Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 16 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Ernst Remmel vann tónleikakappingina Stella Polaris sunnudagin Archibald Black fekk leygardagin listavirðisløn Nólsoyar Páls. Sonja J. Jógvansdóttir hevur meldað seg sum lim í Tjóðveldi, men fekk týskvøldið krakk frá tingbólki floksins. Mánadagin fingu bjargingarfeløgini eina millión krónur frá Betri- samtakinum. Týsdagin kunngjørdi Kyndil, at felagið fær nýggjan høvuðsvenjara næsta ár. Tom Jensen er nýggjur venjari. Tingbólkur MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt av teimum, sum gista á føroysku hotellunum, eru føroyingar danir gistu á føroysku hotellunum í fjør 21% 47.219 Um orðið sigur Sprotin: (stjm.) tingmanning hjá politiskum flokki Tingmanningin eru teir tinglimir, sum umboða ávísan flokk í løgtinginum. Tá Tjóðveldi týsdagin skuldi umrøða umbønina hjá Sonju J. Jógvansdóttir um at sleppa upp í tingbólkin, luttóku eisini landsstýrisfólk og fólkatingsumboð floksins í avgerðini. Fýra vildu eftirlíka henni, sjey noktaðu. Tey hildu upp á, at einans tey, sum eru vald fyri flokkin, kunnu vera í tingbólki floksins. Tað merkir tó ikki, at tey vilja nokta Sonju Jógvansdóttir at stilla upp fyri flokkin til komandi val. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Føroysk fløska funning á Orknoyggjum. Havstreymurin var skjótari enn Posta. Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður, møguliga sum vátaslettingur og hitin millum 3 og 6 stig. Um kvøldið og náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, og harðar hvirlur. Skýggjað og ælaveður, lutvíst sum vátaslettingur ella kavi, og hitin millum 1 og 4 stig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum út á seinnapartin makar í andøvsgul upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s, um náttina av útnyrðingi. Sólglottar, men vátaslettingur ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Um kvøldið og náttina verður skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin millum frostmarkið og 3 kuldastig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, um 18 m/s, og harðar hvirlur. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella vátaslettingur. Hitin millum 3 og 6 stig. Um kvøldið og náttina sum frá líður samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig. 8-13 m/s 10-15 m/s Tað hevur verið – og er – rættuliga spennandi við føroyskum politikki í seinastuni. Væl nærkast og flokkarnir royna at fáa sær eitt gott útgangsstøði til landskappingina í stemmufiskarí. Í politiska umhvørvinum verður gitt og mett um, hvussu flokkarnir fara at klára seg og hvør man hava vunnið sær flestu klappararnar í valskeiðnum. Var á Føroya Fólkaháskúla í vikuni og fortaldi fólki á einum pensjónistaskeiði eitt sindur av tí lítla, sum eg veit um politikk. Tað er fantastiskt at hitta vaksin fólk, sum fylgja væl við í hvat hendir og sum øll hava eina meining um viðurskiftini og tað sum hendir her á landi. Eftir at hava tosað við tey í meira enn ein tíma, helt skúlastjórin tað vera stuttligt at vita, hvørjum hesi 24 fólkini fóru at lata sína atkvøðu. Vit taldu upp – fult gjøgnumskygni og klokkuklárar mannagongdir – og har vísti tað seg, at hesin blandaði flokkurin úr øllum Føroyum, gav sitandi samgongu eina dygga álitisváttan Ája! Í vikuni var ein hópur av teimum, sum fáast við ferðavinnuna, savnaði í norðurlandahúsinum. Nú fólk koma hendan veg á vitjan, eru vit mestsum vaknaði við kaldan dredym. Vit mugu taka okkum av hesari innrásini, men vit mugu eisini duga at taka pengar fyri okkara arbeiðið. Eitt annað, sum vit nú eru farin at hugsa um er, at hesi fólkini koma fyrst og fremst tí vit hava okkara serstøku náttúru. Og hon slítist! Hvat gera vit við tað? Ongin endalig niðurstøða er gjørd, men tað er sum vit nú duga at síggja, at alt hevur sín prís. Hvat mugu vit lata fyri at fáa okkurt burturúr. Handilsvinnan veit væl, at soleiðis er veruleikin. Vit skulu bara avgera, hvussu alt verður skipað og so mugu bæði ferðafólk og ferðavinna laga seg eftir tí. Ája! S k a tt a i n n t ø k u r n a r h j á landskassanum og hjá kommununum halda fram at vaksa. Januar var ein góður mánaður. Skattainntøkurnar er eitt tekin um, at nógv er at gera her á landi – og tað er gott. Yvirhitaður búskapur er ofta nevndur, men tað er sum vit ikki hoyra hetta so nógv frá vinnuni júst nú. Ordrabøkurnar eru fullar og byggivinnan díkir á. Eysturoyartunnilin fær skjótt hol ígjøgnum og so verður farið undir at bora til Sandoyar. Vit halda fram við at binda Føroyar saman og tað er skilagott. Finnur politiska skipanin eisini fram til eina raðfesting fyri næstu bergholunum, so sær gott út. Fiskivinnan dredgur nógv ríkidømi uppá land og tað sama ger alivinnan. Hetta eru bein, sum í løtuni bera okkara samfelag uppi. Lat okkum halda fram við at arbeiða skilagott og minast til okkara sárbara umhvørvi, sum tey ungu minna okkum á. Gera vit tað, so gongur alt rættan veg. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? Visit Faroe Islands vil avmarka talið á cruiseskipum, sum vitja Føroyar? 10-15 m/s