Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 16 5 Hjúnabandið Maður og kvinna MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI LANDS- FUNDUR www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN Hesar Føroyar ynskir Miðflokkurin Grundvøllurin - skal byggja á Kristin virðir – tá eiga vit einar Tryggar Føroyar – sum eru væl vardar Hesar Føroyar ynskir Miðflokkurin Hjúnabandið – er einans og onki annað enn Maður og kvinna – tí soleiðis skapti Guð okkum. Ófødda barnið – hevur sama virði og rætt sum fødda barnið Rættur barnsins – skal í allari viðkomandi lóggávu tryggjast fram um rættin hjá vaksnum Hesar Føroyar ynskir Miðflokkurin Tak yvir høvdið – er ein mannarættur hjá øllum. Tí skulu almenn tilboð tryggja, at tey, sum ikki finna náði hjá privatu peningastovnunum at fíggja egnan bústað, kunnu fáa fígging við almennari hjálp. Frælsir skúlar – Foreldur eiga frítt at kunna velja, hvar og hvussu teirra børn fáa holla skúlaundirvísing Menningarhjálp – Tað er skylda okkara sum kristin tjóð at veita menningarhjálp til tilafturskomin fólk og lond Grønar Føroyar – Skal verða lurtað eftir okkum, tá vit krevja, at okkara havumhvørvi verður vart móti dálking, eiga vit at ganga á grønu kósini fyri at verða tikin í álvara. Hesar Føroyar ynskir Miðflokkurin Hjartað í politikkin – Einar samhaldsfastar Føroyar skulu altíð tryggja, at tey, sum ikki megna sjálvi, fáa hjálp og stuðul frá felagsskapinum. Varðveita Føroyar – Ongantíð sum nú er neyðugt, at vit sum land og fólk finna aftur á slóðina og rætta skeivar politiskar avgerðir, sum eru tiknar í hesum samgonguskeiðnum. Somu rættindi – Øll eru fødd líka og hava somu rættindi til virði landsins og somu skyldur at verja virði landsins. Landið alt – Føroyar gerast fátækari, um øll búseta seg í miðstaðarøkinum. Tí eigur almenni myndugleikin støðugt at betra karmarnar fyri trivnaði og livilíkindum uttanfyri miðstaðarøkið. Grannakaffi við køku frá KOKS Nú kanst tú melda teg sum vert til Grannakaffi og stuðla arbeiðnum hjá Krabbameinsfelagnum Í ár fært tú uppskrift til eina leskiliga kaku, sum ofta stendur á borðinum heima hjá høvuðskokkinum á KOKS. Ein klassisk fronsk kaka – clafoutis - sum Poul Andrias Ziska og unnusta hansara, Rakul Ingolfsdóttir, hava sett sín egna dám á. Upprunaliga stavar bulurin í uppskriftini frá Instagram-vanganum hjá Christel Pixi, og so hava Rakul og Poul Andrias bygt víðari upp á hana. - Eg elski at gera dessertir, tá eg eri til arbeiðis, men við hús er tað mest Rakul, sum stendur fyri bakingini, sigur Poul Andrias. Tað, honum serliga dámar við júst hesari køku, er tann góði konsistensurin, og at hon kann gerast í fleiri variantum við at brúka ymiska frukt, eitt nú blommur, rabarbur og kirsiber. Um orsøkina til, at tey nú lata yndis­ uppskriftina til Grannakaffi, sigur Poul Andrias: - Øll kenna onkran ella fleiri, ið eru ella hava verið rakt av krabba, og tað gera vit eisini. Vit vilja fegin hjálpa Krabba­ meinsfelagnum, tí vit halda, at tey gera eitt gott arbeiði, og tí at krabbi er ein sjúka, ið vit øll onkursvegna koma at merkja, fyrr ella seinni. So, um vit kunnu hjálpa bara eitt lítið sindur við at lata eina uppskrift til Grannakaffi, so eru vit ógvuliga fegin um tað, sigur hann. Vikuskiftið 15.-17. mars skipar Krabba­ meinsfelagið fyri Grannakaffi, sum er lið­ ur í arbeiðnum at hjálpa krabba­meins­sjúkl­ ingum og avvarðandi. Tú kanst melda teg sum vert til Granna­ kaffi og bjóða grannum, vinum, starvs­ felagum, familju og øðrum á gátt til ein drekka­munn. Gestirnir rinda so eftir føri­ muni og í trúnaði eitt oyra, sum fer óskert til arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum. Freistin at melda seg sum vert til Granna­kaffi er fríggjadagin 1. mars 2019. Clafoutis a là Poul Andrias og Rakul Ein klassisk fronsk kaka, sum kann gerast á nógvar ymiskar mátar. Henda útgávan er gjørd við romm-súltaðum blommum, men kann eins væl gerast við berum ella rabarbum. Tú kanst saktans eisini brúka tey frísk - og ikki súltað - sum í hesi upp­ skriftini. Kakan (til 8 kakustykki) 100 g. sukur 3 heil egg 115 g. smør 130 g. hveitimjøl 2,5 dl. mjólk ½ tsk. vaniljuekstrakt (vit brúka eina heimagjørda, men tú kanst saktans brúka eina keypta) Umleið 300 g. blommur - Hita ovnin til 190 stig. Smyr ein springform ella tertuform við leysum botni við smøri. - Koyr mjólkina og smørið í eina grýtu og set hana yvir lágan hita, til smørið er smeltað. - Píska eggini og sukrið saman, til tað gerst ljóst og lætt. - Tá sukrið og eggið eru pískað væl saman, sílar tú mjølið í og blandar, til eingir mjølklumpar eru í - Blandingin skal vera einsháttað. Rør nú mjólkina/smørið og vaniljuekstraktina spakuliga í, og rør til blandingin aftur gerst einsháttað deiggj. - Deil blommurnar javnt í formin og stoyt deiggið yvir tær. Baka í ovninum í 30 til 40 min., til kakan er lætt gylt og næstan heilt føst í miðjuni. - Lat kakuna køla. Av tí at hendan kakan líkist meira eini pannu­køku í konsistensi, dámar mær væl at koyra karvaðar mandlur ella annað slag av nøtum yvir hana fyri at fáa bit í hana, og so servera hana saman við súrróma. Sí súltulaka og vaniljuekstrakt niðanfyri. Romm-súltulaki til blommur 300 g. sukur 3 dl. vatn 2 dl. romm 1 stk. vaniljustong 1 stk. stjørnu-anis Skal frá hálvari appilsin Koyr sukrið og 1 dl. av vatni í eina grýtu og karamelisera sukrið, til tað gerst gylt. Stoyt restina av vatninum og rommið yvir heita karamellið og lat kóka við loki, til karamellið er upployst. Koyr síðan vanilju, anis og appelsinskal í og lat smákóka í 5 min. Køl lakan og stoyt yvir blommurnar. Blommurnar skula súltast í minst 4 vikur, áðrenn tær kunnu nýtast. Umráðandi er, at grýtan er heilt rein, og at tú ikki rørir í grýtuni, tá tú gert karamell, tí annars kann tað skjótt koma fyri, at karamellið krystalliserast. Eisini er umráðandi, at súlti-glasið er reinsað við atamon, áðrenn blommurnar koma í. Vaniljuekstrakt 8 vaniljustengur 5 dl. vodka - Kloyv vaniljustengurnar í helvt og koyr tær í eitt hóskandi lítið glas, soleiðis at tú fært allar 5 dl. av vodka í glasið, og tað toppar vaniljuna. - Lat tað trekkja í 4 til 6 vikur, áðrenn tú brúkar av tí. Ekstrakið gerst bara sterkari og sterkari í smakki, jú longri tað stendur. - Um tú hevur brúkt nógv av tí, kanst tú altíð toppa glasið upp við meira vodka. Minst bara til eisini at koyra vanilju í.