týsdagur 5. februar 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. februar 2019 · Nr. 15
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÚTVARP FØROYA 62 ÁR Í DAG
Tað var tann 6. februar í 1957, at Útvarp Føroya fór undir regluligar útvarpssend
ingar. Fyrstu tíðina var senditíðin ógvuliga avmarkað. Stjóri fyrstu trý árini var
presturin Axel Tórgarð. Í 1960 varð Niels Juel Arge settur sum stjóri. Hann hevði
starvast í útvaprinum frá byrjan og hann gjørdist skjótt ímyndin av útvarpinum.
Hann røkti stjórasessin í 30 ár til 1990. Í 1884 var Sjónvarp Føroya stovna. Í
2005 vórðu báðir stovnarnir lagdir saman í ein stovn, Kringvarp Føroya.
Í morgin, 7. februar, fyllur
Emma Jeppesen (fødd
Faulenborg) 100 ár
Í 1905 kom ein ungur maður, Christ
ian Andreas Faulenborg, til Havnar
á veg til Viðareiðis at verða til
nevndur prestur í Ónagerði. Kom
in til Havnar helt hann nakrar
fyrilestrar í Meinigheitshúsinum í
Havn, og áðrenn hann fór til Við
areiðis, vendi hann sær til Johan
Vilhelm Mohr á Skansagarði og
spurdi, um onnur av hansara døtr
um, sum spældi upp á orgul í Mein
igheitshúsinum, kundi koma til
Viðareiðis at vera húshjálp hjá sær
í Ónagerði.
Pápin játtaði hansara umsókn.
Dótturin, Dorthea – vanliga kallað
Malla – fødd 1886, gjørdist húshjálp
í Ónagerði, hóast hon hevði fingið
at vita, at tað spøkti á prestagarð
inum.
Í 1908 giftust tey og fingu tvey
børn, Gunnar og Anne Maria,
áðrenn tey í 1915 fluttu í annað
prestaembæti á Mors í Norðurjyl
landi.
Tey giftust í Klaksvík og fóru
haðani til Viðareiðis við nýggjum
8-mannafari doypt Dorthea, sum
merkir ”Guds gáva.”
Inni í Christianskirkjuni hongur
hetta 8-mannafarið ”Dorthea.” Tá ið
kirkjan varð vígd í 1963, var Malla –
Dorthea – hjástødd sum boðin gest
ur. Faulenborg, prestur doyði 1960.
Í bókaverkinum J. H. O. Djur
huus, Ein bókmentalig ævisøga II,
sum Hanus Andreassen [Kamban]
skrivaði
og
Mentunargrunnur
Studentafelags gav út í 1995, lesa
vit:
”Prestur um hetta mundi var
Christian
Andreas
Faulenborg.
Hann hevði gift seg við eini ungari
vakrari havnargentu, Mallu, dóttur
Vilhelm Mohr. Tað tykist, sum ikk
sørt av vertskapi og stuttleika hev
ur verið á prestagarðinum í Óna
gerði um hetta mundið. Janus skriv
ar til Onnu tann 1.3.1910: ”Og hvussu
formar seg fyri tær lívið? Hugnalig
chokoladagildir hjá pastor F. við
eftirfylgjandi stuttligum dansi
løtum? Og tað skilst av hesum og
øðrum brøvum, at kona hansara
elskaði at dansa, og at hennara
vakurleiki og elegansa kom til sín
rætt, har Terpsichore [ein av teim
um 9 dísunum í tí griksku guda
læruni] – dansins musa – hevði sín
gandastav á lofti.”
Á prestagarðinum var eisini eitt
ávíst mentunarligt umhvørvi. Faul
enborg var flogvit og ”klassikari.”
Janus støkk ofta inn á gólvið í Óna
gerði og var vælkomin har. Hann og
Faulenborg hava ivaleyst havt nógv
at tosa um. Lagt kann verða aftrat,
at Faulenborg var góður uppalari.
Føroyingar, sum vóru húskallar á
garðinum, fingu samstundis undir
vísing í málum frá presti. Magnus
Skæling lærdi franskt har norðuri.
Louis Zachariassen lærdi í 1911
týskt í Ónagerði. Hetta var kanska
fyrsti spírin til, at hann seinni fór
undir at týða Faust eftir Goethe.”
Tá ið Faulenborg, prestur, legði
frá sær vegna aldur, fluttu hann og
kona hansara, Malla, í eina íbúð á
Amager, Stokrosevej 2,2 t.v., sum var
víðopin, tá ið Chr. Matras og konan
og Tróndur Olsen og konan og ann
að gott fólk pikkaðu upp á dyrnar.
Tað vóru hugnaligar løtur við góð
um mati og andbornum práti.
Presturin doyði 1960 86 ára gam
al og Malla doyði 1967 81 ára gomul.
Sum longu sagt fluttu hjúnini
Malla og Chr. Faulenborg við tveim
um børnum til eitt prestaembæti
á Mors í Norðurjyllandi í 1915. Har
fingu tey teirra triðja barn, eina
dóttur, sum fekk navnið Emma.
Tað er hendan Emma, sum fyllur
100 ár í morgin (7.2.).
Í 42 ár var Emma skrivstovu
leiðari í tí 160 ára gamla handlinum
Permin, sum seldi til handlar og
ikki privat, og framhaldandi selur
víða um í heiminum alt hugsandi
tilfar til brodering.
Sum nýklaktur studentur í 1936
vitjaði Emma saman við pápanum
ommu og abba úti á Reyni og skyld
fólk í Kirkjubø, og fyri 4 árum síð
ani vitjaði hon aftur úti á Reyni og
í Kirkjubø. Hetta var hon sera fegin
og takksom fyri. At Sjónvarp Før
oya hevði beinleiðis samrøðu við
hana í miðbýnum í Havn á Ólav
søku, gleddi hana nógv.
Emma giftist í 1942 við einum
verkfrøðingi, Martin Jeppesen.
Hann doyði fyri nøkrum árum síð
ani.
Í 1945 vórðu Martin og ein vin
maður hansara handtiknir av
Gestapo og beindir í Vestre Fæng
sel, tí teir vóru avdúkaðir sum”fri
hedskæmpere.” Um kríggið ikki
endaði einar 40 dagar seinni, høvdu
Martin og vinmaðurin ætlandi end
að sína dagar í einum gasskamari í
Týsklandi. Hetta vóru óndir dagar.
Mamma Emmu, Malla, lovaði tá
burtur í olmussu.
Emma og Martin vóru barnleys.
Hóast 100 ára gomul er Emma
væl fyri: býr einsamøll í einum
8-hædda háhúsi í útjaðaranum av
Keypmannahavn. Sær og hoyrir
væl sum fólk flest, keypir inn og ger
sín mat, hevur regluligar hugna
løtur saman við eldri/gomlum vin
fólki, og føðingardagin í morgin
heldur hon í býnum saman við
innbodnum.
Í Føroyum og í Danmark hevði
hon 14 systkinabørn, av teimum
eru 3 á lívi: Guðny Mohr Mortensen
fødd Patursson, Grimhild Gregori
ussen fødd Mohr og undirritaði.
Heri Mohr
Hundrað ára føðingardagur
Christian Faulenborg, prestur á Viðareiði frá 1905 til 1915 og børnini Maria, Gunnar og Emma
Frá vinstru: Valborg, Einar, maðurin hjá Valborg, Jeja og Malla
Emma Jeppesen – fødd Faulenborg,
sum fyllir 100 ár í morgin 7. februar
Niels Juel Arge til
arbeiðis í studio í
Útvarpinum saman
við Ingun Larsen
úr umsitingini í
Útvaprinum