týsdagur 5. februar 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. februar 2019 · Nr. 15
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Sosialur profilur á
veg inn í Tjóðveldi
Tingbólkurin tekur endaliga støðu til um Sonja
Jógvansdóttir longu nú sleppur upp í bólkin
Árni Gregersen
1021 atkvøður fekk hon, Sonja
Jógvansdóttir, á valinum 1.
september 2015.
Hon stillaði upp fyri Javn
aðarflokkin og fekk næstflest
ar atkvøður.
Hon var eisini partur av
samgongusamráðingunum
eftir seinasta val, men tá ið av
tornaði boðaði hon frá, at hon
tók seg úr Javnaðarflokkinum.
Sonja Jógvansdóttir segði tó
samstundis, at hon fór at vera
ein partur av parlamentariska
grundarlagnum hjá samgong
uni.
Nógv vatn er runnið í ánna
síðani samgongan bleiv skipað
og mangan hevur staðið hart
á, men ongantíð hevur uttan
flokkatingkvinnan Sonja Jógv
ansdóttir vent samgonguni
bakið, tá ið atkvøtt hevur verið
í Løgtinginum.
Nú sær út til, at hon gerst
partur av hinum stóra sam
gonguflokkinum,
Tjóðveldi.
Tosað hevur verið millum ting
kvinnuna, Eystduroyar Tjóð
veldisfelag og tingbólkin hjá
Tjóðveldi um at fyrrverandi
javnaðarkvinnan skal gerast
ein partur av Tjóðveldi.
Sosialur profilur
Tað verður ein politikari við
hvøssum sosialum profili, sum
Tjóðveldi fær inn um gáttina.
Sonja
Jógvansdóttir
hevur
verið tann tinglimurin, sum í
hesum
valskeiðnum
hevur
gingið á odda við uppskotum,
sum skulu ella hava bøtt um
korini hjá teimum veikastu í
samfelagnum.
Stóra atkvøðutalið seinast
hekk sjálvandi eisini saman
við tí øsing, sum var tá um at
geva samkyndum rætt at gift
ast borgarliga í Føroyum.
Sum ein av teimum, sum
greitt hevur tikið undir við, at
samkynd skulu hava somu
rættindi sum onnur í samfe
lagnum, so fekk hon sjálvandi
við seinasta val ein part av sín
um atkvøðum millum teirra,
sum eru í og rundan um hetta
umhvørvið.
Sonja Jógvansdóttir er 41
ára gomul. Hon er ættað úr
Fuglafirði. Hon hevur arbeitt
sum journalistur og seinnu ár
ini, sum samskipari hjá Sam
tak, ein felagsskapur av fleiri
fakfeløgum.
Vildi hava sítt við
Sonja Jógvanbsdóttir hevur
barst fyri rættindunum hjá
teimum samkyndu í Føroyum.
Tað vísti seg bara – eftir tí hon
hevur sagt – at pláss eftir øll
um at døma ikki var fyri henni
og tí bardaganum í Javnaðar
flokkinum.
Í skrivandi stund tekur ting
bólkurin hjá Tjóðveldi støðu
til, um Sonja Jógvansdóttir
skal fáa pláss í tingbólkinum,
hetta sum eftir er av valskeiðn
um.
Tað er onki at ivast í, at
flokkurin er eitt sindur tví
býttur í spurninginum. Sonja
Jógvansdóttir er limur í Eyst
uroyar
Tjóðveldisfelag,
og
stillar tí eftir øllum at døma
upp fyri lokalfelagið.
Velir tingbólkurin ikki at
geva henni limaskap nú, so er
tað enn greiðari eitt prógv um,
at flokkurin er í tvíningum um
tingkvinnuna.
Onki at ivast í, at Sonja
Jógvansdóttir dregur atkvøður
við sær til flokkin, men sum
onkur framstandandi floks
limur hevur sagt, so er spurn
ingurin um hetta er nóg mikið.
Við øðrum orðum ivast ein
vongur í flokkinum í um tað er
nóg mikið, at flokkurin fær
atkvøður.
Ein greið politisk kós má
eisini leggjast, eisini fyri teim
um, sum koma uppí flokkin úr
øðrum flokkum.
Sonja Jógvansdóttir er á veg inn í Tjóðveldi
Annita á Fríðriksmørk er forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi