mánadagur 4. februar 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. februar 2019 · Nr. 14
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
AMERKANSKUR FÓTBÓLTUR
Pætur Albinus
Tað byrjaði við einum hvøkki,
tá ið fimmfaldaði Super Bowl-
vinnandi
quarterbackurin
hjá New England Patriots,
Tom Brady, fyri fyrstu ferð
í sínari playoffs-leið kastaði
eitt interception á allarfyrsta
kastinum í Super Bowl LIII í
gjár.
Rams-cornerbackurin,
Cory Littleton, interceptaði,
men heldur ikki Los Angeles
Rams fingu nakað burturúr
sínum fyrsta drive'i, og hetta
skuldi vísa seg at vera rættiliga
gjøgnumgangandi.
Tey, sum høvdu væntað
ein lívligan og málríkan dyst,
vórðu helst vónbrotin. Einans
New England Patriots fann
vegin til stig í fyrra hálvleiki,
nevniliga við einum field goal
frá kickaranum, Stephen Gost
kowski, sum fyrr í dystinum
annars hevði misnýtt eina field
goal-roynd, men altso tryggjaði
New England Patriots eina
3-0-hálvleiksleiðslu við einum
43 yards field goali.
Eftir
tiltiknu
sangfram
førsluna í halftime-show, hesa
ferð frá Maroon 5, helt sama
gongdin fram í triðja triðingi,
har serliga Los Angeles Rams
hevði ilt við at fáa nakað á
glið í álopspartinum, einamest
vegna gott trýst frá Patriots-
miðjuni og ikki minst framúr
góðum coverage (uppdekking).
Tó so bragdaði so dánt hjá
Los Angeles Rams tá ið triði
triðingur var um at vera av.
Tað var kickarin, Greg Zuerlein,
sum við einari kanónkúlu úr 53
yards javnaði til 3-3. Seks stig
eftir tríggjar fjórðingar var
samstundis metlágt í Super
Bowl-høpi.
Avgerðin
Í seinasta fjórðinginum ress
aðist Tom Brady, og eftir eitt
gott drive við nøkrum góð
um køstum legði hann lunnar
undir dystsins fyrsta touch
down, sum rookie-running
backurin, Sony Michel, rann
inn í endzone, og so var New
England Patriots á odda 10-
3. Los Angeles Rams var tætt
við at svara aftur beinanvegin,
men heldur endaði tað við at
Stephon Gilmore interceptaði
bóltin og setti New England
Patriots í eina sera góða støðu
við færri enn fimm minuttum
eftir av dystinum.
Seinastu løtuna gjørdi álopið
hjá New England Patriots nóg
mikið til at fáa tíðina at ganga,
og við góðum minutti eftir tók
Stephen Gostkowski síðstu
vónina frá Los Angeles Rams
við aftur at senda bóltin ímill
um stengurnar. Við hesum
field goalinum sum krúna á
verkinum vann New England
Patriots dystin 13-3, og tá
Rams í evstu løtu misnýtti eitt
field goal, kundi New England
Patriots kalla seg vinnara av
Super Bowl LIII.
Søga
At tað endaði 13-3 og einans
komu 16 stig er søga. Hetta
vóru nevniliga fæstu stigini í
Super Bowl-søguni. Tað júst
falna metið var heilt afturi frá
Super Bowl VII í 1973, tá Miami
Dolphins vann 14-7 á Washing
ton Redskins.
Eisini 41 ára gamli quarter
backurin hjá New England
Patriots, Tom Brady, skrivaði
søgu. Hetta var ikki færri enn
sættu ferð, at hann vann Super
Bowl. Hann er nú tann einasti
í NFL-søguni, ið hevur vunnið
so nógvar Super Bowls einans
sum spælari. Hann og New
England Patriots hava vunnið
Super Bowl í 2002, 2004, 2005,
2015, 2017 og nú í 2019.
Høvuðsvenjarin
hjá
Los
Angeles Rams, Sean McVay,
er einans 33 ára gamal. Hann
gjørdist
yngsti
venjarin
nakrantíð í Super Bowl. Kapp
ingarneyti hansara og høvuðs
venjari
hjá
New
England
Patriots, Bill Belichick, er júst
tvær ferðir so gamal, nevniliga
66 ár, og tey 33 árini ímillum teir
báðar er størsti aldursmunurin
á tveimum venjarum í Super
Bowl-søguni.
Super Bowl LIII (53) varð spælt í Mercedes-Benz Stadium í Atlanta, USA, í nátt, har New England
Patriots vann 13-3 á Los Angeles Rams. Tom Brady setti met, og tað úrslitið í dystinum eisini
Super Bowl:
TOM BRADY
SKRIVAÐI SØGU