Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 6. februar 2019 · Nr. 15 TÍÐINDI Vit játtaðu og avloystu vit sostatt Øssur og Susan sum fyristøðupar í Kristnastovu, greiðir hann frá. Hevur serligar gávur Umframt arbeiðið í Kristnastovu fevnir tænast­an hjá teimum eisini um vitjanirnar til før­oyskar sjúklingar á Ríkis­sjúkrahúsinum. At byrja við vóru teir báðir saman um hetta, men hóast talið á sjúklingum fram­vegis er stórt, verða munandi færri før­oy­ ingar innlagdir á Ríkis­ sjúkra­húsinum, og tí er tað serliga Øssur Berg­ hamar, ið hevur røkt hesa tænastu. - Hann hevur serligar gáv­ur innan tað at vitja sjúklingar. Tað sum eyðkennir hann er, at hann er djarvur og fer uttan himpr inn í støður, ið kunnu vera tor­førar. Her er jú talan um fólk, ið koma niður til Danmarkar í djúpari kreppu. Kortini megnar hann at møta teimum á ein fyrimyndarligan hátt, sigur Niels Pauli Nón­ stein. Tað er nú ikki bara í tænastuni millum sjúk­ lingar, at Niels Pauli Nónstein hevur nógv gott at bera undan­gongu­ manni sínum í Keyp­ manna­havn. - Eg kenni Øssur sum bæði leiðara, tá eg sjálvur var undir lestri, og seinni sum samstarvsfelaga. Tað sum eyðkennir Øssur er, at hann er tann sami yvir­fyri øllum fólkum. Hann er umhugsin, áhug­aður í menniskjum, fullur av orku og hevur ein øgiligan virkismátt fyri ein mann, ið fyllir 77 ár í næstum, sigur Niels Pauli Nónstein og leggur afturat. - Harumframt hevur hann eisini eitt brenn­ andi ynski at vera nakað fyri føroyingar, og eitt serligt hjarta fyri ung­ um menniskjum. Hann ynskir at tey trívast og brúka sínar gávur, tá tey eru her í Keyp­manna­ havn. Ein serstakur maður Seinastu trý árini hevur Lene Juul Hallig verið leiðari fyri Sjúk­linga­ hotellið og hevur hon einans gott at bera Øssuri Berghamar. - Tað er væl uppiborið, at hann hevur fingið hendan heiður. Eg kom í starv her fyri trimum árum síðan, og var tað um sama mundi, at hann trapp­aði eitt sindur niður, so eg havi kanska ikki havt eins nógv við hann at gjørt sum undanfarnir leiðarar, men her er ein rík søga við honum á sjúk­linga­hotellinum, ið hevur fleiri ár á baki, sig­ ur leiðarin. Hon vísir á, at umframt at hann møtir trúliga til andaktina, ið er 14. hvønn dag, so er hann eisini skjót­ur at koma á vitjan, tá onkur ynskir tað. - Hann er eitt heilt fantastiskt, rúmligt og fevn­andi menniskja. Mín upp­living av honum er, at vælveran hjá øðr­um liggur honum tungt á hjarta. Tað hevur eisini verið eitt av eyð­kenn­ un­um við tí sjálv­bodna arbeiði, ið hann ger millum sjúklingar, sigur Lene Juul Hallig. Leiðarin metir, at tað ber ikki til at seta virði á tað, ið Øssur Berg­hamar gevur sjúk­linga­hotelli­ num gjøgnum sítt virki. - Øssur er ein serstakur maður. Tann stuðul hann gevur og hevur givið persónum, ið ynskja tað, er bergtakandi. Tað er slíkt, ið man ikki kann bí­ leggja, men nakað, sum er partur av hansara per­ són­mensku. Tað hvílur ein friður yvir honum og hann er sterkur í sínari trúgv. Hetta eru teir menniskjaligu egin­leikar­ nir hjá honum, ið fólk eru so glað fyri, sigur leiðarin fyri Sjúklingahotellið. Av náði Guds Hesin sangur eftir Øssur Berghamar bleiv framførdur í samband við handanina. Øssur hevur skrivað sangin sum ein persónligan vitnisburð um náði og trúfesti Harrans Mínum frelsara eg takka vil av hjarta, fyri signingar og vernd á lívsins leið. Hann meg trygt á herum bar – var altíð har, hóast skeivt var mangt eitt stigið, ið eg steig. Mangan ivandi mítt hjartað hevur verið, mangan vantrúgvin og sjálvráðin eg var. Men av náði Guds eg eri tað eg eri, og hans náði stór var móti mær. Eg vil takka Honum fyri míni fyri míni kæru, fyri tey sum bóðu fyri míni sál. Fyri tey, mær rættu hond – mong vinarbond, fyri tey, ið hjálptu mær at seta mál. Ofta lítið hugsandi eg havi verið, mangan gloymt, at alt, eg fekk, mær givið var. Men av náði Guds eg eri tað eg eri,  og hans náði stór var móti mær. Mínum frelsara eg lova vil av hjarta, Honum prísa, sum meg leiddi higartil, fyri lív í yvirflóð – og lyfti góð, at hann allan vegin heim meg bera vil. Orðið sigur, at eg líkur honum verði. tá eg andlit hans skal skoða uppi har. Ja – av náði Guds eg eri tað, eg eri, og hans náði stór var móti mær.  Ingibjørg av Reyni Midjord sang og Øssur spældi sjálvur klaver til sangin Ein nærmynd av plátuni, ið bleiv handað Øssuri Berghamar Øssur og plátan Øssur og Susan Berghamar takka fyri heiðurin sum Ársins føroyingur