varð upplýst á tíðindafund-
inum.
Prísirnir til teir privatu
kundarnar lækkaður sein-
astu ferð 1. januar í 2000,
og eru tað nú fimta árið á
rað at hesir prísir standa í
stað.
Stórar oljugoymslur
Verða prísirnir óbroyttir
fyri húskini, so er tað ser-
liga ídnaðurin sum fer at
fáa fyrimunir frá SEV. El-
prísurin til ídnaðin fer
nevniliga at lækka úr 67
oyrum fyri hvønn kilowatt-
tíma niður í 64 oyru frá
ársskiftinum.
Tað eru tvær orsøkir til
hesa avgerðina hjá SEV. Í
fyrstu syftu talan um, at
goymslurnar av olju eru
rímiliga stórar, og verða tær
tí ikki ávirkaðar av skift-
andi oljuprísum, eins og hjá
fiskiflotanum. Hinvegin so
verður tann størsti parturin
av teirri termisku fram-
leiðsluni framleiddur úr
tungolju.
Í upprunaliga uppskotin-
um til fíggjarætlan fyri
komandi ár varð ikki rokn-
að við einum vøkstri í søl-
uni. Men við teimum útlit-
um, ein nú kann síggja í
framtíðini, verður ístaðin
roknað við eini lækking í
nýtsluni uppá 2 % í 2005.
Nýtslan minkar
Tað eru trý viðurskifti sum
sermerkja útreiðslurnar hjá
SEV – olja, lønir og tilfar.
Higartil í ár hevur oljan
verið tann størsti parturin
av útreiðslunum.
Á
inntøkusíðuni
eru
somuleiðis trý viðurskifti,
ið gera seg galdandi –
broytingar í el-prísunum,
broytingar í el-nýtsluni og
forskjótingar millum teir
ymisku kundabólkarnar.
SEV kann í dag staðfesta,
at inntøkan hevur verið
vaksandi orsakað av vaks-
andi nýtslu. Fyrra hálvár í
ár helt hesin vøkstur fram,
men síðani í juli mánaði
hevur verið eitt fall í nýtsl-
uni, um ein metir saman
við somu mánaðir í fjør.
Um henda gongdin heldur
fram henda seinasta mán-
aðin av árinum, verður
nýtslan tann sama í ár sum í
fjør.
Samstundis verður mett,
at heldur henda gongdin á,
verður sølan minni kom-
andi ár, kanska eini 2%,
metir SEV.
Hóast øll hesi viðurskifti
so fer SEV altso at hava
sama prís á streyminum
komandi ár til tey privatu
húsarhaldini, meðan el-
prísurin til ídnaðin lækkar.
SEV lækkar el-prísin til vinnulívið
SEV boðaði fríggjadagin frá,
at el-prísirnir til ídnaðin
fara at lækka komandi árið
(Mynd: Jens Kristian Vang)