týsdagur 5. februar 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. februar 2019 · Nr. 15
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Royking hevur verið á
veg út. Almenn støð loy
va ikki longur royking, og
alt færri fólk festa sær í.
Heilsurákið hevur havt
við sær, at royking er
farin út í kuldan, og tað
hevur eisini merkt filmar
og sjónvarpsrøðir.
Nú tykist vend vera
komin í, tí í nógvum av
nýggju
sjónvarpsrøð
unum roykja fólk aftur
– og í summum røðum
roykja tey illa – eitt nú í
»Stranger Things«, »Oran
ge Is the New Black« og
»House of Cards«
Meðan vanligu sjón
varpsrásirnar
fáa
trupulleikar, um tey vísa
stórroykjandi
stjørnu
sjónleikarar
í
bestu
senditíð, nýtast stroym
ingtænastur sum Netflix,
HBO, Viaplay og Amazon
ikki at taka somu atlit.
Truth Initiative hevur
funnið fram til, at í átta
pørtum
av
»Stranger
Things« royktu fólk í
ikki færri enn 182 pall
myndum.
– Ein av stóru trupul
leikunum er, at í sjón
varpsrøðunum eru tað
fólk, sum tykjast hava
vald og skil á sínum lívi,
sum roykja, sigur Lise
Ulrich, sum er filmsum
mælari, við DR.
Hon heldur, at avleið
ingin av hesum kann
vera, at ungfólk verða
lokkað at festa sær í og
byrja at roykja, tí fyri
myndirnar í sjónvarps
røðunum gera tað. Í Dan
mark vísa hagtøl, at talið
á ungum roykjarum nú er
vaksandi.
Mugu taka ábyrgd
Henrik Høgh Olesen, sum
er professari í sálarfrøði,
heldur, at royking í sjón
varpi kann ávirka ung
fólk.
– Um fyrimyndirnar,
sum vit vaksa upp saman
við, klára seg væl og
roykja, kann tað ávirka
ungdómin, sigur hann
við DR.
– Fleiri eldri royndir
vísa, at tú hermir eftir tín
um fyrimyndum – eisini
tá ið tað kemur til atburð.
Og tað hevur serliga stóra
ávirkan, um fyrimyndin
hevur høga tign og klárar
seg væl, sigur Henrik
Høgh Olesen.
Hann heldur, at films
vinnan má taka ábyrgd
av avleiðingunum, tá ið
tey vísa fólk, sum roykja.
– Eg haldi ikki, at vit
skulu sensurera nakað.
Tey, sum framleiða sjón
varp og filmar, skulu
hava kreativt frælsi, men
eg haldi avgjørt, at tey
kunnu hugsa seg um, tá
ið tað kemur til royking,
sigur Henrik Høgh Ole
sen við DR.
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FILMAR
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
FILMSROYKING LOKKAR TEY UNGU
Fólk roykja alt meira í nýggjum sjónvarpsrøðum, og tað kann fáa ungfólk at festa sær í
Njósnarar
í Berlin
Russiska
dukkan
Dámar tær njósnarar,
snildar fellur og Berlin,
er hendan røðin júst
nakað fyri teg. Hon
er
amerikansk
og
gongur fyri seg nú á
døgum. Daniel Miller
verður sendur til Ber
lin fyri at kanna ein
leka, sum er við til at
avdúka átøk hjá CIA.
Á amerikansku sendi
stovuni eru konflikt
ir
og
mótstríðandi
áhugamál, og úti í
týska høvuðsstaðnum
gongur mangt og hvat
fyri seg. Ein spenn
andi og fangandi røð,
har ikki minst walis
iski Rhys Ifans spælir
framúr væl.
Nadia er í trongum
skóm. Hon upplivir
umaftur og umaftur
sín 36 ára føðingardag,
sum
hon
heldur
í
New York. Hon doyr
í veitsluni, men skal
uppliva veitsluna av
nýggjum
endaleysar
ferðir. Hon roynir at
finna út av, hvat gong
ur fyri seg og má fyri
halda seg til deyðan og
mangt annað. Røðin er
framleidd til Netflix,
og teir átta partarnir
kunnu stroymast á
heimasíðuni.
Prei!
Prei!
Zain Al Rafeea flýddi
saman við familjuni úr
krígsherjaða Sýria. Fyrst
búðu tey í Libanon, men
í august mánaði í fjør
komu tey til Noregs. Zain
gongur nú fyri fyrstu ferð
í skúla – í Hammerfest,
sum kallar seg heimsins
norðasta bý.
Nú er alt mest sum
vent upp og niður í
lívinum hjá Zain, tí hann
er blivin stjørna í filmi,
sum er tilnevndur Oscar
heiðursløn.
Talan er um filmin
»Kapernaum«, sum snýr
seg um flóttafólk í Liba
non, og tað var av tilvild,
at
Zain
endaði
sum
høvuðsleikari í filminum.
Zain ansaði eftir hønum,
og tá ið ein hani rýmdi,
fór Zain at leita eftir
honum. Hann hitti eitt
av hjálparfólkunum hjá
leikstjóranum
Nadine
Labaki, og hann varð
spurdur, um hann vildi
gera royndarupptøkur til
ein film.
Tað endaði so við, at
hann fekk týðandi leiklut
í filminum »Kapernaum«,
sum snýr seg um lívið
hjá gøtubørnum í Beirut.
Filmurin hevur fingið
sera góð skoðsmál á
filmsstevnum og vann
eitt
nú
heiðursløn
á
filmsstevnuni
í
Can
nes. Nú er filmurin í
uppskoti sum besti út
lendski filmur til Oscar
heiðurslønirnar, og tað
eru fleiri, ið meta, at
filmurin hevur góðan
møguleika at vinna hesa
heiðursløn.
»Kapernaum«
kann
í næstu viku síggjast á
hvítum tjaldi í Føroyum.
Filmsfelagið skipar fyri
sýning
í
Havnar
Bio
mikukvøldið 13. februar
kl 20.00.
TILFLYTARI Í HAMMERFEST
STJØRNA Í RÓSTUM FILMI
Filmsfelagið vísir í næstu viku Oscar
tilnevnda filmin »Kapernaum«, sum
hevur gjørt 14 ára gamlan drong
í Hammerfest til filmsstjørnu
Flóttin Zain, sum nú býr í Hammerfest í Noregi, er høvuðsleikari í róstum
filmi um gøtubørn í Beirut. Filmurin er tilnevndur Oscar heiðursløn
Í væl umtóktu sjónvarpsrøðini »Stranger Things«, sum Netflix framleiðir, roykja tey illa