týsdagur 5. februar 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 6. februar 2019 · Nr. 15
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum mintust
mammu, vermammu, ommu og langommu okkara
Ady Hovgaard
Tórshavn
tá hon doyði og varð jarðað.
Takk til prest, organistar, sangarar og berarar.
Takk fyri blómur og kransar.
Takk øll tit, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Fyri alla hjálp hava vit mongum mangt
at takka fyri.
Familjunnar vegna
Anfinnur og Jonna
Tøkk
Hjartans tøkk øll, sum á ymiskan hátt sýndu
samkenslu, tá ið kæra kona mín, mín góða mamma
og vermamma og mín elskaða omma
Ása Klein í Gerðinum
*14.02.1938 †23.01.2019
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Sonju prest, kirkjutænarar, sangarar og
berarar. Takk til Oddvør Skarðhamar og tykkum
mongu, sum bakaðu til ervið.
Takk fyri blómur og kransar og minnisgávur til
Alzheimersfelagið.
Tøkk til starvsfólk á Tjarnarlon,
Umlættingarheiminum og á Heiminum við Vallalíð.
Og takk øll tit, sum fylgdu Ásu til hennara seinasta
hvíldarstað.
Jákup
Jákup og Ann Mari
Ása
Tøkk
Vit vilja við hesum takka fyri sýnda samkenslu og
hjálp, tá elskaða kona mín, mamma, vermamma og
omma okkara
Brynhild Hovgaard
Hoyvik
so brádliga doyði og varð jarðað.
Takk tit mongu, sum tóku í móti okkum í Hoyvíkar
Kirkju, tá Brynhild kom úr Danmark. Og takk til ta
stóru fjøldina, sum fylgdi henni til hennara seinasta
hvíldarstað. Tað fløvaði!
Takk tit grannar Inni á Gøtu fyri hjartaliga
móttøku, tá vit komu heim aftur.
Takk Ann Dahl Hansen, prestur,
fyri ómetaliga góða talu í kirkjuni.
Takk Bo Isholm og Kim Hansen fyri vakurt
spæl og vakran sang í kirkjuni.
Takk sangarar og takk kirkjutænarar
í Hoyvíkar Kirkju.
Takk starvsfelagarnir á Formula fyri
alla hjálpina til ervið.
Takk øll tit mongu, sum bakaðu og á annan hátt
hjálptu so ómetaliga væl.
Takk familja, vinir, grannar og starvsfelagar fyri
uppmerksemi og hjálp.
Takk Hoyvíkar Kirkja fyri hølir til ervið.
Takk øll tit á Sjúklingahotellinum í Venøgade fyri
tær ferðir og ta tíð, vit noyddust at vera har, og fyri
alla ta hjálp, sum tit hava veitt. Tit gera mun!
Takk tit á Landsjúkrahúsinum og á
Ríkissjúkrahúsinum fyri alt tað, tit gjørdu.
Takk tit øll, sum góvu Sjúklingahotellinum eina
gávu. Tey hava brúk fyri tí.
Takk øll somul fyri kransar, heilsanir og klemm.
Tað er trupult við orðum at lýsa, hvussu
hjartanemandi alt hetta var fyri okkum.
Men tit skula vita, at í allari neyðini, so kom alt
hetta sera væl við.
Takk, tit øll. 1000 takk.
Anfinnur, Turið, Guðrið, Pepo, Emilia Mercedes
og Maria Natalia.
Tøkk
Ein hjartans tøkk fyri sýnda umsorgan, troyst,
samkenslu og hjálpsemi, tá ið elskaða kona,
mamma, dóttur, systur, svigarinda og fastur okkara
Eilin Hentze Midjord
f. 21.08.1975 d. 23.10.2018
Andaðist og varð jarðað.
Tøkk til heimasjúkrasystrarnar, stuðlarnar fyri góða
røkt, kærleika og umsorgan, tá ið hon ikki longur
megnaði tað sjálv.
Tøkk til tykkum á B6 á LS, sum so kærleiksfull
vóru um hana og okkum hennara síðstu tíð.
Tøkk til Bergur D. Joensen, prest, fyri góða andakt
á sjúkrahúsinum. Tøkk til Theodor Eli Dam Olsen,
prest, fyri góð og troystarrík orð í kapellinum.
Ein serlig stór tøkk til skúlan á Løgmannabreyt, til
stjóran, lærarar, næmingar og heilsusystrina sum øll
so kærleiksfull og rørandi tóku tykkum so væl av
døtrunum í teirru sváru tíð. Stóra takk fyri gávurnar
tit góvu og samlaðu inn til tær.
Tøkk til tykkum fittu, grannar á Kristiansgøtu, fyri
umsorgan, vitjan og bakstur.
Tøkk til Haraldur S. Hansen, Seinasta Heilsan, fyri
fyrimyndarliga tænastu.
Stóra tøkk til árgangin 75, fyri tykkara hjálp til
døturnar.
Tøkk til Havstein Klein, prest, fyri góð og
troystarrík orð í kirkjuni.
Takk til kirkjutænarar, sangarar, klokkara, Thomas
Thomsen fyri gott spæl, gravarar og takk til Sámal
Hanna Lognberg fyri góða sangin.
Tøkk til tykkum í Skopunar Missiónshúsið fyri
bønir og alla tykkara umsorgan fyri okkum og gávu
til døturnar.
Ein hjartans tøkk til tykkum, sum stóðu fyri
ervinum, og til tykkum øll, sum bakaðu og hjálptu
okkum so væl.
Takk fyri blómur og kransar. Og stóra takk til
tykkum mongu sum góvu gávu til døturnar.
Takk til tann veldiga stóra skaran, sum var í
kapellinum og sum í Skopun fylgdu Eilin til
hennara seinasta hvíldarstað her á fold.
Hjartans tøkk øll somul, sum hava biðið fyri Eilin
og okkum undir sjúkraleguni.
Burtur úr likaminum - heima hjá Harranum.
Guð signi okkum øll í nýggja árinum.
Familjunnar vegna
Palli,
Margit, Jóhanna,
Jóhanna Sofía, Kristian,
Virgar, Anna og børnini.
fyrst og fremst
www.in.fo