týsdagur 5. februar 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. februar 2019 · Nr. 15
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Tá ið vit práta við Jóhan á Plógv
Hansen hevur hann júst verið
til fyrstu venjingina síðani
HM. Nú verður vant aftur við
felagnum,
Bjerringbro-Silke
borg Voel – ella BSV, sum fólk
flest rópa felagið. Venjast
skal fram til dystin móti TMS
Ringsted, og tað tykist sum at
føroyingurin er komin fyri seg
eftir HM-hátíðarhaldið, tí hann
skjýtur átta mál í sigrinum, ið
sendur BSV á sætta plássið.
Eitt stig frá triðja plássinum í
donsku landskappingini, sum
er sera jøvn í ár.
Saman við liðfelagunum,
Nikolaj Markussen og Nikolaj
Øris er Jóhan á Plógv Hansen
ein av trimum heimsmeistar
um, ið verða heiðraðir í høllini í
Silkeborg hendan dagin.
Føroyingurin hevur verið
heiðraður nógv seinastu dag
arnar síðani HM-sigurin, men
hann veit ikki um tað kennist
heilt veruligt enn.
-Eg sigi við meg sjálvan at
eg havi fatað tað, men eg haldi
ikki eg havi skilt tað heilt enn.
Eg vænti at tá vit hava verið í
gongd aftur eina løtu fari eg at
hugsa ‘halt kipp, eg eri heims
meistari í hondbólti’, flennir
føroyingurin.
Jóhan á Plógv er eisini
glaður fyri at koma aftur til
gerandisdagin í Silkeborg. HM
var ein strævin mánaði við at
vera burtur og búgva á gist
ingarhúsi við alskyns miðlum
rennandi eftir sær.
-Tað ljóðar luksus, men tað
er eisini strævið. Tað er sjáldan
at eg sigi at úti er gott men
heima er best, men tað má eg
siga hesaferð, tekur hann til.
Kom brádliga við til HM
Alt hendi eisini eitt sindur brád
liga við HM-luttøkuni føroyska
høgra vonginum. Fyrst fekk
royndi høgri vongurin, Hans
Lindberg, ein lítlan snudd, og tí
traðkaði Jóhan á Plógv Hansen
til í venjingardystunum undan
HM, men tá ið Lindberg fekk
ein álvarsligari skaða í fyrsta
HM-dystinum, vóru boð aftur
send eftir føroyinginum.
-Eg var við liðinum hósdagin
til fyrsta HM-dystin, greiðir
hann frá. - Vit spældu í Keyp
mannahavn og var við til
nakrar venjingar har, og koyrdi
so við landsliðinum til Herning
eftir dystin. Síðani fór eg heim
til Silkeborg, men eg fái at vita
at Lindberg hevur fingið ein
lítlan fiburskaða í tjúkkan, so
at eg skuldi vera til reiðar at
koma aftur. Dagin eftir vísa
kanningar so, at hann ikki fær
spælt, og so stóð eg knappliga
har og skuldi spæla HM-enda
spæl á heimavølli.
Meðan Jóhan á Plógv greiðir
frá byrjar hann at flenna og
endurtekur: -Eg veit ikki heilt
um eg havi fatað tað enn.
-Hetta er nakað sum man
er heppin at uppliva einaferð
í sínum lívi, at spæla HM á
heimavølli – Og so enntá vinna
gull. Tað er nokkso óveruligt,
greiðir heimsmeistarin frá.
Alt hendi brádliga
Tí at vinna Heimsmeistara
heitið var sanniliga ein óveru
ligur tanki, tá ið Jóhan á Plógv
vandi í Føroyum sum smá
drongur. Tá ið tað vísti seg at
hann hevði serligar førleikar,
so var tað heldur ikki ætlanin
at gerast yrkishondbóltsleikari.
-Dreymurin var at fara niður
at spæla í eitt ár, tá ið eg var 16
ára gamal, og so koma heim at
vónandi spæla við besta liði hjá
Kyndli. Men alt hendi av sær
sjálvum. Brádliga spældi eg eitt
ár afturat, brádliga kom eg á
besta liðið hjá Skanderborg og
brádliga fekk eg boð frá fleiri
av fremstu liðunum, minnist
hann.
Valið fall á BSV, og í fyrsta
kappingarárinum, 2016, gjørd
ist føroyingurin Danmarks
meistari. Alt tóktist at vera
hent brádliga, men tað snúði
seg mest um at altíð seta sær
nýggj og størri mál, greiðir
Jóhan á Plógv Hansen frá, og
leggur afturat at nú er torført
at seta sær hægri mál, eftir at
hann hevur upplivað nakað av
tí størsta ein hondbóltsleikari
kann uppliva, áðrenn hann
staðfestir: -Eg hevði aldrin trúð
at eg skuldi standa her.
Kundi spæla við Danmark
um eg hevði hug
Men Jóhan á Plógv Hansen
stendur nú her. Millum størstu
hondbóltsleikararnar í heimi
num sum Heimsmeistari. Hann
lýtur aftur á hvussu hann end
aði á danska landsliðnum:
-Tað var ein ungdómsvenjari
hjá Danmark, sum segði at
eg kundi spæla við Danmark
um eg hevði hug. Samstundis
fekk eg at vita at Føroyar einki
A-landslið fór at hava næstu
árini, minnist hann.
Føroyingurin tók av tilboði
num, men visti eisini at nógv
talent fáa at vita at tey kunnu
koma á landsliðið, men tað
er hjá teimum fægstu at tað
eydnast.
At tað eydnaðist føroyska
vonginum at koma á hetta
landsliðið kom av nógvari venj
ing. Onnur fólk siga um føroy
ingin, at hann arbeiðir harðari
enn tey flestu, men Jóhan á
Plógv sjálvur hugsar ikki so
nógv um arbeiði.
-Eg havi altíð elskað at havt
ein bólt í hondini ella við føtur
nar. Eg fór á vøllin ella í høllina
við vinunum hvønn møguleika
eg fekk, tí at eg hevði tað
stuttligt har.
Tað snýr seg um at
hava tað stuttligt
Ein av teimum, ið eggjaðu
føroyingin til at royna seg á
HONDBÓLTUR
Jóhan á Plógv Hansen:
Jóhan á Plógv Hansen, hevur ikki heilt
fatað at hann er vorðin Heimsmeistari í
hondbólti. Alt hendi so brádliga eins og
tað er hent í allari yrkisleiðini. Men tað
snýr seg fyrst og fremst um at hava tað
stuttligt, og føroyski Heimsmeistarin hevur
tað stuttligast við einum bólti hondini
“HALT KIPP, EG ERI
HEIMSMEISTARI Í
HONDBÓLTI”
Dreymurin
var at fara
niður at spæla
í eitt ár, tá ið
eg var 16 ára
gamal, og so
koma heim at
vónandi spæla
við besta liði
hjá Kyndli