Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 6. februar 2019 · Nr. 15 Eivør Pálsdóttir kann í næst­um upplivast á pall­ um kring Svøríki, Noreg og Danmark. 16 norður­ lendskar konsertir standa á skránni í mars mán­aði. Fyrsta konsertin á hesi konsertferð verður á spæli­staðnum Pustervik í Gøte­borg mikukvøldið 6. mars. Síðani spælir Eivør í Stock­holm og Uppsala, áðrenn leiðin gongur um markið til Noregs, har tríggjar konsertir eru á skránni – tær vera í Kongs­berg, Oslo og Stavang­er. Frá 13. mars og eina góða viku fram hevur Eivør sjey konsertir í Dan­mark. Tann fyrsta verður á Skråen í Aal­ borg, og síðani spælir Ei­vør í Thisted, Knebel, Horsens, Aarhus, Odense og Keypmannahavn. Tann 22. mars spælir Eivør í Malmø, og síðani rundar hon ferðina av við fram­førslum í Herning og Rødovre. Altjóða navn Eivør Pálsdóttir gav fyrstu solofløguna út í 2000. Sjálvnevnda út­gáv­ an innihelt kendar før­ oysk­ar sangir og nýggjar sang­ir. Í 2003 tók Eivør eitt fet út um føroyska tón­leika­ pallin, tá ið hon kom við út­gávuni »Krákan«. Síðani hevur Eivør verið sera virkin við út­ gáv­um og fram­førsl­um, og við tíðini hevur hon fingið alt fleiri fyri­spurn­ ingar uttan­lands – bæði í sambandi við innspæling av tónleiki og konsertir. Í heyst spældi Ei­vør víðahvar kring Eu­ropa, og nú bíðar so ein norður­ lendsk kon­sert­ferð fyri framman. MENTAN Lagt til rættis: Eyðun Klakstein EIVØR Á FERÐ Í NORÐURLONDUM Føroyska songkvinnan hevur í næstum 16 konsertir í Noregi, Svøríki og Danmark Ein tekning um dagin Gudahøvd verður tulkað »365 –  Ein tekning hvønn dag í 2018«. So­ leiðis kallast fram­ sýn­ing av tekningum hjá Jan Nystrøm, ið er í Gallarí Glæmuni í Norðra­gøtu í hesum døg­um. Framsýningin lat upp seint í januar og er opin fram til 9. febru­ar. Jan Nystrøm er fjølbroyttur lista­ mað­ur, sum fæst við fleiri listagreinar. Hann hevur gingið á lista­há­skúla í Holbæk og á The Drawing Insti­tu­te í Viborg. Í nýggjari bók tulkar og greinar Jógvan Isak­ sen seinasta yrkinga­ savn­ið hjá Jóanesi Niel­sen, »Gudahøvd«. Sprotin hevur útgivið bók­ina, sum eitur »Ars Moriende –  Kynstrið at doyggja«. Jógvan Isak­sen viðger hvørja yrk­ing úr Gudahøvdi sær, og hann per­spek­ ti­v­i­serar eisini í mun til undan­farnu yrkinga­ søvn­ini hjá Jóanesi Niel­sen. Í bókini eru nógvar tilsipingar til annan skaldskap og lesnað, sum Gudahøvd onkurs­vegna nertir –  eitt nú Bíbliuna og Aristoteles. Í februar mánaði hevur Hansina Iversen lista­fra­ m­sýning á Gamla Segl­ húsi í Klaksvík. Ferni­ser­ ing var sunnudagin, og verk­ini verða sýnd fram komandi vikurnar. – Verkini hjá Hansinu eru dragandi vøkur. Ikki vøkur sum í bráðvøkur, men sum í tølandi og arg­ andi. Tey eru sterk og kenslu­borðin, bæði um somu tíð, segði Hilmar Høg­enni millum annað í røðu á ferniseringini. –  Avbjóðingin í henn­ ara verkum er ikki eitt sjón­lig stríð ella sam­ felags­liga revsandi ella koll­veltandi, sum skal fáa okkum at hugsa um okkum sjálvi av nýggjum. Men tað at sansa og fata skap og form frá tí djúpt mettaða litinum í einum formi ella skapi, til farran av rørslu í einum stroki við einum farra av liti, ella dýbdina í strokunum oman á strokum, sum hómast undir. – Í hennara myndum eru formar og litir sum flóta inni í hvørt annað ella eru týðiliga atskild síð um síð. Er ein dýpd? Ella liggur alt síð um síð? Tú kanst royna at flyta fokus og flyta form­ar­nar ella strokini aftur ella fram ella inn og út í myndini. Ella lata skap­ið ella formin verða tóm­rúm ella fyllu. Tá tekur tað nonfigurativa eitt ítøki­ligt skap. Er tað okkurt sum spríkir ella sprett­ir ella verður tað soðið inn? – Tað er sum ein farri av – ella at bera kenslu við – ein sensuellan form, ein form, sum er meiri kvinnu­ligur enn mans­lig­ ur. Ikki so at skilja at tað er feminint, heldur enn maskulint, segði Hilmar Høg­enni í røðuni. Framsýningin á Gamla Segl­húsi er opin allar dagar uttan leygardag frá kl 14.00 til 17.00. VERKINI HJÁ HANSINU ERU TØLANDI OG ARGANDI Hansina Iversen hevur framsýning í Gamla Seglhúsi í Klaksvík komandi vikurnar Verkini hjá Hansinu Iversen eru sterk og kensluborðin – bæði um somu tíð Mynd: Norðlýsið Eivør Pálsdóttir fer á ferð kring Skandinavia