mánadagur 4. februar 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 4. februar 2019 · Nr. 14
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Við tiltaki í Smæruni í Havn
seinnapartin fríggjadagin heiðraði
Ítrottarsamband Føroya føroysk
ítrottarfólk. Tríggir heiðrar skuldu
latast. Ársins átak, ársins eldsál og
ársins ítrottarnavn.
Ársins átak gjørdist átakið, Flog
børn, ið skipar flogbóltsvenjingar
og kappingar fyri skúlabørnum
kring landið. Heiðursskjal Poul E.
Petersen var latið ársins eldsál.
Peter Hentze Niclasen fekk henda
heiður fyri sítt stóra virksemi í
føroyskum borðtennis.
Seinast var ársins ítrottarnavn
kosið. Heiðurin var latin Torkili
Veyhe, fyri síni avrik í altjóða
súkklukappingum í 2018.
Ætlanin er at ÍSF fer at halda
hetta heiðurstiltak á hvørjum árið,
og hildið var fyri at komandi til
tøkini fóru at vera stórfingnari,
har heiðurslønirnar verða latin á
einum gallatiltakið.
sjurdur@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
Átøk, eldsálir og
íðkarar heiðraði
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
t
Nú mugu
vit standa
saman um
hondbóltin
Í blaðnum í dag kanst tú lesa um fíggjarligu
avbjóðingarnar, sum Hondbóltssambandið
hevur fingið orsaka av at spæla á
heimadystirnar í Danmark. HSF er
komið fram til, at tað kostar áleið eina
millión krónur meiri at spæla spæla
heimadystirnar á útivølli.
Nú standa vit so aftur í eini støðu, har tað í
løtuni er óvist um vit hava eitt A-landsliðið
hjá monnum til komandi kapping. Tað
eru snøgt sagt ikki pengar, og tað verður
ein stórur partur av arbeiðinum gjørt
sjálvboðið.
Herfyri bleiv okkara fremsti
hondbóltsspælari, Jóhan á Plógv Hansen,
HM-vinnari við danska landsliðnum. Hetta
hevur sjálvandi elvt til mikið kjak, tí hann
er føroyingur og skuldi sjálvandi spælt við
føroyska landsliðnum – sum ikki var til tá.
Nú hava vit endiliga fingið eitt stabilt
landsliðsarbeiði og tað skal HSF hava
nógv rós fyri. Tey hava arbeitt hart og
málrættað, men nú mugu vit rundanum
taka eina hond í. Tað stendur ikki á
hjá politikarum at halda røðu, handa
heiðursmerki og senda tíðindaskriv, har tey
skulu hava ein lut í okkara góðu avrikum.
Nú er luturin hjá tykkum, at finna eina
loysn saman við Hondbóltssambandinum.
Vit mugu halda fast í landsliðsarbeiðinum,
tí hetta er ein gyltur árgangur, sum ger um
seg nú. Tit mugu loysa akutta trupulleikan,
men eisini tann stóra trupulleikan, sum er
ein altjóða góðkend hondbóltshøll.
Annars skal ljóða eitt stórt til lukku til
Torkil Veyhe, sum er valdur til ársins
ítróttanavn 2018. Hann hevur sanniliga
gjørt stór framstig og tað verður spennandi
at fylgja honum á leið.
trondur@sosialurin.fo
Bara ein dystur er spældur í fjórða
umfari í vetrarkappingini hjá
Venjarafelagnum.
Upprunaliga
skuldu fýra av teimum fimm dyst
unum verða um vikuskiftið, men
tað endaði við at bara tann eini
bleiv spældur. NSÍ vann í runavík
1-0 á ÍF.
Tað var innskifti Pætur Hentze,
sum skoraði einsamalla málið, tá
eitt stórt korter var eftir av dysti
num. Uppleggið átti normaðurin
Peder Nersveen, sum seinni um
vikuskiftið gjørdi sáttmála við
felagið.
Ein dystur skuldi eisini verða
sunnudagin millum TB og KÍ,
men hann bleiv avlýstur. Granna
uppgerðin millum HB og B36
verður
mikukvøldið.
Dystirnir
EB/Streymur-Skála og Víkingur-
AB eru ásettir til verða spældir í
annaðkvøld.
VFF-Cup 4. umfar:
NSÍ – ÍF 1-0
1-0 Pætur Hentze, 72
Útisetar:
Jóan Símun vann á Hamburg
Jóan Símun Edmundsson spældi
54 minuttir, tá Arminia Bielefeld í
dag vann á stórfelagnum og odda
liðnum í 2. Bundesliguni, Hamburg
SV. Arminia Bielefeld vann 2-0, men
føroyski landsliðsspælarin mátti
lata seg skifta út stutt inn í seinna
hálvleik.
Jóan Símun Edmundsson hevur
drigist við ein knæskaða síðani
november í fjør, tá hann lendi
skeivt í dysti fyri sítt týska felag.
Undan dystinum móti Dynamo
Dresden mikukvøldið hevði hann
eisini trupulleikar við einum træ
læri. Tað er meiri tað seinna, sum
drillar.
- Tað er einki álvarsligt og vænti
at spæla aftur komandi dyst. Eg
fekk bara ikki hita í lærið, sigur
Jóan Símun Edmundsson.
Við sigrinum á HSV hevur
Arminia Bielefeld nú lagt seg á 11.
pláss í 2. Bundesliguna.
Venjari dró Sonna
Ragnar til Fredericia
Sonni Ragnar Nattestad skifti í
farnu viku frá norska Tippuliga
felagnum, Molde, til FC Fredericia
í næstbestu deildini í Danmark.
Hann kom ongantíð á vøllin
fyri besta liðið hjá Molde, men
tað kemur hann helst fyri FC
Fredericia. Tað er ein av orsøkun
um, at hann valdi danska felagið.
- Høvðusorsøkin til at eg valdi
FC Fredericia er venjarin (Jonas
Dal Andersen). Hann var venjari
hjá mær í FC Midtjylland og kann
fáa tað besta burturúr mær, sigur
Sonni Ragnar Nattestad í sam
røðu við sjónvarpsrásina hjá FC
Fredericia.
Ein onnur orsøk til, at miðving
urin á føroyska landsliðnum valdi
júst FC Fredericia, er spælitíð.
Hann væntar at sleppa at spæla
nógv.
- Tað er altíð kapping um pláss
ini, men eg eri vísur í at eg sleppi
at spæla, sigur Sonni Ragnar
Nattestad.
Skal í gongd aftur
Tað verður tó ein løta, áðrenn hann
kemur í toppform, tí hann hev
ur verið heima í Føroyum í feriu
í tveir mánaðir. Miðverjin er nú
farin á venjingarlegu saman við
restini av hópinum.
- Nú skal eg líka koma í gongd.
Eg havi ikki spælt í tveir mánaðir,
men gleði meg at brúka tíð saman
við nýggju liðfeløgunum og koma
ígongd. Á eini vejingarlegu kemur
tú eisini at kenna spælararnar, sig
ur Sonni Ragnar og leggur afturat:
- Málið hjá mær er at menna meg
sum spælara, og síðani koma víðari
upp á eitt tíðspunkt, sigur Sonni
Ragnar Nattestad.
FC Fredericia er við í uppflyt
ingarstríðnum í næstbestu deildini,
og er hevur samstarv við FC Midt
jylland.
trondur@sosialurin.fo
VFF-Cup fór í kavanum