Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 6. februar 2019 · Nr. 15 AVLOYSARI FYRI SKRIVSTOVUFÓLK Á AKSTOVUNI UPPGÁVAN Uppgávan fevnir m.a. um: • Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonavgreiðslu • Skráseting av akførum • Avgreiðslu av skrásetingargjøldum og vegskatti • Málsviðgerð • Kassauppgerð • Aðrar fyrifallandi uppgávur FØRLEIKAKRØV Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovu­ útbúgving, HH ella líknandi útbúgving og arbeiðsroyndum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at ein er fyrikomandi og kunda­ vinarligur, og hevur góð samstarvsevni. Tað er ein treyt, at ein hevur kunnleika at arbeiða við teldu. SETANARTREYTIR Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar­ málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin hoyrir undir Samferðslumálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð. UMSÓKNIR Umsóknir við avritum av møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til: Akstovan, Hoyvíksvegur 57 Postsmoga 3206, FO 110 Tórshavn ella akstovan@akstovan.fo Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Tórunn S. Miðberg, deildarleiðara, á telefon 350418. Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 11. februar 2019. Søkt verður eftir avloysara í eitt ár fyri skrivstovufólk í farloyvi til Akfarsdeild á Akstovuni at byrja skjótast gjørligt. Talan er fulltíðarstarv. Akstovan er stovnur undir Samferðslumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfarstøkniligar kanningar og akfarseftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfarsskráseting, skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni starvast 22 fólk. www.akstovan.fo ROYNDIR OG SERKUNNLEIKA – VIÐ VIÐSKIFTAFÓLKINUM Í MIÐDEPLINUM Smidligar loysnir innan framleiðslu, bústaðir, skrivstovu og mannskapsbingjur. Set teg í samband við okkum fyri nærri kunning um okkara loysnir fyri Føroyar SERBINGJUR Vit sniðgeva tína loysn! info@dc-supply.dk www.dc-supply.dk +45 70 23 13 80 Starvið Arbeiðið snýr seg m.a. um at • standa fyri og samskipa eitt dátusavn um føroyska náttúru og umhvørvi, t.e. plantur, dýr, dálking, lendi o.a., • kanna, hvør vitan fi nst um føroyska náttúru og umhvørvi hjá vitanarstovnum o.ø. í Føroyum og uttanlands. Kanna í hvørjum líki henda vitan er, og í hvønn mun hon er ella kann gerast tøk, • skráseta og viðgera tøka vitan, • miðla tøka vitan til starvsfelagar, stovnar, borgarar o.o., • lýsa tørvin á nýggjari vitan, • skipa fyri og fremja viðkomandi gransking, • luttaka í viðkomandi gransking á Umhvørvisstovuni, t.d. AMAP Førleikar Tú hevur hægri útbúgving og granskingar- førleikar innan náttúru ella umhvørvi. Tú hevur dyggar royndir í at arbeiða við dátugrunnum og at viðgera og greina náttúrudátur. Tú ert f ølbroytt(ur) og kanst útinna ymiskar uppgávur. Tú dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya, ella annað viðkomandi yrkisfelag. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan. Umsókn Umsókn, saman við prógvum og viðkomandi skjølum skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 20. februar 2019, og sendast til starv@us.fo ella sum bræv til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38 Postboks 2048 165 Argir Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á Vernd, teldupostur SuniP@us.fo, tlf. 234344 ella Petur Nielsen, stjóra, teldupostur PeturN@us.fo, tlf. 234370. Granskari til Umhvørvisstovuna Umhvørvisstovan søkir starvsfólk til deildina Vernd at savna og viðgera dátur um náttúru og umhvørvi, og at skipa fyri viðkomandi gransking Vit virka fyri at fyribyrgja og avmarka dálking og at varðveita margfeldið í føroysku náttúruni. Vitan um føroyska náttúru og umhvørvi er fremsta grundarlagið undir okkara arbeiði. Tí fara vit miðvíst undir at savna, skráseta og greina vitan um føroyska umhvørvið og at fremja gransking, sum stuðlar undir okkara arbeiði.