Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 6. februar 2019 · Nr. 15 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR danska landsliðnum, var navn­ frami venjarin, Ulrik Wilbek. Hann hevur millum annað skrivað bókina, “Talent”, har hann nevnir Jóhan á Plógv Han­sen. Hann skrivar at før­ oy­ing­ur­in kemur úr einum um­hvørvi, har nógvir ungir dreing­ir geva hvørjum øðrum íblást­ur við spælinum, uttan at ein venjari skipar fyri. Tí tað var ikki bert til venjing at hondbóltur var leiktur. Jóhan á Plógv Hansen og vin­ menninir vaskaðu gólv til dystir, og afturfyri sluppu teir at spæla í høllini eftir dystirnar – Onkuntíð til klokkan gjørdist eitt ella tvey um náttina, og har fingu dreingirnir ment seg á ein kreativan hátt. Í dag sær Jóhan á Plógv Han­sen eisini hetta aftur í sínum hondbóltsspælið. Hon­ um dámar væl at spæla sær á vøllinum, og er í sínum egnu orðum, ikki hin mest disiplineraði leikarin. Eitt úrslit av at hann er slopp­in at menna seg uttan at hava fingið ov stórt trýst á seg, sum onnur ítrottarfólk. --Tey gerast sjálvandi eisini ítrottar­ stjørnur, so har er eingin rættur háttur at fara fram, men eg haldi at tú skalt finna háttin, ið tú sjálvur heldur er stuttligur, hugsar hann. -Nú dugi eg væl at síggja, at allir tímarnir í høllini hava hjálpt mær til hvar eg eri í dag, men um tað ikki hevði gingið soleiðis, so hevði eg fram­vegis kunna fegnast um allan stuttleikan eg havi havt, staðfestir Jóhan á Plógv Hansen. ”Hondbólt dugdi tú ikki at spæla” Um tað var stuttleikin ella ikki sum var drívmegin, so gjørd­ust fólk varug við at Jóhan á Plógv Hansen hevði serligar hond­ bóltsførleikar. Ein av teimum var Jan Ottesen, ið var venjari í KÍF um tað mundi, og eisini hevði við ungdómsarbeiðið hjá HSF at gera. Hann skeyt upp, at føroyingurin skuldi royna seg niðri, og saman fóru teir báðir til Danmarkar, har før­oy­ ingurin skuldi roynd­ar­venja. Hann var í fleiri feløgum, men Skanderborg, ið er kent fyri at geva talentum møguleikan, var fyrsta valið. Skanderborg hevði av tilvild tørv á einum høgra vongi, og venjararnir sóu serligu kropsligu førleikarnar hjá føroyinginum sum ein styrk. Í Skanderborg fekk før­oy­ ingurin Nicolaj Krickau, ið í dag venur danska oddaliðið, GOG, sum venjara. Hann vandi Jóhan á Plógv Hansen øll árini í Skanderborg, og hevur havt stóra ávirkan á menningina hjá føroyinginum, og tað var kanska fyri neyðini. -Hann segði við meg fyri ein­um ári síðani um fyrstu tíð­ina hjá mær í Skanderborg: “Tú rann ólukksáliga skjótt og hoppaði heilt ólukksáliga høgt, men hondbólt dugdi tú ikki at spæla. Men tað kundi tú so læra”, greiðir Jóhan á Plógv Hansen flennandi frá og heldur fram: -Eg haldi nøkulunda at eg fann útav hvat tað gekk út uppá. Hóast kropsligu fyri­treyt­ ir­nar vóru góðar, so kom før­ oy­ingurin til ein hóp sum var vanur at styrkivenja. Hetta hevði hann ikki reiðiliga roynt so nógv í Føroyum. Boðini vóru at hann var ov lítil. Serliga til at spæla bakkur, eins og hann hevði gjørt í Kyndli. -Tað var ein klænur Jóhan sum kom niður, eg haldi eg vigaði 73 kilo, men longu í fyrsta árinum í Skanderborg tók eg 12 kilo uppá, men gjørdist eisini eini fýra ella fimm sentimetrar hægri, minnist hann. Vil hjálpa øðrum sum royna somu leið Tað var ein stór broyting at fara til Skanderborg, men síðani eru fleiri føroyingar farnir at royna seg í donskum feløgum og í Skand­erborg ganga nú eisini fleiri føroyingar. -Eg royni at geva so nógv frá mær sum eg yvirhøvur kann, bæði tá eg eri í Føroyum og í Dan­mark. Skanderborg er nær við hjá mær og eg havi samskift við teir í Skanderborg um at koma at vitja. Eg ætlaði at tað skuldi vera í januar, men har kom so HM ímillum. -Tað er ikki vist eg kann hjálpa teimum við nøkrum, men teir skulu í øllum førum hava møguleikan at spyrja meg um ráð. Og vil eg gjarna vera tøkur til, eisini fyri fólk í Før­ oy­um, sigur hann av­gjørd­ur. Danmark var eitt natúrligt val Tí Jóhan á Plógv Hansen hevur ikki gloymt Føroyar, hóast hann nú umboðar Danmark. Eitt val, ið hann ikki angrar. -Tað er ringt at angra valið nú, tá ið eg havi verið við til at vunnið Heimsmeistaraheitið. Men støðan tá var, at vit spældu Challenge Trophy í Írlandi og fingu at vita at før­ oyskur hondbóltur mangl­aði pengar, og at nú fór ikki at vera nakað A-landslið næstu tíðina. Sam­stundis bjóðaði Danmark seg til, so tað var eitt natúrligt val. -Sjálvandi er nógv hent í føroyskum hondbólti síðani tá, men tá hevði eg longu spælt við Danmark. Men eg haldi ikki ordiliga at har er nakað at angra, serliga ikki nú eftir HM. Tað er jú tað størsta eg havi upplivað á einum hond­bólts­ vølli, sigur Jóhan á Plógv Han­ sen. Hóast hann nú umboðar Dan­ mark, so hevur før­oy­ing­urin fingið stóran stuðul úr Før­oyum, og hann er ovfarin og errin um øll boðini hann hevur fingið úr Føroyum. Eitt av boð­unum var frá Sosialunum, og Jóhan á Plógv Hansen svaraði hesum sum hann ger øllum øðrum. -Eg royni at svara øllum. Eg havi ikki klárað alt enn, men eg eri ovfarin um hvussu jalig øll eru. Er framvegis góður við føroyskan hondbólt Jóhan á Plógv er framvegis góður við føroyskan hondbólt, og roynir at fylgja við so væl sum til ber. -Har hendur nógv jaligt í før­ oyskum hondbólti, og eg havi sjálvandi fylgt við teir seinastu landsdystirnar móti Danmark og Montenegro. Tað eina stigið í Montenegro var ólukksáliga flott, og tað tók heilt vist fólk á bóli at Føroyar kundu fáa stig móti einum góðum liði við stórum profilum. -Eg eri ovfarin av hvussu væl teir klára seg, og tað er deiligt at síggja at føroyskur hondbóltur er á veg rætta vegin. Sjálvandi er tað løgið at man ikki er ein partur av tí, men eg vóni at eg kanska eisini havi havt eina ávirkan á føroyskan hondbólt, við tað at fleiri leikarar nú flyta niður at royna seg á hægri støði. Óansæð hvat, so er tað deiligt at síggja hvussu nógvir før­oyskir hondbóltsspælarir vilja gerast yrkisleikarar og taka kjansin, sigur Jóhan á Plógv Hansen. Danmark og Føroyar spæla undan­kappingardyst í Juni, og før­oyingurin á danska lands­ lið­n­um er kanska eyka spentur um hann sleppur við. -Eg vóni sjálvandi at spæla allar dystirnar á danska lands­ lið­num, men at spæla móti Før­ oy­um hevði verið ólukk­sáliga stutt­ligt. Eg kenni jú so at siga allar á landsliðinum, og fleiri av teimum rættiliga væl, so tað hevði verið ein heilt serligur dystur, sigur Jóhan á Plógv Han­sen at enda. sjurdur@sosialurin.fo Um tað ikki hevði gingið soleiðis, so hevði eg framvegis kunna fegnast um allan stuttleikan eg havi havt