Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. februar 2019 · Nr. 15 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tríggir av teimum fýra norð­ur­at­ lant­isk­um flokkunum, sum eru um­boð­aðir á Fólkatingi – allir uttan Javn­að­ar­flokkurin – hava nú boðað frá, at teir ikki vilja peika á nakran fo­r­sæt­is­ráðharra ­áðrenn næsta val. Í stað­in vilja teir stuðla tí, sum vil geva Før­oyum ella Grønlandi størst rætt­indi. Og hvør tað er, skal finn­ast fram til í samráðingum eftir val­ið. Hetta merkir, at um hvørki reyði ella blái blokkur í Danmark hava 90 tinglimir tá talt er upp, so kann eingin stjórn skipast fyrr enn bæði Mette Frederiksen og Lars Løkke Ras­mussen hava tingast við norð­ ur­at­lant­isku limirnar. Tann, sum bjóð­ar mest, fær hesar limir í sín part, og harvið stjórnarvaldið. Eg havi samanborið tað við, at ein set­ir sítt tilknýti á Fólkatingi á up­p­boðs­sølu og selir til tann, sum bjóð­ar mest. Onkur er farin longur og sagt, at tað minnir um eina pol­ it­iska gíslatøku. Tað, sum ger viðurskiftini enn meira løgin er, at eingin av teimum trim­um hevur boðað frá júst hvat tað er, tey krevja. Tað verður ikki kunn­gjørt fyrr enn eftir valið, skilst. Øll tilgongdin at skipa stjórn í Dan­mark verður sostatt ógvuliga ka­ot­isk. Sosialdemokratisk familja Eg eri spurdur, hví Javn­að­ar­flokk­ ur­in – sum tann einasti – ikki hevur boð­ið seg fram sum tann, ið skal krýna næsta forsætisráðharra. Vit hava havt sera gott samstarv við ver­andi borgarligu stjórn. Hví so ikki bjóða okkum til at stuðla henni eftir valið, um vit fáa nóg mik­ið fyri tað? Ein høvuðsgrund er sjálvsagt, at javn­að­ar­hug­sjón­in er størri enn nakað land. Javn­að­ar­flokk­u­r­in hoyr­ir til ta norðurlendsku, sosi­al­ dem­o­krat­isku familjuna. Tað hevði ver­ið illoyalt at stuðlað eini borg­ar­ lig­ari stjórn. Men okkara avgerð byggir eis­ini á virð­ing fyri bæði tí før­oyska og tí danska fólk­ a­stýr­i­num. Trý ymisk lond Tað er grundlógin frá 1953 sum á­set­ir, at tveir fólkatingslimir skulu velj­ast í Føroyum. Tað er framvegis rætt at gera tað, tí enn umsitur danska stjórnin sentral øki sum verju, rættarskipan og annað. Men grundlógin sigur eisini hetta: »Der kan ved lov gives sær­ lige regl­er om færøske og grøn­land­ ske folke­tings­mand­aters i­kraft­træ­ den og op­hør.« Hetta stendur helst í grund­ lóg­ini, tí fólk hava sæð fyri sær, at Dan­mark­ar Ríki kundi flyta seg frá tí eind­ar­stati, sum tað var í 1953. Og tað er júst tað, sum er hent. Rík­is­ fel­ags­skap­u­r­in er í dag nakað heilt ann­að, enn hann var, tá Fólkatingið við­tók lógir, sum fingu beinleiðis gildi í Føroyum. Nú fær eingin lóg gildi í Føroyum utt­an so, at okkara parlament – Løg­ting­ið – hevur sam­tykt tað. Í mill­um­tjóða við­ ur­skift­um røkja vit eis­ini í flestu før­um egin áhugamál. Vit hava egn­an búskap, og tey, sum velja før­oy­ingar á Fólkating, rinda tí ikki skatt í Danmark. Ein avgerandi grund­regla í fólkaræðinum er so­ statt ikki til staðar, tá føroyingar velja fólkatingsumboð: Nevniliga at velj­ar­ar og skattgjaldarar eru somu per­són­ar. Okkara veljarar merkja hvørki tær fíggj­ar­ligu ella tær politisku av­ leið­ing­ar­nar av tí mesta av tí, sum verð­ur viðtikið á Fólkatingi. At føroyingar hava vunnið sær so víð­fevnt sjálvstýri hevur havt við sær, at yvirskipaðu við­ur­skift­ ini millum Føroyar og Danmark ikki verða avtalað millum danskar mynd­ug­leikar og føroyskar fólka­ tings­lim­ir, men millum stjórnirnar í báð­um londunum. Tað er jú Lands­stýr­ið, sum er ov­ asta um­boð fyri okkara demokratisku skip­an. Tað eru ikki teir báðir fólk­a­tings­ lim­ir­nir. Veruleikin í dag er, at Føroyar hava nærum fult sjálvstýri. Grun­ d­a­r­l­agið undir ásetingini í grund­ lóg­i­ni sum sigur, at tveir limir til danska parlamentið skulu veljast í Før­oy­um, er sostatt nógv viknað. Hetta krevur av okkum, at hó­ ast vit formliga og juridiskt hava júst somu rættindi sum aðr­ir fólk­ a­tingslimir, so eiga vit pol­it­iskt at umsita sessirnar á Fólka­tingi í samsvari við tann nýggja ver­u­ leik­an: Nevniliga at rík­is­fel­ags­ skap­ur­in nú er ein felagsskapur av ym­isk­um lond­um við ymiskum pol­it­isk­um skip­anum. Skeivt móti Danmark Tað er ikki ósannlíkt, at tann kom­ andi danska stjórnin má samráða seg fram til stuðul frá einum ella fleiri norð­ur­at­lantiskum fólka­ tings­lim­um. Hetta verður ein trupulleiki fyri danska fólkaræðið, tí tað hevur við sær, at fólkatingslimir, hvørs velj­ ar­ar ikki rinda skatt í Danmark og næs­t­an ikki eru fevndir av Fólka­ tings­ins lóggávu, fara at fáa heilt av­ger­andi ávirkan á allan danskan poli­tikk. Og tað kann gera, at tann, sum tapir danska valið, vinnur vald­ið kortini. Hetta er ikki virðiligt mótvegis danska fólkaræðinum. At eingin und­an valinum fær at vita, hvør prísurin fyri stuðulin frá norð­ ur­at­lant­isku limunum er, ger tað ikki betri. Skeivt móti Føroyum Men tað er nógv verri fyri føroyska fólk­a­ræðið. Vit hava tikið støðugt fleiri stig móti størri sjálv­ræði. Men hetta verð­ur eitt vel­d­ugt aft­ur­stig. Tað fer jú at hava við sær, at ein fólka­tings­lim­ur, sum er vald­ur av í mesta lagi 25% av velj­arunum, fer at sam­ráðast við donsku stjórnina um tær stóru pol­itisku linjurnar. Mandatið og vald­ið verður altso flutt frá lands­ stýr­i­num til ein politiskan ein­ mans­flokk (Tjóðveldi) á Fólka­tingi. Føroysk viðurskifti verða við hes­um ein heilt sam­runn­in part­ur av teirri inn­lend­is pol­it­isku telv­ ing­ini í Danmark. Tað, sum í dag eru tvær politiskar skipanir – tann før­oyska og tann danska – smelta sam­an í eina. Hetta heldur Javnaðarflokkurin vera at máa støðið undan føroyska fólka­ræðinum og tí sjálvræði, sum vit hava vunnið okkum. Onnur skipan Javnaðarflokkurin heldur, at um­ boð­an­in á Fólkatingi skal umsitast í sam­svari við tann veruleika, at Før­oyar í dag eru eitt land við sjálv­ræði. Tí er tað skeivt at tvinga grund­leggjandi politisk mál í­gjøgn­um í sam­ráð­ingum við eina danska stjórn uttan um føroyskar mynd­ug­leik­ar. Men verandi skipanin kann – hó­ast hetta ikki hendir – skeikla danska fólkaræðið. Vit kunnu taka síðsta val sum dømi. Blái blokkurin vann valið í Dan­mark. Hann fekk 90 donsk um­ boð, meðan reyði blokkur fekk 85 um­boð. Men um bara ein av teim­um bláu flokkunum fekk ein ting­ lim færri, hevði Helle Thorn­ing Schmidt ver­ið forsætisráðharri í dag, hóast bláa síðan so hevði vun­n­ið valið í Dan­mark við 89 móti 86. Tað komu nevniliga fýra reyð um­boð úr Norðuratlantshavi. Hetta var áðr­ enn nýggju útmeldingarnar, og tí høvdu hesi fýra uttan iva lyft reyðu síðuna upp á 90 og sostatt gjørt, at tap­arin á danska valinum vann valdið. Hetta hevði mær hóvað sera illa. Ein demokratiskt sæð haldfør loysn kundi verið, at heimildirnar hjá norð­ur­at­lantisku limunum blivu av­mark­aðar soleiðis, at teir bert kundu atkvøtt í málum, sum eru felags fyri alt ríkið. Tað er hesa skip­an, fleiri og fleiri tala um at seta í verk fyri skotarnar í bretska parl­a­ment­i­num­. Men orsakað av, at hetta krevur grund­lóg­arbroyting, verður tað eitt te­o­ret­iskt orðaskifti í mong ár fram. Inntil tá mugu vit umsita skip­ an­ina á ein hátt, sum vit halda vera pol­it­iskt haldføran. Hvat tað merkir, eru Javn­að­ar­ flokk­ur­in og Tjóðveldi ikki samdir um. Við nýggju kós Tjóðveldisins vóni eg inniliga, at donsku velj­ar­ ar­nir sjálvir gera av, hvør skal vera dansk­ur forsætisráðharri. Eg vil ikki hava, at tað, sum eigur at vera sam­ráð­ing­ar millum Føroya Lands­ stý­rið og donsku stjórnina, end­ar sum samráðingar millum Mette Fred­eriksen, Lars Løkke Ras­mus­ sen og Magna Arge. Hendir tað, fer føroyskt sjálv­ ræði eitt langt stig aftur eftir hæli. Ósamsvar At enda: Tjóðveldi hevur kritiserað meg fyri at hava gjørt avtalur um nakr­ar íløgur í Føroyum. Tað er ikki eitt mál fyri eitt fólkatingsumboð, hev­ur verið sagt. Hvussu samsvarar hesin kri­t­ikk­ ur við, at sami flokkur nú boðar frá, at hans­ara umboð á Fólkatingi – utt­an um føroyskar myndugleikar – skal tingast um tær heilt stóru stór­u politisku linjurnar millum Før­oy­ar og Danmark? Sjúrður Skaale Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Tjóðveldi á sambandskós Sjúrður Skaale fólkatingsmaður Tjóðveldi vil gerast partur av donskum samgongusamráðingum eftir fólkatingsvalið. Tað verður eitt veldugt afturstig fyri føroyskt sjálvstýri