týsdagur 5. februar 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. februar 2019 · Nr. 15
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Hallur av Rana
Hóskvøldið
vóru
Øss
ur Berghamar og konan
Susan sum vant møtt
trúføst upp á Sjúklinga
hotellinum í Keypmanna
havn, har Kristnastova
hevur andakt aðra hvørja
viku.
Meðan sangurin og
boðskapurin var tann
sami
evangeliski
boð
skapurin
um
frelsu
gjøgnum Jesus Kristus, ið
tey trúliga hava prædikað
millum føroyingar í Keyp
mannahavn í 45 ár, so var
tað eitt, ið var øðrvísi
hetta
vetrarkvøldið
í
felagshølunum í Venø
gade 8.
Tá ið andaktin var
liðug og fólk høvdu fingið
sær
ein
drekkamunn
og møguleikan at práta
við hvønn annan, var
løtan komin hjá Øssur
Berghamar
at
fáa
handað heiðursplátuna
í samband við, at lesar
arnir hjá Sosialinum í
desember valdu hann til
ársins føroying.
Harrin eigur æruna
Tey sum kenna Øssur
Berghamar brúka mang
an orðið eyðmjúkur, tá
tey skulu lýsa hann sum
persón. Tað kom eisini til
sjóndar hetta kvøldið, tá
hann tók móti prógvinum
upp á viðurkenningina, tí
alt fyri eitt hevði hann á
orðið hvør heldur átti at
fingið viðurkenningina.
- Eg takki fyri heiðurin,
eg havi fingið. Men um eg
kann nevna ein persón,
ið hevur betri uppiborið
hesa viðurkenning, er
tað kona mín Susan, sum
er ættað úr Onglandi,
men hevur gjørt fólk
mítt til fólk sítt, segði
høvuðspersónurin
og
nýtti høvi at takka konu
ni fyri hennara trúskap í
tænastuni millum føroy
ingar í Keypmannahavn,
áðrenn
hann
endaði
takkarrøðuna við at vísa
til Harran.
- Vit geva Harranum
æruna, ið hevur givið
okkum náði til at vera við
í hesi tænastu í so langa
tíð, segði Øssur Berg
hamar.
Síðan
tað
síðst
í
desember bleiv alment,
at Øssur Berghamar bleiv
kosin ársins føroyingur
hjá lesarunum hjá Sosiali
num, hava hann og konan
fingið nógvar heilsanir
frá fólkum, ið fegnast um
viðurkenningina saman
við
teimum.
Teimum
ynskir hann eisini at bera
eina heilsan her.
- Í samband við hesa
viðurkenningina hava vit
fingið nógvar heilsanir
frá fólki, ið vit hava
lært at kenna gjøgnum
árini. Vit ynskja at senda
hjartaligar heilsanir til øll
teirra, sigur Øssur Berg
hamar.
Samstarva í sløk 12 ár
Til staðar hetta kvøldið
var eisini Niels Pauli
Nónstein, ið saman við
konuni Dora Nónstein,
er fyristøðupar í Kristna
stovu, og standa tey
saman við Øssuri og
Susan
Berghamar
í
tænastuni millum føroy
ingar í Keypmannahavn.
Teir báðir komu at
kennast í árunum 1997 til
2002, tá Niels Pauli Nón
stein var í Danmark í
lestrarørindum, men tað
var fyrst nøkur ár seinni,
at teir byrjaðu at arbeiða
saman.
-
Øssur
Berghamar
ringdi og spurdi meg og
konuna, um vit vildu
umhugsað at vera við
í arbeiðinum í Keyp
mannahavn. Vit kendu
Harran leiða okkum inn
í arbeiðið fluttu so niður
í 2007. Aftaná eitt ár her
spurdi
hann
okkum,
um vit vildu at taka við
ábyrgdini fyri arbeiðinum
í Kristnastovu og millum
føroyingar
í
býnum.
ØSSUR FEKK
HANDAÐ HEIÐURIN Á
SJÚKLINGAHOTELLINUM
- Tað sum eyðkennir Øssur er, at hann er tann sami yvirfyri øllum fólkum. Hann er umhugsin, áhugaður í
menniskjum, fullur av orku og hevur ein øgiligan virkismátt fyri ein mann, ið fyllir 77 í næstum. Harumframt
hevur hann eisini eitt brennandi ynski at vera nakað fyri føroyingar, og eitt serligt hjarta fyri ungum
menniskjum. Hann ynskir at tey trívast og brúka sínar gávur, tá tey eru her í Keypmannahavn, sigur Niels Pauli
Nónstein, ið seinastu sløku 12 árini hevur virkað við Øssuri Berghamar millum føroyingar í Keypmannahavn
Øssur greiðir her um sanging Av náði Guds
Frá vinstru av: Niels Pauli Nónstein, Øssur
Berghamar og Susan Berghamar