Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. februar 2019 · Nr. 15 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Í slíkum truplum um­ støð­um kann tað vera skila­gott at tosa saman um teir tørvir, ið eru og halda steðgir saman frá sjúkuni. Fyri nøkur pør kann krabba­sjúkan vera ein ógvus­lig uppliving, sum ger parlagið sterkari, og hetta kann eisini gerast orsøkin til, at tey, sum eru í par­lagnum, læra hvønn annan betur at kenna. Onkur pør, har annar part­urin er raktur av krabba­sjúku, kunnu hava tað trupult við at hoyra um tørvirnar hjá hvørjum øðr­um, og tey kunnu eisini hava minni orku til at hjúkla um parlagið, um sjúkan rakar hart. Bæði vera rakt Tað er soleiðis, at tá sjúka rakar eitt parlag, verða báðir partar raktir. Nógv pør siga, at tey skjótari gerast irritera ella bein­ leið­is ill inn á hvønn annan. Tað kann jú vera trupult at finna orku til at skilja atferðina hjá hvørj­um øðrum, tá fólk undir slíkum umstøðum kunnu hava trupult við at skilja og rúma sínum egnu tonkum og atferð. Undir slíkum um­støð­ um kann tað merkja, at orka ikki er til at hjúkla um hvønn annan og um par­lag­ið. Mong pør uppliva, at tey hvør sær kunnu hava ymiskar mátar at hand­ fara ótta og stúran. Tá tann eini í par­lag­ num hevur krabbamein, hendir tað ofta, at bæði ikki fylgjast í tørvum og atferð. Tann eini kann hava tørv á at taka ein dag í senn og halda fast í vón­ini og tí positiva. Hin er kanska meira upptikin av avleiðingunum av við­ gerð­ini og stúrir fyri, hvat fram­tíðin hevur at bjóða. Tað kann eisini vera, at tann eini parturin hevur brúk fyri at tosa nógv um sjúkuna, meðan hin hevur brúk fyri, at sjúkan fyll­ir so lítið sum gjørligt. Um tey í parlagnum hand­fara sjúkuna ógvu­ liga ymiskt, kann tað í summ­um førum vera trupult at hjálpa og stuðla hvørjum øðrum. Skiftandi løtur Tað er umráðandi at minn­ast til, at tað ikki er ein rættur ella skeivur máti at reagera uppá. Nøkur gerast ógvuliga stúrin, meðan onnur halda fast við, at hetta fer nokk at ganga Fyri nøkur hjálpir tað at sita andlit til andlits við sjúkuna eina løtu og tosa við hin partin um stúran og órógv. Slíkt kann geva eina kenslu av friði og møguleikum fyri at fokusera upp á okkurt annað. Fyri onnur hjálpir tað at royna at siga við seg sjálvan, at tað nyttar einki at taka sorgina upp á forskot – at neyðugt er at bíða og síggja, hvat hendir og síðan taka um av­bjóð­ingarnar, tá tær kanska koma. Í parlagnum kunnu tey kanska eisini gera eina avtalu, sum sigur, at tey onkuntíð tosa um tað, sum pínir - og aðrar løt­ur verður tað goymt til seinni. Kanska kann ein film­ ur, súkklutúrur, ein bók ella okkurt annað vera eitt hugskot at stytta sær stundir við. Kelda: cancer.dk Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen SJÚKAN KANN OYÐILEGGJA PARLAGIÐ TÁ RINGAST VIL TIL Tá tann eini parturin í einum parlagi fær krabbamein, kunnu sjúka, viðgerð og tankar um framtíðina fylla so nógv, at pláss ikki er til at vera saman sum par Tað kann vera trupult altíð at vera sterkur og altíð at varðveita vón­ina og trúnna á, at tað fer at eydnast at koma livandi gjøgnum krabba­sjúkuna. Og sjálvt, tá viðgerðin virkar, kann stúranin kortini vinna á vónini. Mong, sum eru rakt av krabbameini, uppliva stór kenslulig sveiggj. Eina løtu fyllir optim­ isman, vónin og trúgvin á, at alt fer nokk at ganga – og í næstu løtu kann hin sjúki verða raktur av ógvu­ligum ótta fyri fram­tíðini. Tað kann gerast frustr­er­andi, tá sveigg­ ini eru so stór, men kortini er týdn­ingar­ mikið at minnast til, at tað at uppliva slíkar kenslu­ligar skreiðitúrar er heilt vanligt í sjúku­ gongdini. Sum pør kunnu fólk upp­liva at sveiggja for­ skotið, soleiðis at tann eini parturin er bjart­ skygdur, tá hin er ótta­ fulur - og umvent. Nógv uppliva tað sum eina styrki, at ann­ ar parturin varð­veitir vón­ina, um hin parturin kanska missir hana eina løtu. Hetta kann eisini hjálpa teimum til at endur­vinna bjartskygni. Eitt, sum kann vera óheppið, tá fólk sveiggja kensluliga forskotið, er, at tey ikki heilt uppliva at vera á sama støði í somu løtu. Tankin um, at bæði kanska rúka niður í eitt svart hol – og at hvørgin tá megnar at finna vón­ ina og trúnna, sum skal fáa tey upp aftur úr holi­num, kann eisini kenn­ast ræðandi. Men, vanliga vil kenslan av svarta holi­ num ikki gerast varandi. At skula deila eina slíka kenslu kann vera hart, men tað kann eisini styrka kensluna av at standa saman sum par og kunna vera har fyri hvønn annan. Kelda: cancer.dk Tá bæði søkka í svarta holið Tankin um, at bæði kanska rúka niður í eitt svart hol – og at hvørgin tá megnar at finna vónina og trúnna, sum skal fáa tey upp aftur úr holinum, kann kennast ræðandi Um tey í parlagnum handfara sjúkuna ógvuliga ymiskt, kann tað í summum førum vera trupult at hjálpa og stuðla hvørjum øðrum